Page 35 - Vinir minir og eg 3_low3

This is a SEO version of Vinir minir og eg 3_low3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Hvør maður ella kona, ið
óboðin fer inn fyri kong, er
undir lóg, at hann ella hon
má láta lív, um ikki kongur
rættir út gullsprota sín.
Ester bjargar fólki sínum
Áhasverus kongur, sum var giftur við Ester drotning, setti
Háman at ráða yvir øllum tænarum sínum. Kongurin gav
tey boð, at allir tænararnir skuldu kasta seg niður fyri
­Háman og tilbiðja hann. Men Mordokai fall ikki á knæ
fyri honum.
Tá gjørdist H­áman illur. Hann hevði fngið at vita, at
­Mordokai var jødi, og fekk tí hug at hevna seg. Háman
segði við Áhasverus kong: ”Jødarnir vilja ikki akta tíni
boð, tí eiga teir at verða dripnir.” Kongurin segði við
­Háman: ”Ger, sum tú vilt!”
Tá ið Mordokai fekk hetta at vita, gjørdist hann keddur
og bangin. Hann segði Ester drotning frá øllum, sum
­Háman ætlaði at gera, og bað Ester fara inn fyri kongin
og biðja og bøna hann um at vísa fólki hennara náði, og
segði: ”Hvør veit, um tað ikki júst var fyri at gera hetta, at
tú gjørdist drotning?”
Ester segði: ”Hóast tað er ímóti lógini, so skal eg fara
inn fyri kong. Biðið fyri mær!” Bangin fór Ester inn fyri
­kongin. Men kongurin lurtaði eftir Ester, og tá ið hann
hoyrdi, at Háman ætlaði at týna Ester og fólk hennara,
gjørdist hann illur. Kongurin sendi avstað menn við
boðum um, at jødarnir skuldu fáa frið og fnna náði.
3
Vinir_minir_og_eg_3_end.indd 33
21-06-1