Page 60 - Vinir minir og eg 3_low3

This is a SEO version of Vinir minir og eg 3_low3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Hey!
Eg eiti Dina og eg búgvi í Tansania. Eg búgvi her tí at
mamma og pápi mín eru trúboðarar her. Í Tansania snakka
vit swahili. Eg havi nógvar vinir sum eru afrikanarar. Vit
snakka swahili saman. Vit spæla ymisk spøl saman. Moja,
mbili, tatu (tað er krógva og blunda). Tikini (tað er fanga
ella pikk). Og nógv onnur spøl. Onkuntíð tekna vit.
Í Tansania eru nógv dýr. Her eru skjalbøkur, hundar, ketta,
grísar, geitir, neyt, hønur, perluhønur og dunnur. Tað eru
eru eisini nógv vill dýr, men tey koma ikki heim til okkara.
Tey villu eru m.a. zebra, leyvur, krokodillur, áarross, gas-
ellur, gnuar, hyenur, giraffar, slangur og nógv onnur.
Tansanianarar dáma best at eta ugali. Tey eta eisini rís og
bønir. Kjøt og fisk. Eisini kóka tey kál at eta.
Eg gangi í 3. flokki. Tað er bara eg í flokkinum. Men í
skúlanum heima í Kiabakari eru vit 4 børn. Onkuntíð fara
vit til Nairobi at ganga í skúla á einum norskum skúla. Har
eru 17 børn. Mær dámar væl at ganga í skúla, serliga at hava
evning.
Her er næstan altíð sól, men onkuntíð oysir tað niður.
Heilsan
Dina
Hey!
-
Hey 3. flokkur!
Eg eiti Dina, og eg búgvi í Tansania. Eg búgvi her, tí at
mamma og pápi mín eru trúboðarar. Í Tansania tosa vit
swahili. Eg havi nógvar vinir, sum eru afrikanarar. Vit
tosa swahili saman. Vit spæla ymisk spøl. Moja, mbili,
tatu, sum er krógva og blunda, tikini, sum er
fangaspæl, og nógv onnur spøl. Onkuntíð tekna vit.
Í Tansania eru nógv dýr. Í umráðnum, har vit búgva,
eru skjaldbøkur, hundar, kettur, grísar, geitir, neyt,
hønur, perluhønur og dunnur. Tað eru eisini nógv vill
dýr, men tey koma ikki heim til okkara. Tey villu dýrini
eru sebra, leyvur, krokodillur, áarross, gasellur, gnúar,
hyenur, giraffar, slangur og nógv onnur.
Teimum í Tansania dámar best at eta ugali. Tey eta
eisini rís og bønir, kjøt og fisk. Eisini kóka tey kál at
eta.
Eg gangi í 3. flokki. Tað er bara eg í flokkinum. Men í
skúlanum heima í Kiabakari eru vit 4 børn. Onkuntíð
fara vit til Nairobi. Har er ein norskur skúli. Á
skúlanum ganga 17 børn. Mær dámar væl at ganga í
skúla, serliga at hava evning.
Her er næstan altíð sól, men onkuntíð oysir tað niður.
Heilsan
Dina
Trúboðan
58
Vinir_minir_og_eg_3_end.indd 58
21-06-1