Page 25 - Vinir minir og eg 3_low3

This is a SEO version of Vinir minir og eg 3_low3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Dómarin Debora
Bæði Móses og Jósva vóru nú deyðir. Sum tíðin gekk,
gloymdi ísraelsfólk alt um Gud. Tey fngu sær aðrar
gudar og livdu ikki eftir boðum Guds. Tí læt Gud Jabin
kong vinna á teimum. Hann var ein harður kongur, sum
kúgaði tey. Herhøvdingi hansara æt Sisera.
Har um leiðir búði ein genta, sum æt Debora. Debora
visti alt um valdið hjá Jabin og skilti ikki rættiliga, hví
fólkið ikki lurtaði eftir Gudi. Tey suffaðu og søgdu:
“Gudarnir eru deyðir, tá teir ikki hjálpa okkum! Teir
hoyra ikki bønir okkara!” Men Debora visti, at tá ið
fólkið hevði vent Gudi bakið, lurtaði hann ikki eftir
teimum.
Debora hugsaði nógv um, hvussu hon kundi hjálpa
teimum, tí hon var góð við fólkið. Hon royndi at geva
teimum gott mót og segði, at um tey aftur fóru at líta á
Gud og biðja til hann, so fór hann at hoyra tey. Fleiri og
feiri fólk hoyrdu um Deboru. Tey hoyrdu, hvussu djørv
hon var, og vildu fegin lurta eftir tí, hon segði.
Av tí at Debora bæði var vís og rættvís, fekk fólkið so
stórt álit á henni, at hon gjørdist dómari í Ísrael. Hetta
var eitt týdningarmikið starv. Ísraelsfólk komu til
henn­ara, fyri at hon skuldi døma í málum teirra.
2
Vinir_minir_og_eg_3_end.indd 23
21-06-1