Page 23 - Vinir minir og eg 3_low3

This is a SEO version of Vinir minir og eg 3_low3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
-
-
aftur!”
-
Ráhab trúði!
Ráhab
Jósva skuldi føra ísraelsfólk inn í landið, sum Gud hevði
lovað teimum. Jósva sendi tveir njósnarar inn í býin ­Jeriko
at vita, hvussu tey lættast kundu koma inn í landið og
­hertaka tað. Njósnararnir kendu ongan í Jeriko og vistu
ikki ­rætti­liga, hvar teir skuldu fara. Men tá hoyrdu teir
brádliga onkran teska: “Komið við mær, eg skal krógva
tykkum!” Tað var ein kvinna, sum æt Ráhab. Njósnararnir
skundaðu sær avstað við Ráhab. Hon krógvaði teir uppi á
takinum.
Skjótt frætti kongurin í landinum, at njósnarar vóru
­komnir. Hann gav strong boð um, at leitað skuldi verða
inni hjá Ráhab. Men Ráhab segði: “Teir vóru her, men teir
eru farnir. Um tit skunda tykkum, so fáa tit teir kanska
aftur!”
Tá ið hermenninir vóru farnir, segði hon við njósnararnar:
“Fólkið í Jeriko ræðist tykkum, tí vit hava hoyrt, at Gud
er við tykkum. Tá ið tit fara at leypa á bý mín, tá fara tit
at vinna. So aftur fyri at eg havi hjálpt tykkum, mugu tit
lova ikki gera mær ella familju míni nakað!” Men áðrenn
njósnararnir fóru, bóðu teir Ráhab binda ein reyðan tráð í
vindeygað, og søgdu: "Tá ið ísraelsmenn leypa á og síggja
tráðin, leggja teir ikki á hús títt." Tá gav Ráhab teimum
reip, so teir kundu síga seg niður eftir múrinum. Teir
skundaðu sær avstað.
2
Vinir_minir_og_eg_3_end.indd 21
21-06-1