Page 96 - Vinir minir og eg 3_low3

This is a SEO version of Vinir minir og eg 3_low3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Lítla Marin droymdi, hon sá eitt jólatræ,
sum stóð einsamalt á eini føtu.
Har koma mamman gangandi og festi ljós í tað,
tá ið skýming fór at káma gøtu.
Ljósini tey skinu og tá var træið bjart,
á tess greinum lýstu heimsins stjørnur,
blankar, sum tá tú tær um veturnætur sært,
tá ið glerið leggur lok á tjørnir.
Fram har gingu vættrar yvir frystan svørð,
fóru tær at dansa um træið;
sungu tær um vetrardýrd og jólafrið á jørð.
Marin lýddi hugtikin á lagið.
Og so fór at kava – og so var træið skrýtt,
fykrur løgdust lið um lið á greinar;
hvítar vóru gøturnar, føtulendið hvítt,
hvítar túgvur, hvítir allir steinar.
Fuglar komu fúgvandi, bóru bond og føgg,
tað var, sum tað átti – alt í lagi -,
eisini so bóru teir so fjálg og vøkur pløgg,
sum teir løgdu varliga um træið.
Marin lá og droymdi, men vaknaði av tí,
mánin lýsti gylt á kinn og ennið;
tá fór hon at smílast, tí brosandi og blíð
har sat mamman framman fyri henni.
Hans A. Djurhuus
Træið
Stuttligt er
um jólatræ!
94
Vinir_minir_og_eg_3_end.indd 94
21-06-1