Page 12 - Vinir minir og eg 3_low3

This is a SEO version of Vinir minir og eg 3_low3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Gabriel og Sakarias
Elisabet og Sakarias høvdu leingi biðið til
Gud um at fáa eitt barn. Men nú vóru tey so
gomul, at tey væntaðu ikki, at Gud fór at geva
teimum barnið.
Sakarias var prestur. Brádliga kom ein eingil
til Sakarias í templinum. Eingilin segði við hann:
”Ver ikki bangin, Sakarias, tí Gud hevur hoyrt bøn
tykkara, og tit skulu fáa ein son, og hann skal eita
Jóhannes.”
Sakarias segði við eingilin: ”Hvussu kann
hetta vera satt? Bæði Elisabet og eg eru alt
ov gomul at fáa eitt barn.” Eingilin svaraði:
”Eg eri Gabriel. Gud hevur sent meg út at
bera tær hesi gleðiboðini. Men afturfyri at tú
ikki trúði mær, skalt tú ikki fáa tosað. Tú skalt
vera málleysur, inntil Jóhannes er føddur.” 
Hvør er hasin
eingilin?
10
Vinir_minir_og_eg_3_end.indd 10
21-06-1