Skip to main content

Soria Moria slott

 

live homework help online raman peak assignment buy research papers cheap pay for a narrative essayEina ferðina vóru tað eini hjún, sum áttu ein son, ið æt Halvar. Hann var líka frá barns beini so latur, at hann tímdi einki at gera, sat bara við eldin og gróv í øskuni. Foreldrini royndu at fáa hann út at læra seg okkurt. Men nei, hann støðaðist ongastaðni; tá ið hann hevði verið eitt stað nakrar dagar, rýmdi hann, leitaði heim aftur og sat so aftur og gróv í øskuni.

Men so ein dagin kemur ein skipari og spyr Halvar, um hann hevur ikki hug at koma til skips við honum og fáa at síggja onnur lond. Jú, tað vildi Halvar so fegin. Hann leyp frá eldstaðnum at gera seg til, og so av stað við skiparanum.

Hvussu leingi, teir høvdu siglt, dugi eg ikki at siga, men best sum er, nú kemur stormur á teir, og tá ið hæsir av aftur, eru teir vilstir inn at einari strond, sum eingin umborð hevur sætt áður.

Har verða teir so liggjandi í stilli, sluppu ongan veg. Nú fer Halvar til skiparan og biður lova sær í land at síggja, hvussu vorðið ið er; tað var ólíka stuttligari enn bert at liggja umborð og sova.

Skiparin spurdi, um hann helt seg vera so ásýniligan at fara í land. “Hatta eru teir baru kloddar, tú hevur uppi á kroppinum. Nei, ver tú heldur umborð, drongur.” Men Halvar gavst ikki, bað og bønaði, til skiparin gav seg. Men hann legði honum eina við at koma umborð aftur, beint sum ein gráði kom niður á sjógvin.

Drongurin fer nú í land. Hetta var eitt vakurt land, hann var komin til. Allastaðni vóru stórar víddir av akri og ong; men fólk sá hann einki. Nú kom eitt gul niður á sjógvin. Halvar hugsar við sær: nei, enn fari eg ikki umborð aftur, eitt sindur gangi eg enn at vita, um eg hitti fólk. Um eina løtu kemur hann á ein breiðan veg, sum er so slættur, at tú kundi stiklað egg eftir honum. Eftir hesum vegnum fer Halvar og gongur, líka til kvøldið kemur. Tá sær hann eitt slott langt, langt burturi, og tað lýsir so frýtarliga út úr vindeygunum. Ája, hetta er fyri neyðini, at hann kemur til fólk, tí hann er svangur, hevði einki havt við sær í land, og nú hevði hann gingið dastið av degnum. Men tess nærri, hann kemur slottinum, tess ræddari verður hann. Tað gerst ikki við, inn má farast, tað standist hvat av, ið má; matleysur ber ikki til at fara undir nátt.

Ája, hann fer at einum durum. Dunkar. Nei, eingin svarar. Hann letur ljódliga upp, kemur inn í ein stásisligan køk við longum rekkjum, fullum av skínandi íløtum, bæði av gulli og silvuri. Og á eldstaðnum brennur eitt bryggjubál. Men einki menniskja var at síggja. Halvar gongur um køkin og hyggur at øllum, har er. Men av tí, einki menniskja kom, fór hann til einar aðrar dyr og læt upp. Tá situr ein kongsdóttir innanfyri og spinnur.

“Nei, nú trúgvi eg ikki!” sigur hon, “torir nakað kristið menniskja koma higar? Tað man vera best fyri okkum bæði, at tú sleppur tær av stað aftur, so tú verður ikki slúktur. Her býr ein risi við trimum høvdum; sær hann teg, beinir hann fyri tær.”

“Alt tað sama, hvussu nógv høvd, tann risin hevur, tú talar um; mær hevði nú lyst at sætt tað fylgsnið kortini. Út aftur fari eg ikki, havi einki ilt gjørt. Men eg eri so svangur, at tú má geva mær ein bita at eta, eri so hungurstungin, at tað er vert.”

Tá ið Halvar hevur etið seg mettan, sigur kongsdóttirin, at nú má hann fara og vita, um hann er førur fyri at reiggja svørðinum, ið hongur á bróstinum. Hann so ger. Men nei, hann vikar tí ikki.

“Ja,” sigur kongsdóttirin, “so er illa vorðið; men royn og fá tær upp í munnin úr hasum drykkihorninum, ið hongur har við svørðið, tí tað ger risin, tá ið hann skal nýta tað.”

Halvar fær sær ein dúgligan slurk úr horninum. Jú, tá bar til, hann reiggjaði og sló við svørðinum, sum vera vildi. Nú helt hann, risin kundi koma, tá ið hann hevði hug, hann firnaðist hann ikki.

Í tí sama kom risin stunandi. Halvar leyp aftur um hurðina. “Huttutu, her rýkur av kristnamanna blóði,” sigur risin, bukkar seg undir bitanum og setir høvdið innum.

“Ja, tað skal tú koma at sanna,” sigur Halvar, brá svørðinum og kvetti øll høvdini av honum.

Tá varð kongsdóttirin so glað, tí hon varð bjargað, at hon bæði dansaði og sang. Men tá komu systrarnar henni í hug, og hon segði syrgin: “Bert nú systrar mínar eisini vóru bjargaðar, so hevði alt verið væl.”

“Hvar eru tær?” spyr Halvar.

Tá sigur kongsdóttirin frá, at hon eigur tvær systrar. Aðra hevur ein risi tikið, sum býr í einum slotti seks míl hiðani, og hina hevur ein risi tikið, sum býr í einum slotti, ið liggur níggju míl handan fyri tað aftur.

Nú hjálpti hann kongsdóttrini at fáa tann deyða risan burturbeindan og rudda alt aftur.

Síðani hvílir hann seg har til næsta morgun. So skjótt dagur sprettur, heldur Halvar av stað at hjálpa aðru kongsdóttrini. Men langt er; hann gongur allan dagin. Ikki fyrr enn kvøldið var komið, fekk hann eyga á slottið. Tá fell fátturin aftur, hann ræddist. Tí hetta slottið var nógv stórfingnari enn tað fyrra. Menniskja var einki at síggja. Men Halvar herdi seg í huga og fór inn í køkin, støðgaði heldur ikki har, fór longur inn. Tá hitti hann kongsdóttrina.

“Hann komi til mín,” sigur hon. “Veit ikki, hvussu mong ár eg havi verið her, men ikki er kristið menniskja komið á gátt síðani. Tað man vera best fyri okkum bæði, at tú sleppur tær av stað aftur, tí her býr ein risi við seks høvdum; hann er ikki mjúkur at strúka.”

“Nei, eg fari ongan veg,” svarar Halvar, “um hann so hevði tvinni seks høvdini.”

“Hann etur teg livandi,” sigur kongsdóttirin.

Men Halvar læt sær ikki siga. Tað skuldi eingin risi ræða hann av aftur húsinum - bað geva sær mat, tí hann var bæði svangur og tystur, komin av langari gongu.

Hann fekk seg bæði mettan og ótystan. Men nú vildi kongsdóttirin hava hann at sleppa sær burtur.

“Nei,” sigur Halvar, “eg havi einki ilt gjørt og havi tí einki at óttast fyri.”

“Risin spyr ikki eftir tí; hann beinir bara fyri tær uttan lóg og dóm. Men síðan tú vil ikki fara, royn so, um tú orkar at reiggja risans svørði, ið hongur har á bróstinum.”

Hann orkaði ikki at reiggja svørðinum. Kongsdóttirin bað hann nú leska seg á eina fløsku, ið hekk har. Tað gjørdi hann. Tá bar til, hann styrknaði so av hesum drykki, at svørðið var lætt í hondunum á honum.

Í tí sama kemur risin; hann er so stórur og rúgvismikil, at hann skoraði seg eftir lið inn gjøgnum hallardyrnar. Tá ið risin hevði fingið fyrsta høvdið innum, rópti hann: “Hutttutu. Her rýkur kristnamannablóð.” Í tí sama brá Halvar svørðinum og høgdi fyrsta høvdið av honum og síðani hvørt aftan á annað, til einki var eftir.

Tá var kongsdóttirin so glað, at hon bæði dansaði og sang. Men so mintist hon systrar sínar og bað eftir, at tær vórðu bjargaðar eisini. Halvar helt, at tað vóru kanska útvegir fyri teimum við, og skuldi leggja til brots beinanvegin. Men kongsdóttirin bað hann støðga og hjálpa sær at beina tann deyða risan burtur. Tað gjørdi hann, var so har um náttina og fór ikki til gongu, fyrr enn morgunin eftir.

Langt var at ganga, og hann skundaði sær, alt hann orkaði. Úti á kvøldinum sær hann slottið har burturi. Tað var upp aftur nógv størri og stásisligari enn hini bæði. Men nú var hann djarvari enn áður, himpraðist ikki, fór inn beinanvegin. Har sat kongsdóttirin so vøkur, at tað bar av øllum, hann hevði sætt.

Hon segði tað sama sum hinar, at so leingi hon hevði verið her, var kristið menniskja ikki komið á gátt - bað Halvar sleppa sær av stað aftur, so risin át hann ikki; tí hesin risin var ikki týdligur; hann hevði níggju høvd.

“Mær tað sama,” svarar Halvar, “um hann so hevur annað slíkt. Av stað aftur fari eg ikki.”

Hann verður standandi við eldstaðin.

Kongsdóttirin bað og bønaði hann at fara. Men nei. Hann varð standandi og segði, at hann skuldi bíða eftir risanum. Men at eta vildi hann hava, tí hann var svangur - komin av gongu.

Hann fær nú mat, etur seg mettan og drekkur seg ótystan. Aftur bønar kongsdóttirin hann um at fara, tí risin týnir hann. Nei, hann letur sær ikki siga.

“Íðan,” sigur hon, “royn so, um tú orkar at reiggja svørðinum, á bróstinum hongur.”

Hann so ger, men vikar tí ikki. Nú fær hann sær ein góðan slurk úr fløskuni, sum eisini hongur har. Tá styrknar hann so mikið, at hann kann handfara svørðinum sum einki.

Best, sum var, nú hoyrdist stunanin frá risanum. Hann kom turnandi, størri og øgiligari enn hinir báðir, sperdi seg gjøgnum hallardyrnar og deildi: “Huttutu. Her rýkur av kristnamannablóði.” Í tí sama reiggjaði Halvar svørðinum og hjó fyrsta høvdið av honum, og síðani øll hini. Tað síðsta var seigast at fáa av, men hann datt á tað.

Nú var lokið verkið. Allar tríggjar kongsdøturnar hittust á slottinum. Tær vóru so fegnar og glaðar, at aldri á ævini høvdu tær verið so. Allar vóru tær burtur í Halvari og hann í teimum. Men tann yngsta var best við hann av øllum trimum.

Sjálvur gekk Halvar og var tungur í huga, dapur og fáorðaður. Kongsdøturnar spurdu, hvat ið bagdi, um honum dámdi ikki at vera saman við teimum ella hvat?

Jú, betri enn so; honum dámdi at búgva her hjá teimum; men honum longdist heim, svaraði Halvar: “Eg eigi foreldur heima. Mær lysti at sætt tey aftur.”

Tær hildu, tað mundi bera til at sleppa heim aftur. Lovaðu, at hann skuldi bæði koma heilur heim og aftur, um hann leið teirra ráð. Jú, tað lovaði hann at gera í einum og øllum. Tær lata hann nú í tann vakrasta búnað, so hann líkist einum kongssoni. Tær settu honum ring á fingurin. Hesin ringur var so skikkaður, at Halvar kundi ynskja seg bæði heim og aftur við honum. Men kongsdøturnar søgdu, at hann mátti ikki blaka ringin burtur, og ikki mátti hann nevna navn teirra, tí so stóðst ilt av, og tey fóru ikki at hittast aftur.

“Gævi eg var heima, og heimið var her,” sigur Halvar. Ynskið gekk út beinanvegin: Hann stóð í túninum hjá foreldrum sínum í somu løtu. Tað var um dagsetur. Tá ið tey gomlu bæði síggja, at ein so mikil ókunnumaður kemur til garðs, verða tey ovfarin, rødd og undirbrotlig.

Halvar spyr, um hann kann ikki fáa innivist hjá teimum í nátt.

“Nei, tað fer ikki at bera til. Vit hava ikki umstøður at hýsa slíkum harra. Best tygum fara niðan á stórgarðin. Har hava tey ríviligt av øllum.”

Hetta dámdi Halvari einki, vildi heldur sleppa at verða.

Men tey gomlu hildu upp á sítt, at hann var betur farin á stórgarðinum; tí søgdu tey: “Vit hava ikki so mikið sum ein stól til tygum at sita á; men á stórgarðinum fáa tygum alt, ið lív kann lysta.”

Nei, Halvar segði, hann vildi ikki fara niðan á stórgarðin fyrr enn í morgin. Her vildi hann vera í nátt; skuldi bara sita við eldin.

Tey gomlu søgdu so ikki meir um hetta. Halvar setir seg við eldin og fer at grava í øskuni, sum hann var vanur, áðrenn hann fór heimanífrá.

Tey sita nú og tala saman. Hjúnini siga honum mangt og mikið. So einaferð spyr Halvar: “Hvussu, hava tit eingi børn átt, bæði?”

Jú, tey høvdu átt ein son, sum æt Halvar, men vistu ikki, hvar hann valtraði um. Kanska hann var á lívi. Kanska hann var deyður. Tey vistu líka.

“Kann tað ikki vera eg?” spyr Halvar.

Tá tók konan til sín og læði við: “Nei, tað er so vist. Hann er eingin harri vorðin; tí hann var so latur og eitt sovorðið kloddafyl, tá ið hann fór, at honum er einki spurst burturúr.”

Um eina løtu reisir konan seg, fer at eldstaðnum og leggur brandarnar saman. Tá lýsti login í andlitið á fremmandamanninum, so hon kendi:

“Ja, men tað er jú tú, Halvar, sum komin er,” sigur hon. Og tá verður frøi á teimum gomlu. Móðirin verður so glað fyri hann, at hon vil hava hann niðan á stórgarðin at vísa beinan vegin. Genturnar kundu treingja til at síggja hann, sum hann nú var. Tær gingu altíð so ernar og settu nasarnar í ský.

Tey fara. Mamman gongur undan. Halvar aftaná. Hon fer inn fyrst og sigur døtrunum, at nú var Halvar afturkomin, og hann var sum ein prinsur.

Nei, tað trúðu tær ikki. Hann mundi vera sama trevsali, sum áðrenn hann fór.

Í tí sama kom Halvar inn. Tær bliknaðu og smæddust, so tær mistu tað, tær høvdu í hondunum, og sleptu sær á dyr. Tá ið tær tá komu inn aftur, vóru tær so firningasamar, at tær tordu ikki hyggja upp. Fyrr høvdu tær bert argað Halvar, men nú var øðrvísi vorðið.

Tá sigur Halvar: “Tit hava altíð gingið og róst tykkum fyri vakurleika, hildu eingin var tykkara líki. Men høvdu tit sætt ta elstu kongadóttrina, eg havi loyst úr risabølinum! Móti henni eru tit bara neytakonur. Tann yngra er enn vakrari, og tann yngsta, sum er genta mín, ja, hon er so vøkur sum ein eingil, sum tey himmalsku ljós, skal eg siga tykkum. Gævi tær vóru her, so skuldu tit sætt,” sigur Halvar.

Hann hevði ikki meir enn orðið felt, tá vóru tær har. Men tá mintist Halvar, at tær bóðu hann ikki nevna tær, og hann var illa við.

Har verður nú hildin veitsla á stórgarðinum fyri kongsdøtrunum. Mikið hóvasták verður gjørt burturúr. Men tær vilja ikki vera har: “Vit vilja síggja foreldur tíni,” søgdu tær við Halvar, “og vit vilja út at síggja, hvussu vorðið ið er.” Tær fara so. Halvar við. Tá ið tær koma til eitt vatn, har er, seta tær seg og siga, at her vilja tær hvíla, tí her er so vakurt at sita og síggja út yvir vatnið.

Tey sita so har øll. Um eina stund sigur yngsta kongsdóttirin við Halvar, at hann skuldi koma og seta seg hjá henni. Hann fer, setir seg og leggur høvdið í fangið á henni. Tað er beinanvegin, hann sovnar.

Meðan hann svevur, tekur hon ringin av fingrinum á honum og setir ein annan uppá. Síðani bað hon systrarnar báðar halda í seg, og so ynskti hon seg aftur á Soria Moria slotti.

Tá ið Halvar vaknar, eru kongsdøturnar burtur. Hann er illa við, kunna vit ætla. Foreldrini royna at ugga; men tað nyttar einki. Hann sigur við tey, at nú fer hann av stað aftur, og finnur hann kongsdøturnar ikki aftur, er hetta síðstu ferð, tey hittast, tí so vil hann ikki liva longur. Tey bøna hann ikki at fara, men tað leggur hann einki í. Eitt sindur av pengum eigur hann eftir. Teir tekur hann upp á seg. So sigur hann farvæl og fer.

Tá ið hann hevur gingið nakað, hittir hann ein mann, sum kemur leiðandi eitt ross. “Sel mær hestin,” biður Halvar.

“Havi ikki ætlað at selt; men koma vit á samt um kostnaðin, kann tú fáa hann,” sigur maðurin.

“Hvussu nógv skal tú hava fyri hann?” spyr Halvar.

“Tað var lítið, eg gav fyri hann,” sigur maðurin. “Einki avberaross er heldur. Nyttar lítið at draga, men at sita á, dugir hann, gongur tú upp ímillum.”

Teir einast um kostnaðin, og Halvar fær rossið. Ája, hann setir seg upp á hestin og fer av stað. Ríður viðhvørt, gongur viðhvørt. Um kvøldið kemur hann til ein grasvøll í skóginum og setir seg undir eitt stórt træ, har stendur. Sleppur hestinum á beiti og fer at fáa sær ein bita úr matskjáttuni. At sova tordi hann ikki at leggja seg. Tá ið lýsti fyri degi, fór hann av stað aftur. Gekk viðhvørt, reið viðhvørt. Ikki visti hann, hvar hann var, og ikki visti hann, hvar leiðin bar. Men hann hevði ongan ró, skundaði sær bara at koma longri og longri. Hann gav sær ikki stundir at hvíla meir enn so mikið, at hesturin skuldi fáa stundir at eta eitt sindur. So av stað aftur.

Tá ið dagsett var annað kvøldið, sá hann eitt ljós millum trøini. Hevði nú bara fólk verið uppi, tá ið eg komi til hatta húsið, hugsar hann við sær. Tað hevði trongt til at fingið hita í kroppin og eitt sindur at etið.

Tá ið hann kemur hagar, er tað eitt lítið veggjahús, har stendur. Gjøgnum rútin sær hann eini gomul hjún sita við eldin, korkagrátt hár og dassleitt andlit. Konan hevði so spíska og langa nøs, at hon hevði hana at raka í eldinum við. Hann fer inn.

“Gott kvøld,” sigur Halvar.

“Gott kvøld,” svarar konan. “Hvat hevur tú í ørindum? Her hevur kristið fólk ikki verið í hundrað ár.”

Halvar sigur nú frá, at hann er á veg til Soria Moria slott - biður siga sær leið.

Nei, konan visti ikki at siga – “men,” tók hon aftur í orðið, “mánin kemur upp um eina løtu, eg skal spyrja hann. Mánin skínur allastaðni, so hann man vita.”

Tá ið mánin kom upp og lýsti yvir skógin, fór konan út og rópti: “Máni, máni, sig mær leið til Soria Moria slott.”

“Tað kann eg ikki,” sigur mánin, “tí tá ið eg sá har, stóð eitt skýggj fyri.”

“Bíða mær eitt sindur enn,” sigur konan við Halvar, “rætt nú kemur vestanvindurin, lat meg spyrja hann, tí vestanvindurin snatar og blæsur í hvørjum króki.

“Á nei, nei, hevur tú ross við tær eisini?” sigur konan, tá ið hon kemur inn aftur. “Set tað út á beiti og lat tað ikki standa bundið fyri durunum. Men vil tú ikki býta um við meg? Eg fái hestin frá tær, og tú fær einar gamlar stivlar frá mær. Í teimum kann tú stíga fimtan míl í senn, so kemur tú skjótari til Moria slott.”

Halvar býtti og var glaður við - skuldi av stað beinanvegin. Men konan bað hann bíða. “Set teg á skammilin har og hell teg afturá, so tú sovnar eina løtu, vestanvindurin kemur beinan vegin, eg skal ansa eftir honum.”

Best sum var, kom vestanvindurin, so tað hvein og rykti í takskeggið. Konan út.

“Vestanvindur, vestanvindur, sig mær leið til Soria Moria slott. Her er ein maður, sum ætlar sær hagar!”

“Tað liggur væl fyri,” svarar vestanvindurin, “eg skal rætt nú tann vegin at turka klæðini til eitt stórt brúdleyp, ið vera skal. Er hann lættur upp á sporið, kann hann fylgjast við mær.”

Halvar leyp út. “Skulu vit fylgjast, má tú skunda tær,” sigur vestanvindurin. Og av stað fóru teir, yvir dalar og fjøll, yvir áir og vøtn, yvir hav og land, so skjótt, at Halvar mátti kýta seg, skuldi hann ikki dragna afturfrá.

Ája, teir fara fúkandi. Men best sum er, sigur vestanvindurin: “Nú ber mær ikki til at fylgjast við tær longur. Áðrenn eg fari at turka bleikjurnar við Soria Moria slott, má eg fara ein annan veg at blása ein skóg um koll. Men tú finnur sjálvur, fylg bara fjallinum. Her er so funnvíst. Tá ið tú kemur til nakrar moyggjar, sum standa og vaska klæðir, tá er ikki langt eftir.”

Tað var ikki leingi, so kom Halvar til genturnar, sum vaskaðu klæðir. Tær spyrja, um hann hevur einki sætt til vestanvindin, hann skuldi koma higar at turka klæðini til brúdleypið. Jú, sigur Halvar, hann er bara og blæsur ein grannskóg av grund fyrst. Hann spyr tær nú um veg til slottið. Tær siga honum. Tá ið hann nærkast slottinum, er har so fult av rossum og fólki, at tað yðjur. Men Halvar er so illa klæddur, tí hann hevur fylgst við vestanvindinum og skrætt burtur av sær, at hann hættaði sær ikki at koma fyri fólkaeygu fyrr enn dagin fyri brúdleypið, um døgurðatíð. Tá kom hann sær framat, har tað varð skálað fyri brúður og brúðgómi. Tá ið glasið varð rætt honum, drakk hann, tók ringin, kongsdóttirin gav honum, og legði í glasið, bað síðani bera brúðrini. Tá vuksu eyguni í kongsdóttrini. Hon reisti seg og spurdi út yvir mannamúgvuna: “Hvør hevur besta rættin at fáa meg, tann sum bjargaði mær úr risabølinum, ella tann sum situr brúðgóm?”

Tá svaraði alt fólkið, at tað var hann, sum risarnar hevði dripið.

Nú var Halvar ikki seinur at ríva spjarrarnar av sær og lata seg í brúdleypsbúna. Tað varð hann, ið varð brúðgómur, og sum leiddi ta yngstu kongsdóttrina fyri altarið og giftist við henni. Tá ið gamli kongurin doyði, var Halvar kongur og kona hansara drotning. Tey ráddu mong ár í landinum og vóru umhildin og vird av øllum til teirra doyggjandi dag.

 

Úr bókini ”Ævintýr 2”. Heðin Brú týddi. Føroya lærarafelag gav út í 1964.

Upprunaheiti: ”Soria Moria Slott”. P. Chr. Asbjørnsen: Eventyr for børn, Gyldendalske Forlag, København 1884.