Page 11 - untitled

This is a SEO version of untitled. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
FRANSKA KOLLVELTINGIN OG NAPOLEONSTÍÐIN
41
Vørur skulu út og inn
Vit koyra fram við Seineánni. Á ánni er nógv
bátaferðsla. Meginparturin av teimum vørunum,
sum skulu úr og inn í París, verða fluttar eftir ánni.
Tað er ikki loyvt at flyta inn vørur í býin uttan fyrst
at hava goldið toll. Á bryggjunum eru tollarar, sum
skriva alt góðs upp.
Kring alt París hava tey bygt ein tollmúr. Allir
bøndur, sum koma eftir landavegnum og inn í
býin at selja sína framleiðslu, verða steðgaðir við
tollmúrin. Har skulu teir gjalda skatt, áðrenn teir fáa
loyvi at halda fram.
Eitt lívshættisligt umhvørvi
Í útjaðaranum í París er lætt at villast. Smáar, trongar
gøtur, timbursmáttur og tigulsteinshús standa í
einum hurlivasa. Her býr arbeiðsfólkið.
Vognar og kerrur trokast hvørt um annað.
Vognstjórar rópa og banna, tá teir royna at finna
sær veg við rossi og vogni millum fólk til gongu,
rínandi grísar, seyð og dunnur. Har er ein ørgrynna
av útiløgukattum og hundum. Náttina eiga rottur í
milliónatali.
Viðhvørt verður tað rættiliga vandamikið. Brád-
liga fyllist ein trong gøta við ræðsluslignum og belj-
andi neytum, sum verða rikin inn frá bygd at verða
keypt av slaktarunum í býnum á einum av teimum
mongu torgunum.
Allastaðni er larmur, men eisini ein øtiligur stink-
ur av rotnandi ruski og skarni frá menniskjum og
dýrum.
Ruskið frá verksmiðjum og slaktarum verður koyrt
beint í Seineánna. Og úr Seine fær París sítt drekki-
vatn! Tað er tí ikki at undrast á, at tey, sum hava ráð
til tað, drekka vín aftur við matinum.
Í einum slíkum umhvørvi doyggja fleiri menniskju,
enn tað verða fødd. Ein javnur streymur av fólki av
bygd, sum leitar eftir arbeiði, ger fólkatalið støðugt,
um ikki, so hevði býurin heilt doyð út. Her er eingin
skipað sjúkrarøkt. Tann, sum verður sjúkur, verður
at klára seg sjálvur. Kleystrini og nøkur fá einskild
góðgerðarfólk kunnu ikki taka sær av øllum.
Lívið er stutt hjá teimum flestu. Tilveran er mest
tungt arbeiði. Teir fátækastu arbeiðsmenninir klára
ikki so mikið sum at droyma um eitt betri samfelag,
men í kirkjuni lovar presturin teimum, at Paradísið
bíðar eftir teimum, bert tey ganga í kirkju og biðja
bønir sínar.
1
Hvussu sæst tað í frásøgnini, at kollveltingin enn
ikki hevur verið?
2
Hvar búgva teir mætastu parísbúgvarnir, og hvussu
royna teir at sýna, at teir eru ríkir?
3
Hvar búgva handverkarar og arbeiðarar? Hvussu
sær út í teirra býarparti?
4
Hví er nóg mikið av arbeiði fyri handverkarar og
listamenn í París?
5
Hvør var nyttan av Seineánni?
6
Hvussu sæst tað, at ikki varð farið væl um
umhvørvið?
“Daman við viftuni.” Sviin Alexander Roslin var ein av hovlista-
málarunum hjá franska konginum. Andlitsmálningar vóru
móti. Her hevur hann avmyndað konu sína, frú Marie-Suzanne
Giroust, sum eisini var listamálari.