Page 62 - Vinir minir og eg 3_low3

This is a SEO version of Vinir minir og eg 3_low3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
-
-
Hey tit í 3. flokki!
Mær leingist eftir tykkum! Eg gleði
meg, at koma aftur til Føroya í skúla, tí
tað er stuttligt.
Tað er eisini stuttligt at búgva í Napled.
Vit búgva her, tí mamma og babba
fortelja fólki um Jesus, og hjálpa
fólkunum her. Ofta koma sjúk fólk til
okkara. Í áðni var ein drongur her. Hann
var ræðuliga sjúkur. Hann orkaði ikki at
ganga. Mamma og babba geva teimum
heiluvág og sovorðið. Ofta gevi eg
teimum sjúku børnunum okkurt, sum eg
havi bygt við perlum. Tey, sum búgva
her, eta mat við fingrunum, tí tey eiga
ongar gaflar.
Í urtagarðinum hjá okkum eru nógvar
bananir, ananas og ymiskar aðrar
fruktir og grønmeti. Vit plaga at eta
mat úr urtagarðinum, men eisini mat
sum kemur við flogfarinum. Tað er
matur, sum onkur hevur keypt fyri
okkum í býnum. Her í skóginum er
eingin handil og heldur eingir vegir, so
vit mugu brúka flogfarið. Flogfarið er
næstan so lítið sum ein bilur.
Ein vinkona hjá mær eitur Mona. Hon er
mín besti vinur og spælir altíð við meg.
Hon eigur ikki fín klæðir. Hon eigur
øgiliga lítið av klæðum. Hon svevur ofta
hjá mær. Altíð, tá ið Mona svevur hjá
okkum, plagar babba at gera okkum
pannukøkur, og vit hugna okkum. Heima
hjá teimum eigur Mona onga song, bara
eina mottu á gólvinum, har hon svevur.
Tað gera øll, sum búgva her. Tey eiga
bara eini lítil hús, sum hava eitt rúm,
onkuntíð tvey.
Tá ið eg skal í skúla, so fer Mona heim
at vaska klæðir hjá teimum og ansa eftir
lítla beiggja. Eg skal í skúla heima hjá
okkum, og mamma er lærarin hjá mær.
Vit fara næstan altíð í ánna, tá eg eri
liðug í skúla. Eg svingi í einum longum
bandi, og so leypi eg langt út í vatnið.
Tað er djúpt í ánni, men eg dugi at svimja.
Tá tað regnar nógv, koma krokodillur í
ánna, og tá sleppi eg ikki at svimja.
Her eru nógv dýr. Fýrbein, froskar og
slangur. Um ein slanga kemur, so má mann
sláa hana við einum pinni, so hon rýmir.
Her er altíð heitt og nógv sól. Eg havi tað
gott og vóni, at tit eisini hava tað gott.
Bestu heilsur
Ragnhild
Trúboðan
60
Vinir_minir_og_eg_3_end.indd 60
21-06-1