Page 10 - untitled

This is a SEO version of untitled. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
40
FRANSKA KOLLVELTINGIN OG NAPOLEONSTÍÐIN
Mótahandilskona á vitjan hjá eini fínari parísara-
damu. Hon pakkar upp og vísir fram síni vøkru silki-
bond og aðrar vørur. Mátistokkurin liggur frammi. Til
vinstru stendur eitt borð. Hvat verður tað brúkt til?
Millum knipplingskragar og parykkar
Kring tey kongaligu slottini hava aðalsmenn og ríkir
borgarar hús síni við stórum urtagørðum og vøkrum
lundum. Í hesum fínu býarpørtunum tykist tað, sum
um borgararnir kappast við aðalin fyri at sýna, hvør
ríkastur er.
Her liggur eisini størsta handilsgøtan í býnum,
Rue Saint-Honoré, har teir mætastu parísbúgvarnir
sýna seg fram í øllum sínum stási – harrarnir í knipp-
lingskraga og putraðum parykki, damurnar í vøkrum
silkikjólum við knipplingum.
Uttan fyri marglætishandlarnar parkera prýði-
ligir vognar. Latum okkum fara innar og hyggja at
einum kjóla hjá Mademoselle Bertin – kongaligur
hovútvegari. Tú verður boðin at sita á einum plúss-
klæddum rokokkostóli við áløgdum gulli, meðan
bukkandi handilssveinar ambæta tær.
Tú sleppur at síggja klæði og snið í óendaligum
mongdum, til tú verður í ørviti. Teir blíðu handils-
sveinarnir kunnu brúka ein heilan seinnapart upp á
teg, bert tú sært út til at hava ráð til at keypa klæðir
í tí rætta mótanum.
Tey ríku tykjast ongantíð at mettast av marg-
lætislutum, vøkrum klæðum og skartgripum. Hús-
ini krevja eina yvirflóð av dýrabarum innbúgvi,
standmyndum og øðrum prýðislutum. So í París er
úr at gera hjá øllummøguligum handverkarum,
listafólkum og byggiarbeiðarum. Tey útlendsku
hovini elska eisini tað parísiska marglætið. Útflutn-
ingurin blómar, og hjá borgarunum í býnum gongur
handilin væl.
Vit koma við einum seglbáti
niðan eftir Seineánni. Áin
býtir París í tveir part-
ar. Í stýriborð síggja
vit kongaligu slottini
Louvre og Tuileries.
Á eini oyggj úti í
ánni hevjar seg tann
veldiga dómkirkjan,
Notre-Dame, sum sæst
yvir allan býin. Vit eru
í høvuðsstaðnum í tí
máttmikla Fraklandi.
Her búgva og arbeiða
ein hálv millión fólk.