Page 14 - Vinir minir og eg 3_low3

This is a SEO version of Vinir minir og eg 3_low3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Dánjal er
ikki bangin!
Verndareingil
Dánjal trúði á Gud og bað til hansara hvønn dag.
Dárius kongi dámdi væl Dánjal. Kongur setti tí hann
at ráða í ríkinum næst sær. Hetta dámdi ikki ­øllum,
og feiri royndu at fnna okkurt at klaga Dánjal fyri.
­Hesir vistu, at Dánjal bað hvønn dag til Gud. Teir
bóðu Dárius gera eina nýggja lóg. Um nakar í 30
dagar tilbað nakran gud uttan kong, skuldu tey verða
kastað fyri leyvurnar. Hetta dámdi konginum væl, og
hann skrivaði tí undir hesi boð.
Sjálvt um Dánjal hevði frætt um boðini, gjørdi hann,
sum hann var vanur. Hetta sóu menninir og skundaðu
sær til kongin at siga honum tað. Tá angraði kongurin,
at hann hevði sett hesa lóg í gildi. Ímóti sínum vilja
mátti hann tungur í huga biðja vaktarmenninar taka
Dánjal og kasta hann í leyvuhellið.
Dagin eftir skundaði kongur sær út til leyvuhellið og
rópti: “Dánjal! Hevur Gud tín verið mentur at bjargað
tær?” Tá svaraði ein rødd: “Ja, tygara hátign, Gud mín
sendi ein eingil, sum læt munnin á leyvunum aftur, so
tær ikki kundu gera mær nakað.” Dárius var so glaður,
at Dánjal var á lívi. Hann setti lógina úr gildi og gav
boð um, at øll skuldu óttast tann Gud, sum Dánjal
trúði á.
12
Vinir_minir_og_eg_3_end.indd 12
21-06-1