Page 17 - Vinir minir og eg 3_low3

This is a SEO version of Vinir minir og eg 3_low3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Mikael var ein av høvuðseinglunum, sum var boðberi og
herhøvdingi hjá Gudi. Mikael bardist fyri tí góða.
Ein dagin møtti Mikael einum óndum dreka. Hesin drekin,
sum einaferð var ein av teimum stóru einglunum hjá Gudi,
gjørdist øvundsjúkur inn á Gud. Hann savnaði sær feiri
aðrar einglar at berjast ímóti Gudi. Og av tí at eingilin var
øvundsjúkur og illur, hataði hann menniskjuni, sum Gud
hevði skapt. Hann slatraði og klagaði menniskjuni fyri
Gudi. Hann vísti á alt tað skeiva, menniskjuni gjørdu, og
segði: “Hygg, hvat tey gera. Tey eru ikki nóg góð at elska!”
Hann vildi oyðileggja menniskjuni.
Men hendan dagin uppi í himlinum fóru høvuðseingilin
Mikael og einglar hansara at berjast ímóti drekanum. Eftir
stóra bardagan vann Mikael á drekanum. Teir vóru riknir
út úr himlinum.
1
Vinir_minir_og_eg_3_end.indd 15
21-06-1