Skip to main content

Risin, ið krógvaði hjartað

 

writing an abstract for a dissertation best resume writing services in atlanta ga news conducting research in writing a term paper how to write successful college application essayEinaferðina var tað ein kongur, sum átti sjey synir. Hann var so góður við teir, at ongantíð vildi hann síggja av øllum í senn, altíð mátti ein vera eftir hjá honum.

Tá ið teir nú eru vaksnir, skulu teir burtur at finna sær konu. Men tann yngsta vildi faðirin hava eftir hjá sær; brøðurnir skuldu so taka eina konu heim aftur við til hansara.

Kongurin letur síðan teimum seks synunum klæðir skera, prýdd við gulli og dýrum steinum, hann gevur teimum fimastu gangarar at ríða á, prýðir teir við skarlak og gevur teimum meil og hóvjørn av silvuri, tað var ein glæsilig sjón, tá ið teir riðu av garði.

Teir fara víða um lond, vitja mangar kongsgarðar og hyggja at kongadøtrunum. Langt um leingi koma teir til ein gamlan kong, ið eigur seks døtur, og av tí at hetta eru tær vakrastu, teir nakrantíð hava sæð, biðja teir um tær til konu. Tá ið tær eru játtaðar teimum, ríða kongasynirnir heim aftur og taka brúðrar sínar við.

Men teir gloyma heilt at hava nakra kongadóttur við til yngsta bróðurin, ið er heima eftir hjá faðir sínum.

Sum tey nú ríða heimeftir øll, koma tey fram undir einum bergi, og í hesum bergi er eitt risabøli. Nú ber tað so illa á, at rætt sum tey koma framvið, stendur risin úti fyri durum, og hann gandar tey til steinar beinanvegin. Har standa tey so øll stív og raða, rætt sum aðrir urðarsteinar.

Heima gongur kongurin og bíðar; men eingir synir koma aftur. Tess longur tíðin líður, tess syrgnari verður kongurin, og at endanum sigur hann við yngsta sonin: “Nú síggi eg, at synir mínir koma ikki heim aftur, og nú verði eg aldri meir at kenna meg glaðan í huga. Var tú eisini burtur, hevði eg ikki orkað at liva longur.”

Yngsti sonurin sigur nú: “Tað er mín bøn, at eg sleppi heiman at leita eftir brøðrum mínum.”

Men tað vildi kongurin ikki. “Tú verður hjá mær,” sigur hann, “eg havi mist ov mikið, sum eg havi.”

Men tann yngsti sonurin var ikki at flætta við; hann bað og bønaði so leingi at sleppa avstað, at kongurin mátti lata hann fara.

*

Nú var eingin uppskrýddur gangarin at fara við, bert eitt neyðars gamalt slitross, ið eingin virdi um, heldur eingin gulldrigin búni sum hjá brøðrunum. Men tann yngsti sonurin legði einki í tað, hann steig væl hýrdur á bak og fór av stað, segði pápa sínum farvæl og lovaði at koma skjótt aftur við øllum brøðrum sínum.

Tá ið hann hevði riðið ein góðan tein, kemur hann til ein ravn, ið situr á gøtuni og lammar seg.

“Góðan dag,” sigur ravnurin, “væl verið tær komandi. Eg eri so svangur, at eg orki ikki at fljúgva meir; gev mær mat, so eg doyggi ikki, eg skal løna tær tað aftur, tá ið á stendur.”

“Lítið havi eg at geva burtur,” heldur kongasonurin, “og lítið tykist tú vera til mannar at hjálpa nøkrum, men ikki skal tú liggja her og doyggja.” Hann gevur honum tað sindrið, hann hevur í matskjáttuni.

Tá ið hann hevur riðið eina langa tíð afturat, kemur hann til eina á. Har liggur ein eyrja og svamblar næstan uppi á turrum og sleppur ikki út aftur í vatnið:

“Góðan dag,” sigur eyrjan, “væl verið tær komandi. Hjálp mær út aftur í ánna, eg skal løna tær tað aftur, tá ið á stendur.”

“Ikki sær tú mær út til at kunna hjálpa nøkrum nakað,” sigur kongasonurin, “men her skal tú ikki liggja og doyggja.” Hann stígur av og hjálpir eyrjuni út í aftur vatnið.

Aftur ríður hann ein góðan tein. Nú kemur hann til ein úlv, ið liggur hálvdeyður á gøtuni.

“Góðan dag,” sigur úlvurin, “væl verið tær komandi. Gev mær rossið hjá tær at eta, eg eri næstan deyður í hungri, havi ikki fingið matartuggu í vikuvís. Eg skal løna tær tað aftur, tá ið á stendur.”

“Nei,” sigur kongasonurin, “tað fer ikki at bera til. Fyrst hitti eg ein ravn, sum fekk tað sindrið, ið var í matskjáttuni, síðan hitti eg eina eyrju, ið eg mátti hjálpa út aftur í vatnið, og nú kemur tú og biður um rossið. Hvussu skal eg bjarga mær, tá ið eg havi einki at ríða á og einki at eta?”

“Jú, gott í teg, hjálp mær,” sigur úlvurin, “tú kann ríða á mær, og eg skal hjálpa tær, tá ið eingin annar kann.”

“Lítið tykist mær teg føran at hjálpa nøkrum,” sigur kongasonurin, “men ikki orki eg at lata teg liggja her og doyggja,” og hann gevur honum rossið.

Tá úlvurin hevur etið rossið, kvaklast hann við beinanvegin og biður kongasonin óttaleysan leggja saðil og meil á seg; tað skal eingin vandi vera við at flyta hann, hvar hann vildi fara.

*

Ája, kongasonurin ger tað, og so sterkur var úlvurin vorðin av rossinum, hann hevði etið, at hann bar hann sum einki, og tað gekk so skjótt, at kongasonurin helt seg ongantíð hava riðið so sterkt áður.

Tá ið teir eru komnir nakað, nú støðgar úlvurin og sigur, at í hesum berginum er eitt risabøli, og hann vísir honum brøður hansara og brúðrar teirra, har tey standa gandað til stein.

Síðani vísir úlvurin honum inngongdina til risabølið og sigur við hann, at nú skal hann fara inn í hellið til risan.

Tá óttast kongasonurin og sigur, at tað torir hann ikki.

“Jú, jú, far tú bara,” sigur úlvurin, “tað fer ikki at bila. Tá ið tú kemur inn í hellið, hittir tú eina kongadóttur. Hon sigur tær, hvussu tú skalt gera fyri at fáa lívið av risanum; ger sum hon sigur!”

Ája, kongasonurin fer inn í hellið, men ógvuliga illa ræðist hann. Nú hann kemur inn, er risin ikki heima. Men hann hittir kongadóttrina, sum úlvurin tosaði um. Hon er so von og tekkilig, at kongasonurin ongantíð heldur seg áður hava sæð so yndisliga ungmoy.

“Ánei, ánei, hvussu er tú komin higar?” rópar hon og slær hendurnar saman, “hetta verður tín feigd, tí tann er eingin higar komin, ið hevur kunnað beint fyri risanum. Slepp tær út aftur beinanvegin, áðrenn hann kemur heim, tað eru míni ráð.”

“Ikki lystir meg at víkja undan, vina mín,” sigur kongasonurin; “eg eri komin at redda brøður mínar og brúðrar teirra, ið risin hevur gandað til stein, og teg, mín væna jomfrú, hevði eg eisini havt hug at reddað burtur hiðani.”

“Ja, men hesin risin, ið her býr, er ikki til at vinna á, tí hann hevur ikki hjartað uppi á sær, tað liggur fjalt onkustaðni, eg veit ikki hvar,” sigur kongadóttirin.

“Tað gerst ikki við, eg má royna,” sigur kongasonurin, “og tú má hjálpa mær, tað standist, hvat av ið má; eg havi lovað faðir mínum at koma heilur heim við øllum brøðrunum, og tað má eg halda.”

Tá smílist kongadóttirin og heldur fyri: “Ja, ja, eftir sum tú er komin og er so áltráur, má eg royna at finna upp á ráð. Far tú inn undir songina, har stendur, og lurta væl eftir, hvat eg tosi við risan í kvøld; men rør teg ikki, tað sigi eg tær, tí so er úti við tær.”

*

Kongasonurin er ikki meir enn komin at liggja undir songini, nú kemur risin stunandi: “Fjørið mítt, fjørið mítt, her ríkur av kristnimanna holdi,” sigur hann.

Kongadóttirin svarar: “Ja, tað kom ein kráka fljúgvandi og misti eitt mannabein niður gjøgnum ljóaran, eg beindi tað burtur beinanvegin, men roykurin hongur eftir.”

Risin sigur so ikki meira um hetta.

Tá ið tey eru komin til songar um kvøldið, heldur kongadóttirin við risan: “Tað er eitt, sum eg leingi havi gingið og ætlað at spurt teg um, men eg veit ikki, um eg tori.”

“Spyr tú, spyr tú, lív mítt. Hví skal tú ikki tora, tað er vitiligt, tú torir,” sigur risin.

“Jú, tað er hetta,” sigur kongadóttirin, “at meg lysti at vitað, hvar tú goymir hjarta títt, síðan tú hevur tað ikki uppi á tær.”

“Oh, ikki annað enn tað! Legg tú einki í, hvar ið hjarta mítt er. Men satt at siga, liggur tað undir durahelluni.”

“Ja, ja, so eru ráð at finna tað,” hugsar kongasonurin við sær undir songini.

Við degnum morgunin eftir fer risin burtur á skógin. Beint, hann er farin, fara tey bæði at leita undir durahelluni eftir hjartanum; men alt tey leita, og alt tey grava, finna tey einki.

“Hesa ferð hevur hann lokkað fyri mær,” sigur kongadóttirin, “men eg má royna at spyrja hann eina ferð enn.” Síðani heintar hon allar tær vakrastu blómurnar, hon finnur, og breiðir uttan um durahelluna. Tá ið líður móti tíðini, risin er vanur at koma heim, krýpur kongasonurin inn undir aftur songina. Hann er ikki meir enn komin at liggja, nú kemur risin við buldur og brak.

“Fjørið mítt, fjørið mítt, her rýkur av kristnimanna holdi.”

“Á tegið,” sigur kongadóttirin, “her kom ein ravnur fljúgvandi og misti eitt mannabein niður gjøgnum ljóaran, eg beindi tað burtur aftur beinanvegin, men roykurin hongur eftir.”

Risin sigur so ikki meir um hetta, men um eina løtu spyr hann, hvør ið hevur lagt allar hasar blómurnar uttan um durahelluna.

“Tað eri eg,” sigur kongadóttirin.

“Hvat skulu tílíkar fjákalótur til?” spyr risin.

“Ájú, betri eri eg við teg enn so,” sigur kongadóttirin, “at tá ið eg veit, at hjarta títt liggur undir durahelluni, drjúgvast prýði eg staðið, vinur mín.”

Tá gleddi risin seg og læði, helt fyri: “Væl líkar mær hjartalagið; men góðtrúgvin er tú, lív mítt; heldur tú, eg lati hjartað liggja og rekast undir durahelluni?”

Tá ið tey eru komin til songar um kvøldið, spyr kongadóttirin aftur risan, hvar hann goymir hjartað. “Tí,” sigur hon, “eg eri so góð við teg, at fegin vil eg vita, hvar ið hjarta títt er.”

“Á, tað er inni í skápinum, ið hongur har á bróstinum,” sigur risin.

“So ber til at finna tað í morgin,” hugsar kongasonurin við sær inni undir songini.

Tíðliga á morgninum fer risin aftur á skógin. Beint, hann er farin, taka tey bæði at leita í skápinum; men har er einki hjarta at finna.

“Aftur hevur hann lokkað fyri mær,” sigur kongadóttirin; “men einaferð royni eg enn at fáa burtur úr honum, hvar hjartað er goymt; hann man fara at siga mær tað umsíður.” So tekur hon allar tær fagrastu blómur, hon finnur, bindur kransar av teimum og prýðir skápið av einlistum. Tá ið tað líður á dagin, fer kongasonurin inn undir aftur songina. Hann er ikki meir enn komin at liggja, nú hoyrist trumm uttanfyri, og risin kemur stunandi.

“Fjørið mítt, fjørið mítt, eg meini, her rýkur av kristnimanna holdi.”

“Á tegið bara, her kom ein smyril fljúgvandi og misti eitt mannabein niður gjøgnum ljóaran, eg beindi tað burtur aftur beinanvegin; men deymurin hongur eftir,” sigur kongadóttirin.

Risin sigur so ikki meira um hetta, men um eina løtu spyr hann, hvat hatta hevur at týða, at tað hanga blómukransar uppi á skápinum.

“Jú, so góð eri eg við teg,” sigur kongadóttirin, “at tá ið eg veit, at hjarta títt er í skápinum, drjúgvast prýði eg tað eftir førimuni.”

Tá lær risin og frøist stórliga: “Á lív mítt, at tú skalt vera so góðtrugvin at halda, hjartað liggur og rekst sovorðin støð; tú mátti fatað, at eg skemtaði við teg.”

“Nei,” sigur kongadóttirin, “eg trúgvi øllum, tú sigur, vinur mín, líti á hvørt orð av tínum munni.”

“Nei, nú skal eg siga tær satt um hjartað mítt,” sigur risin. “Tað er so væl goymt og so torført at sleppa til, at har kann tú aldri koma.”

“Um enn so, vinur mín,” sigur kongadóttirin, “stuttligt hevði tað kortini verið at vitað, hvar hjarta títt, ið er mær so kært, er goymt.”

Tá orkaði risin ikki at dylja longur, hann sigur frá, at langt, langt burtur í einum stórum vatni er ein oyggj, á tí oynni stendur ein kirkja, í tí kirkjuni er ein brunnur, í tí brunninum svimur ein dunna, í tí dunnuni er eitt egg, og í tí egginum er hjarta hansara.

“Skamm og last í hann, sum hann er knáur at krógva,” hugsar kongasonurin við sær inni undir songini, “men bíða nú, kanska eitthvørt er til ráðar at taka.”

Í lýsingini morgunin eftir fer risin burtur aftur á skógin.

“Ja, nú má eg eisini fara avstað at finna risahjartað,” sigur kongasonurin, “bert eg nú visti vegin.” Hann sigur kongadóttrini farvæl og takkar fyri seg. “Eydnast tað mær at týna risan, komi eg aftur higar og føri teg heim til hallar við mær.”

Kongadóttirin biður hann heilan og sælan ríða og ikki gloyma lyfti sítt til hennara.

Tá ið kongasonurin kemur út úr risahellinum, stendur úlvurin uttanfyri og bíðar eftir honum.

“Nú, hvussu gekst?” spyr úlvurin.

Jú, kongasonurin sigur honum frá øllum, ið viðurfarist er, um vatnið, oynna, kirkjuna, brunnin, dunnuna og eggið, har risahjartað er goymt. “Men alt meg gremur, eg finni ikki leið,” tekur hann aftur í orðið og kláar sær í vanganum.

“Áh, hugsa einki um tað, set teg bert upp á ryggin á mær, mestur man eg fara at finna,” sigur úlvurin.

Kongasonurin so ger, setir seg á bakið á úlvinum, og teir rúka avstað yvir dalar og fjøll, yvir heiðar og breiðar mýrar. Tá ið teir hava riðið í nógvar dagar, koma teir at vatninum.

Men nú veit kongasonurin ikki síni livandi ráð, hvussu hann skal sleppa yvir á oynna, tí báturin er eingin, sum vera man.

Tá heldur úlvurin: “Fær tú ikki betri flutning kann eg svimja teg yvir, halt tær bert væl fast í ullina á mær.” Teir svimja tvørtur um, so froðin stendur frá bringuni.

Ája, teir koma so at kirkjuni; men nú er verri vorðið, tí lykilin hongur ovast uppi í tí høga tornspírinum; kongasonurin veit ikki, hvat hann skal taka til hjálpar.

Tá sigur úlvurin: “Talaði tú á hin ravnin, tú gjørdi væl við á útferðini, mestur hevði hann dugnað tær eitt tak.”

Kongasonurin heldur, tað ger einki at royna, setur hendurnar fyri munnin og rópar av øllum alvi: “Ravnur, ravnur, kom mær til hjálpar!”

Hann hevði ikki meir enn felt orðið, nú hoyra teir veingjasuð, og ein stórur ravnur dalar niður úr luftini, setur seg á økslina á kongasoninum og spyr, hvat hann skal hjálpa honum við.

Kongasonurin sigur: “Væl verið tær komandi, hjálp mær at fáa hendur á hasum lyklinum, ið hongur har dygst uppi í tornspírinum.”

Ravnurin tók seg aftur á veingirnar beinanvegin, fleyg upp og tók honum lykilin niður.

Teir fara nú inn í kirkjuna, finna brunnin og dunnuna, ið risin segði svam í honum. Kongasonurin tekur at kalla og lokka dunnuna, leingi er hon varin og stygg; men so at endanum fær hann hendur á hana. Men hvat ger dunnan smáttsignað? Í tí hann tekur hana upp á land, verpur hon, og eggið søkkur til botns í brunninum. Nú var verri vorðið, kongasonurin græt síni móðigu tár, nú hann var so nær við at kunna bjarga brøðrum sínum og unnustu síni í risahellinum, og so skuldi alt miseydnast.

“Tak og rópa eftir eyrjuni, tú reddaði á útferðini,” sigur úlvurin, “mestur dugnar hon tær eitt tak.”

Tað kundi hann royna, segði kongasonurin, setti hendurnar fyri munnin og rópti út yvir brunnin: “Eyrja, eyrja, kom mær til hjálpar!”

Hann hevði ikki meir enn orðið falt, tá sóu teir ein vørr í brunninum, og eyrjan kom við sjógv á baki inn móti teimum, spurdi, hvat hon skuldi hjálpa teimum við.

“Gott í teg komandi, kava mær niður eftir einum eggi, eg misti úr hondini, tað liggur beint her úti fyri á botninum.”

Eyrjan stakk seg undir, kom aftur við egginum, læt kjaftin upp og læt kongasonin taka tað.

“Nú skal tú trýsta á eggið,” sigur úlvurin.

Kongasonurin so ger. Tá hoyra teir risan eymka seg so tungliga.

“Trýst einaferð aftrat á eggið,” sigur úlvurin.

Kongasonurin ger, sum úlvurin sigur, trýstir eitt sindur fastari á eggið. Tá eymkar risin seg enn verri og biður fyri sær, lovar at gera alt, sum kongasonurin krevur, bert hann vil ikki kroysta honum hjartað.

“Sig við hann, at um hann skapar brøður tínar og brúðrar teirra um aftur, skal hann tiggja lív,” skipar úlvurin fyri.

Kongasonurin so ger.

Risin er glaður við boðið, skapar brøðurnar og brúðrar teirra um beinanvegin, bað nú sleppa sær úr neyðini.

Men tá sigur úlvurin: “Nú er vunnið, risin hevur gjørt tær eftir vild, kroyst nú eggið heilt sundur!”

Kongasonurin er ikki seinur at gera, sum úlvurin sigur, hann leggur eggið millum hendurnar og kroystir tað. Tá brast risin við eitt ræðuligt buldur, so tað ekkóaði í hvørjum hamri, og grót bóltaði oman úr fjøllunum.

*

Kongasonurin ríður nú heim aftur á úlvinum. Tá teir koma at risabølinum, ganga allir brøðurnir og brúðrar teirra har á vøllinum, frísk og ferðug. Tann yngsti bróðirin biður teimum góðan dag og heldur fyri, at nú var illa vorðið. “Hevði eg ikki komið aftur um aftur, vóru tit standandi her allar dagar sum aðrir urðarsteinar,” bað vísa sær brúðrina, teir høvdu havt við aftur til hansara.

Tá drýptu allir seks brøðurnir høvur og góvu honum ikki aftursvar.

“Tit svara mær ikki,” sigur tann yngsti og smílkar.

Tá kom tað jánkasliga burtur úr tí elsta, at teir høvdu gloymt at fáa nakra brúður til hansara.

“So, ája, tit hava gloymt tað, mínir góðu brøður? Men alt tað sama, eg havi fingið brúðrina, ið dugir.” Hann fer inn í risahellið og kemur út aftur við kongadóttrini, ið sat ferðabúgvin og bíðaði eftir honum. Tá bliknaðu allir brøðurnir av øvund; tí henda kongadóttirin var so von og góð, at hinar vóru sum mosi á steini ímóti henni.

Síðani ríða tey øll til hallar heim. Tann gamli kongurin tók ímóti teimum í borgarliðanum, ørur av gleði yvir at fáa allar sínar sjey synir aftur hvør við sínari brúður. Men glaðastur var hann yvir tann yngsta og hansara frú og segði við tey, at “tit skulu sita ovast við borð, tí tú hevur reddað alt fyri mær.”

Nú verður brúdleyp við gleði og gleim, so tað spyrst víða um lond, og um so er, tey eru ikki veitslumóð, halda tey brúdleyp enn við sama lag.

 

Úr bókini ”Ævintýr 1”. Heðin Brú týddi. Føroya lærarafelag gav út í 1959.

Upprunaheiti: ”Risen, som havde ikke hjerte på sig”. Norsk folkedikting (Eventyr I), Det Norske Samlaget, Oslo.