Page 24 - heimssøga_1_brellbiti

This is a SEO version of heimssøga_1_brellbiti. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
118
1600-talIÐ
– tíðin hjá einavaldskongunum
Í
1600-talinum vóru fleiri av kongunum í Evropa
einavaldskongar
, sum
merkti, at teir avgjørdu alt. Teir nevndu seg “kongar av Guds náði”
og hildu, at teir høvdu fingið vald sítt frá Gudi. Einastu undantøkini vóru
Niðurlond og Ongland.
Hvussu eydnaðist tað kongunum at gerast einaveldigir? Jú, við stuðli
frá aðalinum og teimum ríku keypmonnunum, sum vónaðu at verða
uppaftur ríkari og valdsmiklari, um teir stuðlaðu statinum og eina­valds­
kong­unum. Og soleiðis varð tað eisini. Kongarnir útvegaðu sær eisini
egnar herar, sum vóru settir saman av yrkishermonnum, ið bardust móti
hvørj­um sum helst, bert teir fingu góða løn.
Ludvík 14.
í Fraklandi er eitt gott dømi. Hann ferðaðist ikki kring í
ríki sínum, sum kongarnir gjørdu í miðøldini, men stýrdi við hjálp frá
góð­um embætismonnum, sum fingu so góða løn, at teir fegnir vóru hon­
um lýdnir. Slott kongs varð til miðstøðu ríkisins, har sat hann sum ein
eitur­koppur miðskeiðis í nótini.
Vápn sum kanónir og muskettir, eitt slag av byrsum, øktu um stríðs­
máttin, og í 1600-talinum var tað javnt og samt kríggj í Evropa. Spania
var til dømis í kríggi við onnur lond í 82 ár, Frakland í 62 ár og Danmark
í 41 ár. Viðhvørt snúðu kríggini seg um átrúnað, men oftast var tað um,
hvør skuldi hava valdið í Evropa.
Teir muslimsku turkarnir vunnu sær eitt risa ríki og trongdu seg langt
inn í tað kristna Evropa. Í Russlandi livdi fólkið framhaldandi sum í
mið­øldini, og landið var næstan heilt avbyrgt frá hinum partinum av
Evropa. Men fyrst 1700-talinum, eftir sigurin á Svøríki við Poltava, fór
Russ­land at lata seg upp fyri Evropa.
Niðurlond – Holland
Síðst í 1500-talinum tóku teir norðaru landslutirnir í Niðurlondum –
tað økið, sum í dag verður rópt
Holland
– loysing frá Spania.
Longu í miðøld vóru hollendingar kendir fyri sína ostaframleiðslu og
sín góða sildafiskiskap. Osturin og tann saltaða sildin var matur, sum
helt sær, og sum tí egnaði seg væl at selja til onnur lond. Tað var soleiðis,
at framgongdin hjá teimum hollendsku keypmonnunum byrjaði.
Hovmálarin hjá Ludvíki 14. hevði
sum uppgávu at lýsa vald og ríki­
dømi kongs. Her situr kongurin,
um­gyrdur av ráðharrum, prestum,
vís­inda­monnum og høgum tæn­
astu­monnum, í tí nýliga innrættaða
Franska vísindasetrinum. Bøkur, kort
og globusar skulu vísa, at hann er ein
av heimsins mætastu monnum.
Heimssoega_1_dd.indd 118
8/7/1