Page 21 - Vinir minir og eg 3_low3

This is a SEO version of Vinir minir og eg 3_low3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Hvat er ein
hetja?
Ársins fyrstuhjálparar í 2010
Ein vetrardag í oktober 2009 fóru Hjørtur og Tummas
oman á sandin í Syðrugøtu at hyggja at brimi. Teir
gingu út í Støð og fóru síðani heilt út á keiina. Meðan
teir soleiðis stóðu og eygleiddu brimið, kom eitt stórt
óløgi. Hjørtur og Tummas sluppu sær burtur og runnu
báðir niðan undir brimgarðin. Men Adrian, sum eisini
var komin at hyggja at briminum, var ov seinur, og var
í einum skolaður út av keiini og á bláman.
Adrian royndi at svimja, men tað var ov tungt at
svimja í klæðum. Tað eydnast honum tó at svimja inn
móti keiini. Hjørtur skundaði sær at blaka jakkan og
toygdi seg so langt hann kundi, meðan Tummas helt í
bein hansara. Teir róptu á Adrian og eggjaðu honum
at halda á fram at svimja. Aldurnar skolaðu oman
yvir teir, og Adrian var feiri ferðir drigin út frá, men
fjórðu ferð eydnast tað. Teir tóku í Adrian, og fngu
hann upp úr sjónum.
Teir fóru síðan heim til Hjørt, men har var eingin inni.
Teir lótu Adrian úr vátu klæðunum og koyrdu hann
undir heita brúsu. Síðan ballaðu teir hann í eina heita
dýnu.
1
Vinir_minir_og_eg_3_end.indd 19
21-06-1