Skip to main content

Villu svanirnir

autism research paper outline research papers on political science engvid essayLangt burtur hiðani, har, sum svalurnar fara, tá ið tær rýma frá okkum, tí tað er vetur her, búði ein kongur, sum átti ellivu synir og eina dóttur, sum æt Elisa. Teir ellivu brøðurnir, sum allir vóru prinsar, gingu í skúla við stjørnu í bringuni og svørði við lið. Teir skrivaðu á gulltalvu við gimsteinagrifli, og teir dugdu líka so væl at lesa uttanat sum innanat. Tú hoyrdi beinanvegin, at teir vóru prinsar. Elisa systir sat á einum lítlum skamli av spegilsglasi og átti eina myndabók, sum var keypt fyri helvtina av kongaríkinum.

Ja, hesi børnini høvdu tað gott, men soleiðis skuldi tað ikki fara at vera altíð!

Pápi teirra, sum var kongur í øllum landinum, gifti seg uppaftur við eini drotning, og hon var ikki góð við tey neyðars børn. Longu fyrsta dagin varnaðust tey tað. Á øllum slottinum var nógv stás og hóvasták, og børnini spældu, at tey fingu gestir. Tey plagdu at fáa kakur og stokt súrepli at spæla við, men hon gav teimum sand í eitt glas og segði, at tey kundu látast, sum tað var góðgæti.

Vikuna eftir sendi hon Elisu systur til eini bóndafólk úti á landinum, og tað vardi ikki leingi, til hon hevði fingið kongin at halda, at prinsarnir vóru so bannsettir, at hann legði onki í teir meir.

”Flúgvið tit út í verðina og passið tykkum sjálvar!" segði henda ónda drotningin. ”Flúgvið sum stórir fuglar málleysir!" Men hon fekk ikki gjørt tað so ringt, sum hon vildi. Teir vórðu skaptir um til ellivu vakrar svanir. Við einum merkiligum láti flugu teir út gjøgnum slotsvindeyguni, uppi yvir viðarlundini og skóginum.

Tað var tíðliga á morgni, at teir flugu uppi yvir, har systir teirra, Elisa, lá og svav í stovuni hjá bóndanum. Teir flugu heilt niður móti takinum, og teir slógu hart við veingjunum og snaraðu sær í ymsar ættir, men ongin sá teir, og tískil máttu teir halda uppeftir aftur, langt upp um skýggini, og so flugu teir langt út í víðu verð. Har komu teir til ein myrkan skóg, sum gekk heilt oman til sjóvarmálan.

Neyðars lítla Elisa var hjá bóndanum og spældi við eitt grønt blað, tí annað átti hon ikki at spæla við. Tá var tað fyri henni, sum sá hon eyguni í beiggjunum, og hvørja ferð, hon føldi, at sólin skein á kjálkan, var tað sum at fáa muss frá beiggjunum.

Dagarnir fóru, ein fyri, annar eftir. Og kom vindurin gjøgnum rósurunnarnar, teskaði hann til rósurnar: ”Hvør kann vera vakrari enn tit?" Men rósurnar ristu við høvdinum og søgdu: ”Tað er Elisa!"

Og sat gamla konan í durunum sunnudag og las í sálmabókini, vendi vindurin bløðunum og teskaði við bókina: ”Hvør kann vera betri enn tú," so segði bókin: ”Tað er Elisa!" Og rætt høvdu bæði rósurnar og sálmabókin. Tá ið hon varð fimtan ár, skuldi hon heim, og tá ið drotningin sá, hvussu vøkur hon var, kastaði hon hatur á hana. Hon hevði hug at ganda hana til ein villan svan sum brøðurnar, men hon tordi ikki, tí pápin vildi sleppa at síggja dóttrina.

Tíðliga um morgunin fór drotningin inn í baðirúmið. Tað var klætt við marmara og prýtt við mjúkum høgindum og bleytum teppum. Drotningin tók tríggjar froskar, kysti teir og segði við fyrsta: ”Set teg á høvdið á Elisu, tá ið hon fer í bað, so at hon verður dølsk sum tú!" - Við annan segði hon: ”Set teg á pannuna á henni, so at hon verður ljót sum tú, so kennir pápin hana ikki!" Og við tann triðja segði hon: ”Hvíl teg við hjarta hennara, so hon fær eitt ringt sinnalag, sum man fara at pína hana!" Hon slepti froskunum í tað klára vatnið, sum beinanvegin gjørdist grønt, og so rópti hon Elisu, læt hana úr og bað hana leggja seg í baðið. Beinanvegin, hon var komin at liggja, setti ein froskur seg í hárið, ein á enni hennara og tann triði á bringuna. Men Elisa varnaðist tað ikki, og tá ið hon reisti seg úr baðnum, flutu tríggjar reyðar dreymsóljur í karinum. Høvdu froskarnir ikki verið eitraðir av, at drotningin kysti teir, so høvdu teir verið skaptir um til reyðar rósur, men nú gjørdust teir dreymsóljur, og blomstur gjørdust teir av at hvíla á høvur og við hjarta hennara. Hon var so góð og sakleys, gandurin rein ikki við hana.

Tá ið ónda drotningin sá hetta, smurdi hon hana við valnøtasevju, so hon bleiv heilt myrkabrún, og so smurdi hon stinkandi olju í andlit hennara og fløkti tað deiliga hárið upp í ein døsil, so at tað var vónleyst at kenna ta vøkru Elisu aftur.

Tá ið so pápin sá hana, gjørdist hann illa við og segði, at hatta var ikki dóttir sín, og ongin vildi kennast við hana uttan varðhundurin og svalurnar, men tað vóru fátæk dýr, sum onki høvdu at siga.

Tá græt neyðars Elisa og hugsaði um brøður sínar, sum allir ellivu vóru burtur. Sorgarbundin sníkti hon seg út úr slottinum, gekk yvir bø og mýrar inn í tann stóra skógin. Hon visti als ikki, hvagar hon skuldi fara, men hon kendi seg so sorgarbundna, og henni longdist so eftir brøðrunum. Teir vóru helst eins og hon riknir út í verðina, og nú skuldi hon royna at finna teir.

Hon hevði gingið stutt í skóginum, so kom náttin. Hon var vilst, men hon legði seg í tann mjúka mosan, las kvøldbøn og legði seg við høvdinum á eini túgvu. Har var so kvirt, luftin var so mild og allastaðni uttan um hana lýsti tað sum grønur eldur. Tað vóru jóansøkuormar, sum lýstu í myrkrinum, og bara hon leysliga nart við eina grein, so duttu teir lýsandi niður til hennara sum stjørnuskot.

Alla náttina droymdi hon um brøðurnar. Tey spældu aftur, sum tá ið tey vóru børn, skrivaðu við gimsteinagrifli á gulltalvu og hugdu í ta deiligu myndabókina, sum hevði kostað hálvt kongaríkið. Men á talvuna skrivaðu tey ikki nú sum fyrr, bara null og strikur, nei, nú skrivaðu tey alt, sum tey høvdu upplivað, og í myndabókini livdi alt: fuglarnir lótu, og fólkini komu út úr bókini og talaðu við Elisu og brøðurnar, men tá ið hon blaðaði, lupu tey beinanvegin innaftur, at bland ikki skuldi koma í myndirnar.

Tá ið hon vaknaði, var sólin longu høgt á himli. Rætt var tað, hon sá ikki sólina fyri trøunum, men hon sá, at sólstrálurnar skygdu millum greinarnar sum gullglitur. Á, sum har angaði av grønum, og tað var alt av at gera, at fuglarnir ikki settu seg á akslar hennara. Hon hoyrdi vatnið skvatla, tí fleiri keldur runnu omaneftir, og allar runnu í somu tjørnina, og har var deiligur sandbotnur.

Tætt kjarr vaks uttan um tjørnina, men einastaðni høvdu hjørtirnir gjørt eitt op, og tann vegin fór Elisa oman til tjørnina. Vatnið var so klárt, at hevði ikki verið eitt lot, sum fekk greinar og bløð at rørast, hevði hon hildið, at tey vóru málað niðri á botni, so sjónskt speglaðist hvørt blað, bæði tey, sum sólin skein á, og tey, sum stóðu í skugga.

Beinanvegin, sum hon sá sítt egna andlit, gjørdist hon ræðslusligin, so brúnt og ljótt sá tað út, men tá ið hon stakk hondina niður í vatnið og streyk eftir eygum og pannu, kom tann skæra húðin aftur til sjóndar. Hon fór úr øllum klæðunum og vassaði út í tað reina vatnið. Vakrari kongabarn enn hon var ikki til í allari verðini.

Tá ið hon so hevði latið seg í aftur og greitt sítt síða hár, fór hon yvir til kelduna og drakk úr lógvanum og fór so spákandi longri inn í skógin uttan at vita, hvagar leiðin gekk. Hon hugsaði um brøður sínar og um tann góða Gud, sum ikki mundi fara at svíkja hana. Hann læt villu skógarsúreplini vaksa fyri at metta tey svongu. Hann vísti henni eitt sovorðið træ, sum stóð fult av súreplum. Her setti hon seg at fáa sær døgurða, setti skorðar undir greinarnar og fór so inn í myrkasta partin av skóginum. Har var so kvirt, at hon hoyrdi síni egnu fótafet, hoyrdi hvørt følnað blað, sum bognaði undir fótum hennara. Ikki ein fuglur at síggja, ikki ein sólstrála vann ígjøgnum tær stóru, tøttu greinarnar. Teir høgu træbularnir stóðu so nær saman, at tað var fyri henni, sum hon var umgyrd av tøttum træverki, ja, her var so einsligt, sum hon ongantíð áður hevði dugað at hugsað sær. Náttin bleiv sum bølaniða, ikki so frægt sum ein jóansøkuormur í mosanum. Hugtung legði hon seg at sova, men tá var tað fyri henni, sum trægreinarnar uppi yvir henni tóku seg sundur, og at Várharra við mildum eygum hugdi niður til hennara, meðan smáir einglar kagaðu út undan honum ymsastaðni frá.

Tá ið hon vaknaði um morgunin, visti hon ikki, um hon hevði droymt hetta, ella tað hevði verið veruleiki.

Hon fór til gongu, og tá møtti hon eini gamlari konu við eini kurv við berum á bakinum. Gamla konan gav henni nøkur ber.

Og Elisa spurdi hana, um hon ikki hevði sæð ellivu prinsar ríða gjøgnum skógin.

”Nei," segði tann gamla, ”men í gjár sá eg ellivu svanir við gullkrúnu svimja oman eftir ánni her nær við!"

Hon leiddi Elisu eitt sindur longri fram til ein bakka, og niðan fyri har rann ein á. Trøini við áarbakkarnar vuksu tvørtur um ánna hvørt móti øðrum, og summi, sum vuksu so streyrrøtt, høvdu skrætt rótina upp og toygdu seg so, at tey rukku hvørt øðrum.

Elisa segði teirri gomlu konuni farvæl og fór gangandi fram við áarbakkanum, til hon kom oman hagar, sum áin rann út í sjógvin.

Tað stóra deiliga hav lá nú fyri eygum hennara, men ikki eitt skip var at síggja, ikki ein bátur hómaðist. Hvussu skuldi hon nú koma longri fram á leið? Hon hugdi at smásteinunum, sum lógu á strondini. Sjógvurin hevði brýnt teir rundar. Glas, jarn og grót, alt, sum rak upp á land, hevði havið brýnt, tó at tað var nógv bleytari enn lítla hond hennara. ”Havið møðist ikki, tað heldur á at bylgjast, og so brýnir tað tað harða. Eg skal eisini halda á og ikki møðast. Takk fyri læruna, tit kláru, rullandi bylgjur! Einaferð, tað føli eg í hjarta mínum, fara tit at bera meg til mínar kæru brøður!"

Har lá tari og tang rikið upp á land, og millum taran fann hon ellivu svanafjaðrar, sum hon bant sum blómutyssi. Dropar lógu á fjaðrunum, men um tað vóru døggdropar ella tár, dugdi ongin at síggja. Einsligt var niðri við strondina, men hon føldi onki einsemi, tí havið var ongantíð í frið, har var altíð okkurt at síggja; á havinum hendi meir í nakrar tímar, enn tað hendi á einum vatni eitt heilt ár. Legðist eitt stórt, myrkt skyggj á himmalin, var tað, sum segði havið: ”Eg dugi eisini at síggja grískt út!" Og so kom vindur, og bylgjurnar brutu skúmhvítar. Men var roðin á himlinum, og ikki rørdist hár á høvdi, var havið sum eitt rósublað. So var tað grønt, so var tað hvítt, men hvussu stilt tað var, rørdi tað seg altíð inni við land. Sjógvurin gav seg upp og niður, sum bringan á einum sovandi barni.

Tá ið sólin var um at fara til viðar, sá Elisa ellivu hvítar svanir við gullkrúnu á høvdinum koma flúgvandi inn móti landi. Teir komu flúgvandi hvør aftan á annan, so tað sá út sum eitt langt, hvítt band. Tá fór Elisa niðan á bakkan og krógvaði seg aftan fyri ein runn. Svanirnir settu seg tætt við, har hon stóð, og kveistraðu sær við teim stóru, hvítu veingjunum. Beint sum sólin søkk í kav, hvurvu svanahamirnir, og har stóðu ellivu avbera vakrir prinsar, brøður Elisu. Hon rópti við, tí tó at teir vóru nógv broyttir, so visti hon, at tað vóru teir, kendi tað á sær, at tað mátti vera teir, og hon tveitti seg í armar teirra, nevndi teir allar við navni, og teir gjørdust so lukkuligir, tá ið teir sóu og kendu lítlu systrina, sum nú var vorðin stór og vøkur. Teir læðu, og teir grótu, og brátt høvdu tey sagt hvør øðrum, hvussu ónd stjúkmamma teirra hevði verið móti teim øllum.

”Vit brøður," segði tann elsti, ”flúgva sum villir svanir, so leingi sólin er á himlinum, men tá ið hon fer niður, verða vit aftur til menniskju. Tí mugu vit altíð hava fast undir føti, tá ið sólin setur. Tí høvdu vit tá flogið høgt uppi í luftini, høvdu vit dottið niður og doyð. Vit búgva ikki her. Eitt líka so vakurt land sum hetta er hinumegin vatnið, men vegurin hagar er langur. Vit mugu um tað stóra havið, og ongin oyggj er á vegnum, har vit kunnu hvíla okkum, einans eitt klettaskapilsi, sum er ikki størri, enn at vit so dánt fáa sitið har og kroyst okkum saman. Er brim, so leggur tað út yvir okkum, men kortini takka vit Gudi, at kletturin er har. Har sita vit um náttina, meðan vit eru í mannalíki, og var hann ikki, høvdu vit aldri kunnað vitjað okkara kæra føðiland, tí tveir teir longstu dagarnar í árinum hava vit um ferðina. Bara eina ferð um árið er okkum unnað at vitja okkara fedraheim, og ellivu dagar kunnu vit vera her, flúgva uppi yvir hesum stóra skógi, hóma slottið, har vit vórðu bornir í heim, og har faðir býr, og síggja høga kirkjutornið, har móðir liggur grivin. Her er tað fyri okkum, sum trø og runnar eru í ætt við okkum, her renna villrossini á fløtunum, sum tey runnu í barnadøgum okkara, her ljóða somu sangir, sum okkum dámdi so avbera væl at líða á, tá ið vit vóru børn, her er føðiland okkara, higar tráa vit eftir at koma, og her hava vit funnið teg, okkara kæru, lítlu systur. Tveir dagar aftrat kunna vit vera her, so noyðast vit at flúgva hiðani til eitt vakurt land, men sum ikki er okkara føðiland. Hvussu fáa vit teg við? Vit eiga hvørki skip ella bát!"

”Hvussu skal eg kunna bjarga tykkum?" segði systirin.

Og tey tosaðu saman næstan alla náttina, fingu bara eyguni saman stutt bil. Elisa vaknaði, tá ið hon hoyrdi svanaveingir súsa í luftini. Nú vóru brøðurnir vorðnir svanir aftur, og teir flugu í stórum ringum uppi yvir skóginum, áðrenn teir hildu leiðina út um sjónarringin. Ein teirra varð verandi eftir, tað var tann yngsti. Hann kom og legði høvdið í fangið á systrini, og hon kíndi honum um hvítu veingirnar. Allan dagin vóru tey saman, og tá ið kvøldið kom, komu hinir aftur. Tá ið so sólin setti, stóðu teir aftur har í mannahami.

”Í morgin flúgva vit hiðani og tora ikki at koma aftur fyrr enn um eitt ár, men vit kunna ikki fara frá tær soleiðis! Torir tú at koma við? Eg eri mentur einsamallur at bera teg gjøgnum skógin, skuldu vit so allir ellivu ikki verið mentir at flogið við tær um havið?"

”Jú, takið meg við!" segði Elisa.

Alla náttina sótu tey so og flættaðu eitt net av sevi og pílanævur, og netið bleiv bæði sterkt og stórt. Í hetta netið legði Elisa seg, og tá ið so sólin reis í eystri, og brøðurnir broyttust til svanir, tóku teir netið í nevini og flugu við tí høgt upp í luftina, og góða systir teirra svav so søtt í netinum. Sólin stavaði beint niður í andlit hennara, og tí fleyg ein av svanunum beint uppi yvir henni, at hon kundi liggja í skugga av veingjum hansara.

Teir vóru langt frá landi, tá ið Elisa vaknaði. Hon visti ikki betur, enn hon enn lá og droymdi, tí so undarligt var tað fyri henni at verða borin út yvir havið høgt uppi í luftini. Í netinum undir liðini á henni lá ein grein við berum og eitt bundi av góðum rótum. Tað hevði yngsti beiggi hennara hentað og lagt í netið.

Hon smíltist og nikkaði takksom til hansara, tí hon hevði varhugan av, at tað var hann, sum fleyg beint uppi yvir henni og skuggaði við veingjum sínum.

Tey flugu so høgt uppi, at fyrsta skip, sum tey sóu, var sum ein mási at síggja á sjónum. Eitt stórt skýggj var at síggja aftan fyri tey, tað var sum eitt fjall at síggja, og á tí sá Elisa skuggamyndina av sær sjálvari og teimum ellivu svanunum. Tað var sum ein ovurstórur málningur at síggja, vakrari enn hon nakrantíð hevði sæð áður. Men sum sólin kom longri upp á himmalin, og tey flugu longri burtur frá skýnum, hvarv vakra skuggamyndin.

Allan dagin flugu tey sum ørvin gjøgnum luftina, men kortini flugu svanirnir ikki so skjótt, sum teir plagdu, tí nú høvdu teir systrina í viðføri. Tað sá út til at fara at verða illveður, og dagurin seinkaði. Elisa sá óttafull sólina nærkast havsbrúnni, og enn var kletturin ikki at síggja. Tað var fyri henni, sum svanirnir bardu harðari við veingjunum, enn teir plagdu. Tað var hennara skyld, at teir ikki flugu so skjótt sum vant. Tá ið sólin var farin í kav, fóru teir at broytast aftur til fólk og at søkka í havið og umkomast. Tá bað hon av hjarta til Gud, men enn sást onki sker. Svarta skýggið nærkaðist, og hann var farin at vinda. Illveðursskýggini trunkaðu seg saman, og stormurin var ikki langt burtur, og nú fór toran at ganga.

Nú nart sólin við havsbrúnna. Elisa var ógvuliga óttafull, men tá stoyttu svanirnir á høvdið so skjótt, at Elisa helt, at teir duttu, men so dalaðu teir spakuliga. Sólin var nú hálv undir, og tástani sá hon skerið. Tað var ikki stórt frægari at síggja enn ein kópur, sum stakk trýnið upp úr vatnskorpuni. Og sólin søkk skjótt, so at nú var hon bert sum ein stjørna at síggja, men tá føldi Elisa fast undir fótum, og so sloknaði sólin, sum var hon síðsti neistin av einum brennandi pappíri. Tá stóðu eisini allir brøðurnir arm í arm uttan um hana, men so var heldur ikki meiri pláss á skerinum. Brimið breyt upp á skerið og skolaði oman yvir tey, og himmalin var sum eitt eldhav at síggja av øllum snarljósunum, og toran gekk. Men brøður og systir hildu í hond hvør á øðrum og sungu ein sálm, og tað bæði uggaði og gav teimum dirvi.

Tá ið tað lýsti morgunin eftir, var aftur gott veður og stilli. Beinanvegin, sum sólin reis úr havi, fóru svanirnir á flog við Elisu í nevunum. Enn vóru aldubrot at síggja á havinum, og skúmtopparnir líktust milliónum av svanum, sum floyttu sær á sjónum.

Tá ið sólin kom longri upp á himmalin, sá Elisa framman fyri sær, sveimandi í luftini, eitt fjallaland við glitrandi kavatindum, og mitt í landslagnum var eitt slott so ótrúliga stórt at síggja við súlnagongdum, sum snúðu sær hvør yvir aðrari. Í neðra vóru pálmaskógir og skreytblómur so stórar sum mylluhjól. Elisa spurdi, um hatta var landið, tey skuldu til, men svanirnir ristu við høvdinum og søgdu, at hatta var Fata Morgana, hon sá, men til tað slottið tordi onki menniskja at fara. Elisa bleiv við at hyggja at hesi merkiligu sjón, men tá skramblaðu slott, fjøll og skógir saman, og í staðin komu tjúgu vakrar kirkjur allar eins at skoða við høgum tornum og spískum vindeygum. Hon helt seg hoyra orglið spæla, men tað var havið, hon hoyrdi. Nú vóru kirkjurnar heilt nær, men so broyttust tær til ein heilan flota, sum sigldi niðri undir henni. Hon kveitti niður, men tá var tað bara tokan, sum lá niðri móti sjónum. Ja, mangt ymist slapp hon at síggja, og nú sá hon eisini veruligt land, hagar hon skuldi. Tað sást nú við vøkrum, bláum fjøllum, sedrisviðarskógum, býum og slottum. Langt áðrenn sólin fór niður, sat hon á einum fjalli við eitt stórt helli, har fínar grønar sleingiplantur vuksu. Tað sá út, sum broderað teppir vóru hongd uppfyri.

”Nú skalt tú vita, hvat ið tú fert at droyma í nátt," segði yngsti bróðir hennara og vísti henni, hvar hon skuldi sova.

”Gævi, eg droymi, hvussu eg skal bjarga tykkum!" segði hon, og hesin tankin gjørdist so livandi fyri henni. Hon bað so innarliga til Gud um hjálp, og sjálvt í svøvni bað hon. Tað var fyri henni, sum hon fleyg upp í luftina, til Fata Morgana skýslottið, og har kom ein álvamoy ímóti henni. Framúrskarandi vøkur var hon, og kortini líktist hon teirri gomlu konuni, sum gav henni ber í skóginum og segði henni frá svanunum við gullkrúnu um høvur.

”Brøður tínir kunnu bjargast!" segði hon, ”men ert tú djørv og tolin? Satt er tað, at havið er bleytari enn fínu hendur tínar, og kortini brýnir tað harðan stein, men tað følir onga pínu. Tínir fingrar fara at føla pínu. Havið hevur onki hjarta, kennir hvørki til ótta ella pínu, sum tú mást tola. Sært tú hesa notuna, eg havi í hondini? Nógvar av hesum slagnum vaksa uttan um hellið, har tú svevur. Einans hasar og so tær, sum vaksa í kirkjugarðinum, duga, minst til tað! Tær skalt tú henta, tó at tær fara at brenna teg, so bløðrur koma á. Brót noturnar undir fótum tínum, so fært tú lín. Av tí skalt tú snara og binda ellivu brynjuserkar við síðum ermum, teir skalt tú kasta yvir teir ellivu villu svanirnar, og so er gandurin loystur. Men minst væl til, at frá teirri stund, tú byrjar starv títt, og líka til tað er fullgjørt, um tað so varir í áravís, mást tú ikki tala. Fyrsta orð, sum kemur av munni tínum, fer sum ein drepandi dolkur ígjøgnum hjarta teirra. Tunga tín ræður fyri lívi brøðra tína. Minst til tað!"

Í somu løtu nart hond hennara við notuna, og tað var, sum hondin hevði nortið við gløðandi eld. Av hesum vaknaði Elisa. Tá var alljósur dagur, og tætt við, har sum hon hevði sovið, lá ein nota sum tann, hon hevði sæð í dreymum. Tá fall hon á knæ og takkaði Gudi og fór so út úr hellinum til at byrja arbeiði sítt.

Við sínum fínu hondum treiv hon um tær ógóðsligu noturnar. Tær brendu sum eldur, og hon fekk stórar bløðrur á armar og hendur. Tað toldi hon fegin, kundi tað bjarga brøðrunum. Hon breyt hvørja notu við sínum beru fótum og snaraði tað grøna lín.

Tá ið sólin var sett, komu brøður hennara, og teir gjørdust illa við, at hon sat so tigandi. Teir hildu, at hetta var nýggjur gandur frá stjúkmammuni. Men tá ið teir so sóu hendurnar, skiltu teir, at hetta gjørdi hon fyri teir. Yngsti bróðirin græt, og har, sum tár hansara fullu, føldi hon onga pínu, og tær brennandi bløðrurnar hvurvu.

Um náttina sat hon og evnaði brynjuserkirnar til, tí hon fekk ikki frið, fyrr enn hon hevði bjargað brøðrunum undan gandinum. Allan dagin, meðan brøðurnir vóru burtur, sat hon so eina, men kortini var tíðin ongantíð runnin so skjótt fyri henni. Ein brynjuserkur var longu liðugur, og nú fór hon undir næsta.

Tá hoyrdi hon veiðimannahorn ljóða uppi millum fjalla. Hon gjørdist bangin, og ljóðið nærkaðist. Hon hoyrdi eisini hundar goyggja, og av ótta sprakk hon inn í hellið at krógva seg, bant noturnar, hon hevði savnað saman í bundi og setti seg á tað.

Í somu løtu kom ein stórur hundur rennandi út úr kjarrinum og so aftur ein. Teir goyðu av grimd, vendu aftur, men komu so goyggjandi aftur. Tað vardi heldur ikki leingi, so stóðu allir veiðimenninir uttan fyri hellið, og tann vakrasti var kongurin har í landinum. Hann kom inn til Elisu, og ongantíð áður hevði hann sæð so vakra gentu.

”Hvaðani ert tú komin, vakra barn mítt?" spurdi hann. Elisa bara risti við høvdinum, tí tala kundi hon ikki, tað stóð jú um lív og bjarging hjá brøðrum hennara, og hon krógvaði hendur sínar undir fyriklæðinum, at kongur ikki skuldi síggja, hvussu hon píndist.

”Kom við mær!" segði kongur, ”her kanst tú ikki vera, og ert tú so góð, sum tú ert vøkur, skal eg klæða teg í silki og floyal, seta gullkrúnuna á høvur títt, og tú skalt búgva í mínum vakrasta slotti!" So tók hann hana upp á hest sín. Hon græt, men kongur segði: ”Eg vil bara títt egið besta, og einaferð fert tú at takka mær fyri tað." Hann spenti av stað millum fjøllini og hevði hana framman fyri sær á hestbakinum. Hinir veiðumenninir riðu aftaná.

Tá ið sólin var um at fara til viðar, sóu tey tann stásiliga kongabýin framman fyri sær við kirkjum og kúpum, og kongur fór við henni inn í slottið, har gosvøtn skvatlaðu í marmarasalum, og har veggir og loft vóru klødd við málningum. Men onki av hesum festi hon seg við, tí hon bara græt og syrgdi. Viljaleys læt hon kvinnurnar lata seg í kongalig klæðir, flætta perlur upp í hárið og lata seg í fínar handskar uttan yvir tær rivnu hendurnar.

Tá ið hon so stóð í øllum stásinum, var hon so hugtakandi vøkur, at tey uttan um hana boygdu seg enn djúpari fyri henni, og kongurin kjósaði hana til brúður sína, tó at erkabiskupurin risti við høvdinum og teskaði, at handa vakra skógargentan helst var ein gandakelling, sum blindaði eygu teirra og tølaði hjarta kongs.

Men kongur lurtaði ikki eftir hesum. Hann læt tónleikararnar spæla, dýrabaran mat bera fram, yndisligar gentur dansa fyri henni, og hon varð leidd gjøgnum angandi urtagarðar, inn í stásiligar salir, men ikki eitt smíl var at síggja á hennara varrum ella í hennara eygum. Har var bert ævig sorg at síggja. Tá læt kongur eitt lítið kamar upp tætt við, har hon skuldi sova. Har var pyntað við dýrabarum grønum teppum, so at har var júst sum at koma inn í hellið, har hon hevði búleikast. Á gólvinum lá línbundið, hon hevði spunnið av notunum, og uppi undir loftinum hekk brynjuserkurin, sum var vorðin liðugur. Alt hetta hevði ein av veiðumonnunum tikið heim við sær, tí hann helt tað vera so sjáldsamt at hava.

”Her kanst tú sita og droyma teg aftur heim í helli títt!" segði kongur. ”Her er arbeiðið, sum tú hevði fyri har, og nú kanst tú, mitt í øllum stásinum, hugna tær við at hugsa um ta farnu tíðina."

Tá ið Elisa sá hetta, sum var hennara hjarta so ógvuliga nær, kom eitt smíl á varrar hennara, og hon fekk aftur roða í kjálkarnar. Hon hugsaði um brøður sínar, og hon kysti kong á hondina, men hann tók hana og kroysti hana inn at hjarta sínum. So læt hann allar kirkjuklokkur ringja at siga frá, at nú skuldi brúdleypið vera. Tann vakra, stumma gentan úr skóginum skuldi gerast landsins drotning.

Tá teskaði erkabiskupur ónd orð í oyra kongs, men tey fóru ikki at hjartanum, brúdleypið skuldi vera, og erkabiskupur mátti sjálvur seta krúnuna á høvur hennara. Hann royndi tað illa, hann kundi, og trýsti ta trongu krúnuna so fast niður á høvdið, at hon fekk ógvuliga ilt, men hon lætst ikki um vón. Ein uppaftur tyngri ringur lá um hjarta hennara, sorgin um brøðurnar, tí føldi hon onki til likamligu pínuna. Muður hennara var læstur, tí kom eitt einasta orð um hennara varrar, var tað vissi deyðin hjá brøðrunum, men við eygunum sýndi hon sín stóra kærleika til tann góða og vakra kongin, sum gjørdi alt at gleða hana. Av sínum innasta hjarta gjørdist hon betri og betri við kongin. Gævi, hon hevði kunnað latið seg upp fyri honum, sagt honum, hvat hon mátti líða! Men stumm mátti hon vera, stumm mátti hon útinna sítt arbeiði. Tí sníkti hon seg um náttina frá hansara lið og inn í loynikamarið, sum var skrýtt sum hellið. Og har sat hon so og evnaði ein brynjuserkin fyri og annan eftir, men tá ið hon fór undir tann sjeynda, var onki lín eftir.

Á kirkjugarðinum visti hon, at noturnar vuksu, sum hon skuldi brúka, men hon mátti sjálv taka tær, og hvussu skuldi hon sleppa út á kirkjugarðin! ”Á, hvat hevur pínan í fingrunum at týða aftur ímóti tí, eg má líða í hjarta mínum!" gramdi hon seg, ”eg noyðist at vága tað! Várharra man fara at hjálpa mær!" Við bangilsi í hjartanum, sum var tað ein illgerð, hon ætlaði at gera, sníkti hon seg í mánalýsinum oman í garðin, gjøgnum langar viðargongdir, út á tær fólkatómu gøturnar og yvir til kirkjugarðin. Har sá hon, at á einum av teim breiðastu líksteinunum sótu fleiri kellingar. Tær skræddu seg úr kloddunum, sum tær ætlaðu at fara í bað, og so grópaðu tær við teim longu og klønu fingrunum í teim nýggju gravunum, tóku líkini upp og ótu burtur av teimum. Elisa mátti fara tætt fram við teimum, og tær gløddu við teim óreinu eygunum upp á hana, men hon las eina bøn, tók upp í kneppið av teim brennandi notunum og bar tær heim til slottið.

Bara eitt menniskja hevði sæð hana, erkabiskupurin. Hann var uppi, meðan onnur svóvu. Nú hevði hann fingið rætt í tí, hann hevði sagt, at tað var ikki rætt fatt við hasi drotningini, hon var gandakelling, og hon hevði gandað bæði kongin og alt fólkið.

Í skriftastólinum segði hann kongi frá, hvat ið hann hevði sæð, og hvørjum hann óttaðist fyri, og tá ið tey óndu orðini komu av hansara tungu, ristu tey útskornu halgimennini við høvdinum, sum vildu tey siga: ”Hatta er ikki so, Elisa hevur onga skuld!" Men erkabiskupurin týddi tað øðrvísi, segði, at tey vitnaðu ímóti henni, og at tey ristu við høvdinum, tí hon hevði syndað. Tá runnu tvey stór tár niður eftir kjálkunum á kongi, og hann fór heim við iva í hjartanum. Hann lætst at sova um náttina, men hann fekk ikki blund í eyguni og varnaðist, at Elisa fór upp hvørja nátt, og hvørja nátt fór hann aftan á henni og fylgdi henni, líka til hon fór inn í loynikamarið.

Sum dagarnir gingu, gjørdist hann myrkari í huga og útsjónd. Hetta sá Elisa, men hon visti ikki hví. Tað gjørdi hana kortini óttafulla, og enn meira óttafull var hon um brøðurnar. Niður á tað kongliga floyalið fullu tár hennara, og har lógu tey sum glitrandi gimsteinar, og øll, sum sóu hetta stórfingna skreytið, ynsktu, at tey vóru drotningin. Nú fór hon brátt at vera liðug við arbeiði sítt. Nú var bara ein brynjuserkur eftir, men nú hevði hon heldur onki lín, ikki eina ta einastu notu. Einaferð aftrat, bara hesa ferð, mátti hon yvir til kirkjugarðin at fáa so mikið av notum sum til ta síðstu brynjuna. Hon hugsaði við ótta um hesa óhugnaligu ferð og um hinar ræðuligu kellingarnar, men hon hevði ein sterkan vilja, sum var eins sterkur sum hennara álit á Gud.

Elisa fór, men kongur og erkabiskupur fóru aftaná, og teir sóu hana hvørva inn gjøgnum kirkjugarðsportrið, og tá ið teir komu til portrið, sóu teir kellingarnar soleiðis, sum Elisa hevði sæð tær, men kongur vendi sær burtur. Tí hann helt, at hon nú sat ímillum hinar, hon, sum hann hevði havt á armi sínum seinastu nátt.

”Fólkið skal døma hana!" segði hann, og fólkið dømdi: ”Hon skal brennast á báli!"

Úr teim stásiligu kongasalunum bleiv hon leidd til eitt myrkt og slavið hol, har gjósturin stóð inn gjøgnum vindeygað, har jarnstengur vóru fyri. Í staðin fyri floyal og silki fingu teir henni tað bundið av notum, sum hon hevði hentað, tað kundi hon hava til kodda. Teir hørðu brynjuserkirnar, hon hevði bundið, skuldi hon hava til dýnu, men einki kærari kundu teir givið henni, og hon settist beinanvegin aftur til arbeiðis og bað til Gud. Uttanfyri gingu ótangarnir og sungu tættir um hana. Ikki eitt tað einasta menniskja uggaði hana við einum orði.

Móti kvøldi hoyrdi hon súsið frá svanaveingjum uttan fyri vindeygað. Tað var yngsti bróðirin, sum hevði funnið systrina, og nú græt hon av gleði, tó at hon visti, at í nátt helst var hennara síðsta stund. Men nú var arbeiðið jú næstan liðugt, og brøðurnir vóru har.

Erkabiskupurin kom at vera síðsta tíman hjá henni. Tað hevði hann lovað kongi, men hon risti við høvdinum, bað við eygnabrá og hábrøgdum, at hann skuldi fara. Hesa náttina mátti hon gera arbeiði sítt heilt liðugt, annars var alt til onga nyttu, alt, bæði pína, tár og tær svøvnleysu næturnar. Erkabiskupurin fór, og tað vóru ikki mjúk orð, hann hevði á varrum um hana, men hon visti, at hon var ósek og helt á við arbeiði sínum.

Smáar mýs runnu á gólvinum, og tær royndu at hjálpa henni og drógu noturnar til hennara, og trøsturin sat uttan fyri vindeygað og læt alla náttina, og hann læt so kátur, fyri at hon ikki skuldi missa mótið.

Í lýsingini, ein tíma áðrenn sólin kom upp, stóðu ellivu brøður við slotsportrið og søgdu, at teir vildu sleppa at tala við kong, men tað kundu teir ikki, varð svarað, tí tað var á náttartíð. Kongur svav, og ongin tordi at vekja hann. Teir bóðu og bønaðu, og teir hóttu við illum. Vaktarmenninir komu, og kongur kom sjálvur og spurdi, hvat ið hetta hevði at týða. Tá reis sólin úr havi, og ongir brøður vóru at síggja, men uppi yvir slottinum flugu ellivu svanir.

Út um býarportrið skundaði nú mannamúgvan sær, tí øll vildu sleppa at síggja, tá ið gandakellingin varð brend. Eitt rakross dró vognin, sum Elisa sat í. Tey høvdu fingið henni ein kjóla av grovum posalørifti at fara í. Hennara síða, vakra hár hekk leyst niður eftir herðunum, men andlitið var líkbleikt. Hon læt við varrunum, meðan fingrarnir vundu tað síðsta línið. Tí heldur ikki á veg til deyðan gavst hon við tí arbeiði, hon hevði ætlað at útinna. Tíggju brynjuserkir lógu við føtur hennara, og hon sat við tí ellivta, sum ikki var rættiliga liðugur. Fólkamúgvan rópti hánarorð eftir henni.

”Hyggið kellingin, hvussu hon situr og tutlar. Onga sálmabók hevur hon í hondini, nei, situr við hasum gandaáhaldsinum, skræðið tað úr hondum hennara og álið tað sundur!"

Og øll trokaðu seg fram at henni og skuldu taka arbeiðið úr hondum hennara, men tá komu ellivu svanir flúgvandi og settu seg uttan um hana, meðan teir kveistraðu við veingjunum. Tá kom ótti á mannamúgvuna, og tey hopaðu undan.

”Hatta er eitt tekin av himli! Helst er hon ósek!" søgdu fleiri, men tey tordu ikki at siga tað hart.

Nú tók bøðilin í hondina á henni, tá skundaði hon sær at kasta teir ellivu brynjuserkirnar út yvir svanirnar, og har stóðu so ellivu alvakrir prinsar, men tann yngsti hevði ein svanavong til arm, tí ein erma var eftir at binda.

”Nú tori eg at tala!" segði hon. ”Eg eri ósek!"

Og fólkið, sum hevði sæð, hvat ið hent var, neig fyri henni sum fyri einum halgimenni, men hon fall sum deyð í armarnar á brøðrunum, so nógv høvdu spenningurin, óttin og pínan tikið henni.

”Ja, hon er ósek!" segði elsti bróðir hennara, og so segði hann frá øllum, sum teim hevði borist á, og meðan hann talaði, breiddi seg sum angin av milliónum av rósum, tí hvørt sprek á bálinum hevði nú fest røtur og fingið greinar, og nú stóð eitt høgt rósukjarr har. Har vuksu reyðar rósur, men ovast lýsti ein hvít rósa, sum var sum ein stjørna at síggja. Ta rósuna tók kongur og festi hana í bringuna á Elisu, og tá vaknaði hon við friði og eydnusælu í hjarta sínum.

Og allar kirkjuklokkur fóru av sær sjálvum at ringja, og fuglar komu flúgvandi í stórum flokkum. Hetta gjørdist ein brúdleypsferð aftur á slottið, sum ongin annar kongur hevði sæð makan til.

Upprunaheiti: H.C. Andersen: ”De vilde Svaner”, ”Eventyr fortalte for Børn. Ny Samling. Første Hæfte”, 1838.

Marius Johannesen (1905-1986) týddi. H.C. Andersen: ”Ævintýr – eitt úrval”, Bókadeild Føroya Lærarafelags 2005.