Page 32 - Vinir minir og eg 3_low3

This is a SEO version of Vinir minir og eg 3_low3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Ester drotning
Hadassa var ein vælvaksin og vøkur genta. Av tí at
bæði mamma og pápi hennara vóru deyð, búði hon
hjá systkinabarni sínum Mordokai. Hadassa var glað,
tí Mordokai var so góður við seg. Hann hevði ættleitt
hana, og hevði givið henni persiska navnið Ester,
sum merkir stjørna.
Mordokai arbeiddi á kongsborgini. Ein dagin, tá ið
hann kom heim úr arbeiði, segði hann Ester, at menn
kongsins leitaðu eftir eini ungari gentu, sum skuldi
gerast drotning. "Kanska fer hann at velja teg til
drotning, Ester," segði Mordokai. Men Ester dugdi
als ikki at síggja, at kongurin fór at hava áhuga í sær.
Ahasverus kongur fór, júst sum Mordokai hevði sagt, at
leita í øllum landspørtum eftir einari drotning. Tann unga
gentan, ið kongurin dámdi best, skuldi gerast drotning.
Hóast Ester ivaðist, fór hon til kongshøllina. Av tí, at hon
var so ftt og blídlig, vóru øll góð við hana. Eisini gjørdist
Hagai, kvinnuvaktin, væl við hana og hjálpti henni. Men
Ester segði einki um, at hon var jødi. Tað hevði Mordokai
álagt henni.
Mordokai gekk hvønn dag aftur og fram uttan fyri
forgarðin, ið hoyrdi til kvinnuhúsið, fyri at fáa at vita,
­hvussu Ester hevði tað. Tá ið Ester hevði bíðað í tólv
mánaðir, varð hon leidd inn fyri kongin. Tá ið kongurin
sá Ester, visti hann beinanvegin, at hetta var hon,
sum skuldi gerast drotning. Hann setti krúnu á høvd
hennara og gjørdi hana til drotning. Síðani helt kongurin
stóra veitslu fyri øllum høvdingum og tænarum sínum.
30
Vinir_minir_og_eg_3_end.indd 30
21-06-1