Page 103 - Vinir minir og eg 3_low3

This is a SEO version of Vinir minir og eg 3_low3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Jesus varð risin upp aftur frá teimum deyðu. Hann vísti
seg feiri ferðir fyri sínum lærusveinum, og ein dagin, tá
ið Jesus soleiðis stóð og tosaði við lærusveinarnar, spurdu
teir hann: “Harri, ætlar tú nú at gera Ísrael til eitt ríki?”
Hann segði við teir: “Hugsið ikki um hetta, tí tit skulu
fáa kraft, tá ið heilagur andi kemur yvir tykkum, og tit
skulu verða vitni míni bæði í Jerúsalem og í allari Júdeu
og Sámáriu og síðani allari jørðini.”
Tá ið hann hevði sagt hetta, sóu teir, at hann varð tikin
upp til himmals, og eitt skýggj tók hann, so teir ikki sóu
hann. Teir royndu at fáa eyga á hann aftur. Meðan teir
soleiðis stóðu og hugdu beint upp í loft, komu ­brádliga
tveir menn í hvítum klæðum til teir, og søgdu: “Tit
­Galileumenn, hví standa tit og hyggja upp til himmals?
Hesin Jesus, sum er upp tikin frá tykkum til himmals,
skal koma aftur á sama hátt, sum tit sóu hann fara til
himmals.”
Kristi himmalsferðardagur
1
Vinir_minir_og_eg_3_end.indd 101
21-06-1