Page 14 - heimssøga_1_brellbiti

This is a SEO version of heimssøga_1_brellbiti. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
52
RÓMVERJAR
– valdsharrar heimsins
H
eimlandið hjá rómverjum var hálvoyggin, sum í dag nevnist Italia. Í
næstan túsund ár vaks ríki teirra og at enda høvdu teir valdið í
øllum londum og á øllum fólkum kring Miðjarðarhav, um­framt stórum
pørtum av Evropa. Rómaríkið verður við hvørt rópt “túsundáraríkið”.
Býurin Róm var høvuðsstaður. Hiðani var tað veldiga ríkið stýrt av
tús­undatals embætismonnum. Eitt væl útbygt vegakervi bant teir ymisku
ríkis­part­arnar saman. Væl vápnaðir hermenn hildu vakt við markini og
hildu skil á.
Tær rómversku lógirnar vóru galdandi allastaðni. Hermenn og embætis­
menn vóru sum løgreglumenn og ansaðu eftir, at lógirnar vórðu fylgdar,
og at tey hertiknu fólkini guldu sín skatt. Næstan alt arbeiði varð gjørt av
trælum, ið høvdu verið krígsfangar. Uttan trælirnar, tær felags lógirnar og
tær stóru herdeildirnar hevði Róm als ikki kunnað verið eitt stórveldi.
Mál rómverja var latín. Á okkara døgum verða italskt, spanskt, portu­
gis­iskt, franskt og rumenskt nevnd rómansk mál, tí tey eru í ætt við latín.
Bæði enskt og tey norðurlendsku málini hava mong latínsk orð.
Rómverjar hertóku Grikkaland, men tað var tann grikska mentanin,
sum hertók rómverjar, verður ofta sagt. Tað var hildið at vera fínt at
duga grikskt og at hava kunnleika um teir griksku heimspekingarnar og
rithøvundarnar. Tí sendu ríkar rómverskar familjur fegnar synir sínar til
Athen ella Rodos at studera. Rómverjar gjørdu eisini teir griksku gudarnar
til sínar, men góvu teimum onnur nøvn.
Í 300-talinum varð kristindómurin statsátrúnaður. Tað var ein roynd
at halda saman tað risastóra ríkið, sum var við at syndrast, men sein­ast í
300-talinum varð tað býtt sundur í Vesturrómverska ríkið og Eyst­ur­róm­
verska ríkið.
Býarstaturin viðTiberánna
Á teimum sjey heygunum við Tiberánna vuksu um ár 700 f.Kr. fram
nakrir smáir býir, sum vórðu sameindir til býarstatin Róm.
Róm varð fyrst stýrdur av kongum, men varð seinni lýðveldi –
republikk
.
Orðið republikk kemur úr latíni ogmerkir tað almenna, staturin. Lýðveldið
varð stýrt av einum fólkatingi, umleið sum í Athen. Men tað mesta valdið
var hjá
senatinum
, sum var sett saman av monnum úr teimum ríkastu
familjunum. Tað vóru fólkatingið og senatið, sum gjørdu lógirnar.
Forum Romanum, tað rómverska
torg­ið, liggur í Róm. Hiðani varð alt
rík­ið stýrt. Tað, sum er eftir av teim­um
prýðiligu borgunum, templ­un­um og
sigursbogunum á torg­in­um, stend­ur í
dag eftir bert sum vakrar leivdir.
Heimssoega_1_dd.indd 52
8/7/1