Page 51 - Vinir minir og eg 3_low3

This is a SEO version of Vinir minir og eg 3_low3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Paulus fýgg jar
Paulus hevði fngið sjónina aftur og var í Damaskus í
­nakrar dagar. Hann varð doyptur og gjørdist limur í
kirkjuliðnum har. Har fór hann at siga fólki frá tí, sum
hann hevði upplivað. Hann talaði eisini í sýnagogunum
um, at Jesus var sonur Guds.
Nakrir av lærusveinunum noktaðu at hava nakað við
Paulus at gera. Hóast Paulus segði, at hann var broyttur,
so mintust lærusveinarnir alt ov væl, hvussu illa hann
var farin við teimum kristnu í Jerúsalem. Og jødarnir,
sum høvdu sent Paulus at týna tey kristnu, gjørdust
eisini bils­nir av tí, sum var hent við Paulusi. Men ­seinni
­gjørd­ust teir rættiliga illir, og teir ætlaðu at drepa
­Paulus. Teir settu vakt við býarmúrin bæði nátt og dag,
so Paulus ikki skuldi rýma.
Men tá vóru lærusveinarnir skjótir við góðum ráðum.
Eina náttina bóðu teir Paulus seta seg í eina kurv, og
síðani lestu teir hann niður í kurvini. Soleiðis slapp
­Paulus út úr Damaskus.
Tá ið Paulus kom til Jerúsalem, royndi hann at halda ­seg
at lærusveinunum. Men øll tey kristnu ræddust hann,
tí at tey trúðu ikki, at hann var ein av teimum. Men
Barnabas tók sær av honum, fór til ápostlarnar og segði
teimum frá, hvussu hann á vegnum hevði sæð Gud.
4
Vinir_minir_og_eg_3_end.indd 49
21-06-1