Page 30 - Vinir minir og eg 3_low3

This is a SEO version of Vinir minir og eg 3_low3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Gideon fer í bardaga
Gud hevði sagt, at Gideon skuldi reka fíggindarnar
burtur. Tíðliga ein morgunin fór Gideon av stað við
­32 000 monnum. Tá segði Gud við Gideon: “Tú hevur ov
nógvar menn við tær. Gud bað Gideon siga við hermenn
sínar: “Allir tit, sum eru bangnir, kunnu sleppa heim
­aftur.” Tá rýmdu 22 000 menn. Kortini helt Gud, at teir
enn vóru ov nógvir hermenn. At enda hevði Gideon bert
heilt fáar menn eftir.
Fíggindarnir høvdu tjaldað eitt sindur burtur frá. Har vóru
feiri túsund menn, og teir høvdu nógvar kamel­ar. Gud
visti, at Gideon var bangin. Hann bað Gideon ­sníkja seg
oman til leguna hjá fíggindunum og lurta eftir, hvat teir
tosaðu um. Gideon so gjørdi. Teir festu lógu og svóvu í
tjaldi, men tað vóru tveir, sum tosaðu saman.
Ein teirra segði: “Eg haldi, at Gideon fer at vinna á
­okkum, tí Gud hjálpir honum!” Gideon skundaði sær nú
aftur til hermenn sínar og segði: “Vaknið! Gud vil lata
okkum vinna á fíggindanum.” Gideon gav hermonnu­num
horn og tómar leirkrukkur við brennandi faklum. Teir
komu til leguna hjá fíggindanum á miðjari nátt. Gideon og
allur herur hansara blástu í hornini og knústu ­krukkurnar.
Tað varð ein ræðuligur gangur. ­Fíggindarnir ­gjørdust
­ræddir, tá ið teir hoyrdu gangin, og fýddu.
Gideon var
lýðin
28
Vinir_minir_og_eg_3_end.indd 28
21-06-1