Page 49 - Vinir minir og eg 3_low3

This is a SEO version of Vinir minir og eg 3_low3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Saul hataði tey, sum trúðu á Jesus. Hann
spottaði og hótti lærusveinarnar. Ein dagin
fór Saul til høvuðsprestin og bað hann skriva
eitt bræv. Saul ætlaði sær til Damaskus og
vildi hava loyvi at handtaka øll, sum trúðu.
Á veg til Damaskus skein brádliga eitt ljós av
himni. Saul fall til jarðar. Hann hoyrdi eina
rødd siga: ”Saul, Saul, hví søkir tú at mær?”
Men Saul segði: ”Hvør ert tú?” Og hann
svaraði: ”Eg eri Jesus, sum tú søkir at. Men
reis teg og far til Damaskus, og har skalt tú
fáa at vita, hvat tú skalt gera.”
Menninir, sum vóru við Saul, stóðu málleysir.
Teir hoyrdu røddina væl, men teir sóu ongan.
Saul reisti seg upp, men tá ið hann læt eyguni
upp, sá hann einki. Tá máttu menninir leiða
Saul inn í Damaskus. Í tríggjar dagar sá hann
einki, og hann hvørki át ella drakk.
Í Damaskus var ein lærusveinur hjá Jesusi,
sum æt Ánanias. Gud segði við hann í eini
Hvør var Paulus?
sjón: “Ánanias, far og spyr í húsinum hjá
­Judasi eftir einum manni frá Tarsus, sum
eitur Saul.”
Men Ánanias svaraði: ”Gud, eg havi hoyrt
so nógv um Saul, hvussu óreinur hann er
við tey, sum trúgva á Jesus. Hann er nú
­kom­in til Damaskus og hevur fngið loyvi frá
høvuðsprestunum at binda øll tey, sum ákalla
navn títt.” Men Gud segði við hann: ”Far,
tí eg havi útvalt hann at siga heidningum,
kongum og ísraelsbørnum um meg.”
Ánanias fór avstað og kom inn í húsið, har
sum Saul var. Hann legði hendurnar á hann
og segði: ”Saul, bróðir! Gud hevur sent
meg til tín, so at tú kanst fáa sjónina aftur
og verða fyltur við heilagum anda.” Í somu
løtu fekk hann sjónina aftur. Hann reisti seg
og varð doyptur. Tá fekk Saul sær at eta og
styrknaði. Men hann varð nakrar dagar hjá
lærusveinunum í Damaskus.
4
Vinir_minir_og_eg_3_end.indd 47
21-06-1