Skip to main content

Grannatræið

admission essay editing service discount code e-business assignment rental car business planÚti í skógini stóð eitt so ógvuliga vakurt grannatræ. Tað stóð væl fyri, so at tað fekk nógva sól, og uttan um tað vuksu nógv vinfólk, bæði granna- og furutrø. Men hetta lítla grannatræið hevði so nógvan skund við at vaksa, at tað hugsaði ikki um heitu sólina og ta frísku luftina, og tað legði onki í bóndabørnini, sum gingu og smáprátaðu, tá ið tey vóru úti í skógini at henta jørðber og hindber. Tað var ikki so sjáldan, at tey høvdu eina fulla krukku, ella høvdu drigið jørðber upp á strá, og so settu tey seg við tað lítla træið og søgdu: ”Á, sum tað er lítið og yndisligt!” Hetta dámdi trænum als ikki at hoyra.

Árið eftir var tað vaksið meir enn eina langasponn, og uppaftur árið eftir eina aðra, tí á einum grannatræi kanst tú altíð síggja, hvussu nógv ár tað er, á teim nógvu liðunum, tað hevur.

”Á, gævi eg var eitt sovorðið stórt træ sum hini!” suffaði tað lítla træið, ”so kundi eg breitt greinar mínar so víða, og við toppinum kundi eg sæð út í ta víðu verð! Fuglarnir høvdu farið at átt millum greinar mínar, og tá ið vindur var, kundi eg staðið og nikkað so ráðisliga sum hini!”

Tað dugdi ikki at gleða seg um sólskinið, um fuglarnar ella um morgun- og kvøldroðan, sum mangan var vakur at síggja á himlinum.

Um veturin, tá ið kavin lá tjúkkur og glitrandi hvítur, var tað tíðum, at ein hara kom hoppandi og leyp bukk upp um tað lítla træið, og hetta var ikki minst forargiligt. Men so fóru tveir vetrar, og triðja veturin noyddist haran at ganga uttan um træið. Á, vaksa, vaksa, gerast stórt og gamalt, tað var tað einasta og besta her í verðini, hugsaði træið.

Um heystið komu altíð brennihøggararnir og feldu summi av teim størstu trøunum. Hetta hendi á hvørjum ári, og tað grannatræið hjá okkum, sum nú var vorðið rættiliga stórt, skalv av ótta, tí tey stóru, stásiligu trøini fullu við buldur og brak til jarðar. Greinarnar vórðu høgdar burtur, so at trøini sóu so spilnakin út, so long og kløn, at tú næstan kendi tey ikki aftur, og so vórðu tey løgd upp í vognar, og hestar fóru dragandi við teimum út úr skógini.

Hvar mundu tey fara? Og hvat høvdu tey í væntan?

Um várið, tá ið svalurnar og storkarnir komu, spurdi træið tey: ”Vita tit, hvar ið trøini fóru? Hava tit onki sæð til teirra?”

Svalurnar vistu onki, men storkurin sá álvarsamur út, nikkaði og segði: ”Jú, eg haldi, eg veit! Eg møtti nógvum nýggjum skipum, tá ið eg kom flúgvandi úr Egyptalandi, og í skipunum vóru stásiligar mastrar. Eg haldi so vist, at hetta vóru trøini, tí eg føldi so raman grannalukt. Eg skal heilsa so mangar ferðir. Tey vóru so errin, so errin!”

”Á, bara eg hevði verið so stórt, at eg kundi flogið yvir havið! Hvussu er tað í grundini, hatta havið, og hvørjum líkist tað?”

”Ja, tað er ikki sum at siga tað, at greiða frá tí,” segði storkurin, og so fleyg hann av stað.

”Gleð teg í ungdómi tínum!” søgdu sólargeislarnir. ”Gleð teg, at tú stendur í vøkstri og um tað unga lív, sum er í tær!”

Og vindurin kysti træið, og døggin feldi tár um tað, men tað fataði grannatræið ikki.

Um jóltíðir vórðu heilt ung trø høgd, trø, sum við hvørt ikki vóru so stór ella so gomul sum okkara træ, sum ongantíð hevði frið á sær, men altíð hug at vera upp á fartin. Hesi ungu trøini, og tað vóru júst tey vakrastu, fingu loyvi at hava greinarnar, og tey vórðu løgd upp í vognar, og so fóru rossini dragandi við teimum út úr skógini.

”Hvar munnu tey fara?” spurdi grannatræið. ”Tey eru ikki størri enn eg, ja, eg sá eitt, sum var nógv minni enn eg. Hví sleppa tey at hava allar greinarnar? Hvar munnu tey fara koyrandi?”

”Tað vita vit! Tað vita vit!” lótu gráspurvarnir. ”Niðri í býnum hava vit kagað inn gjøgnum vindeyguni! Vit vita, hvar tey fara koyrandi! Á, tey koma til størsta heiður og æru, sum hugsast kann. Vit hava hugt gjøgnum rútarnar og sæð, at tey verða sett niður mitt í eini heitari stovu og pyntað við øllum tí vakrasta, sum hugsast kann, bæði við gyltum súreplum, hunangskakum, leikutoyi og fleiri hundrað ljósum!”

”Og so - ?” spurdi grannatræið og skalv í øllum greinunum. ”Og so, hvat hendir so?”

”Ja, so hava vit ikki sæð meir. Men tað var undurfult at síggja!”

”Man tað eisini vera ætlanin við mær, at eg eisini skal fáa hasa undurfullu lagnu?” frøddi træið seg. ”Tað er uppaftur betri enn at fara um høvini! Sum mær leingist! Bara jólini høvdu verið í hondum! Nú eri eg høgt og bulmikið sum hini, sum fóru av stað seinasta ár! Á, gævi eg lá í vogninum! Gævi eg stóð í tí heitu stovuni við øllum tí mikla vakurleikanum! Og so? Ja, tá kemur uppaftur nakað uppaftur betri, uppaftur vakrari, tí hví skuldu tey annars farið at pynta meg so! Har má henda nakað uppaftur stórfingnari, frálíkari -! Men hvat? Á, eg orki hetta ikki! Mær leingist so! Eg veit ikki, hvussu tað er vorðið við mær.”

”Gleð teg við mær!” søgdu luftin og sólarljósið.

”Gleð teg, at tú stendur frískt og frælst og ungt úti á markini!”

Men træið dugdi als ikki at gleða seg. Tað vaks og vaks, bæði summar og vetur stóð tað grønt, myrkagrønt á liti. Fólk, sum sóu tað, søgdu: ”Hatta er eitt deiligt træ!” Og í adventini varð tað fyrst av øllum høgt niður. Øksin fór so djúpt inn í mergin. Og træið fall við einum tungum suffi til jarðar, tað kendi eina pínu, eitt máttloysi, tað var als ikki ført fyri at hugsa um nakra eydnu, tað var sorgarbundið, tí tað skuldi fara úr heiminum, frá tí bletti sum tað á fyrsta sinni spretti uppúr. Tað kendi á sær, at tað ongantíð aftur fór at síggja teir góðu, gomlu vinmenninar, teir smáu runnarnar og blomstrini, sum vuksu har íkring, kanska heldur ikki fuglarnar. Avstaðferðin var als ongin fragdarferð.

Træið kom ikki fyri seg aftur, fyrr enn tað millum hini trøini, sum lógu í túninum, hoyrdi ein mann siga: ”Hatta er eitt frálíka prýðiligt træ, hatta skulu vit hava!”

Nú komu tveir tænarar í fullum tænarabúna og bóru grannatræið inn í ein stóran, prýðiligan sal. Á bróstinum allan vegin hingu myndir av fólki, og við tann stóra flísaovnin stóðu stórir vásar við løvum á lokinum. Har vóru ruggustólar, silkisofur, stór borð, nógvar myndabøkur og leikutoy fyri hundrað ferðir hundrað krónur - . Soleiðis søgdu børnini, men um tað var so dýrt, veit eg ikki. Og grannatræið varð sett í eitt kar, sum var fult av sandi, men ongin sá, at tað var eitt kar, tí grønt klæði var lagt uttan um tað, og tað stóð á einum litføgrum teppi. Træið stóð og skalv. Hvat mundi nú fara at henda! Bæði tænarar og døturnar í húsinum gingu og pyntaðu tað. Tey hongdu net, klipt av ymiskt littum pappíri, upp í greinarnar, og í netini lótu tey tinganest. Tey hongdu gylt súreplir og valnøtir á greinarnar, sum tað skuldi verið fruktir á trænum, og meir enn hundrað reyð, blá og hvít jólaljós vórðu sett føst á greinarnar. Dukkur, sum so livandi líktust fólki, - træið hevði ongantíð sæð sovorðið fyrr - sveiggjaðu í tí grøna, og ovast uppi í toppinum settu tey eina stjørnu av skínandi gulli. Tað sá stásiligt út, avbera stásiligt.

”Í kvøld,” søgdu tey øll somul, ”í kvøld skal tað ljóma!”

”Á!” hugsaði træið, ”bara kvøldið var komið! Bara ljósini vóru tendrað! Og hvat man so fara at henda? Munnu trøini í skógini fara at koma at síggja meg? Munnu gráspurvarnir fara at kaga inn gjøgnum vindeygað? Man eg fara at grógva fast her og standa skrýtt bæði vetur og summar?”

Jú, tað visti væl, hvat ið kundi henda. Men tað var so ringt av børkupínu av berum longsli, og børkupína er minst líka ring hjá trøum, sum høvuðpína er hjá okkum.

Nú tendraðu tey ljósini. Á, tann glógvan, tann vakurleiki! Træið nøtraði, og greinarnar skulvu, so at eldur kom í eina av einum jólaljósi. Genturnar róptu av bangilsi og skundaðu sær at sløkkja.

Nú noyddist træið at ansa eftir ikki at skelva. Tað var ein standur! Tað var so bangið fyri, at tað fór at missa okkurt av øllum prýðinum, og tað var næstan í ørviti av øllum stásinum, - og nú fóru báðar hurðarnar upp, og ein hópur av børnum turnaði inn, so at tað sá út, sum at tey fóru at koyra træið um koll. Tey eldru fólkini komu stillisligari aftaná. Tey smáu stóðu púra tigandi, men bara eina løtu, so fóru tey aftur upp at galdra, so at tað hoyrdist ikki mannamál. Tey dansaðu um træið, og tey tóku tinganest av tí.

”Hvat er tað, tey gera?” hugsaði træið. ”Hvat man nú fara at henda?” Og ljósini brunnu heilt niður ímóti greinunum, og so hvørt, sum tey vóru liðug, vórðu tey sløkt, og so sluppu børnini at taka burtur av trænum, sum tey vildu. Og tey løgdust at skræða burtur av tí, so at tað brakaði í greinunum. Hevði tað ikki verið bundið fast upp undir loftið, so hevði tað farið um koll.

Børnini gingu og hoppaðu í stovuni hvørt við sínum leikutoyi, og ongin hirdi at hyggja meir at trænum uttan tann gamla daddan, sum gekk og kagaði millum greinarnar, men tað var bara fyri at vita, um ikki ein fika ella dadla ella eitt súrepli lá goymt eftir har.

”Eina søgu! Eina søgu!” róptu børnini og togaðu ein lítlan, førligan mann yvir at trænum, og hann setti seg beint undir træið, ”tí so eru vit líka sum í skógini,” segði hann, ”og træið hevur eisini gott av at lurta eftir. Men eg fortelji bara eina søgu. Vilja tit hava hana um Ivetu-Avetu ella hana um Klumpi-Dumpa, sum fór bóltandi niður ígjøgnum trappurnar og kortini kom í hásætið og fekk prinsessuna?”

”Ivetu-Avetu!” róptu summi, ”Klumpi-Dumpa,” róptu onnur. Har var róp, og har var geyl, einans grannatræið stóð tigandi og hugsaði: ”Sleppi eg als ikki upp í part, skal eg onki gera!” Men tað hevði verið við, hevði gjørt tað, sum tað átti at gera.

Og maðurin segði frá Klumpi-Dumpa, sum datt niður gjøgnum trappurnar og kom kortini í hásætið og fekk prinsessuna. Og børnini klappaðu saman hendur og róptu: ”Fortel! Fortel!” Tey vildu eisini hava Ivetu-Avetu, men tey fingu bara hana um Klumpi-Dumpa. Grannatræið stóð púra tigandi og hugsunarsamt, ongantíð høvdu fuglarnir úti í skógini sagt frá sovorðnum. ”Klumpi-Dumpi datt niður gjøgnum trappurnar og fekk kortini prinsessuna! Ja, ja, soleiðis er tað her í verðini,” hugsaði grannatræið og visti ikki betur, enn at hetta var satt, tí hatta var ein so fittur maður, sum segði frá. ”Ja, ja, hvør veit! Kann vera, at eg eisini detti niður ígjøgnum trappurnar og fái prinsessuna!” Og tað gleddi seg til komandi dag og aftur at verða latið í ljós, leikutoy, gull og fruktir.

”Í morgin fari eg ikki at skelva!” hugsaði træið. ”Eg skal so væl stuttleika mær í øllum hesum vakurleikanum. Í morgin sleppi eg aftur at hoyra søguna um Klumpi-Dumpa og kanska eisini hina um Ivitu-Avitu.” Og træið stóð so púra stilt og í djúpum tonkum alla náttina.

Um morgunin komu ein húskallur og ein arbeiðskona inn.

”Nú fer veitslustásið at byrja aftur,” hugsaði træið, men tey fóru við tí út úr stovuni, upp gjøgnum trappurnar, upp á loftið, og har, í ein myrkan krók, hvar ongin ljósglæman var at síggja, settu tey tað. ”Hvat er hetta fyri nakað?” hugsaði træið. ”Hvat havi eg her at gera? Hvat verður her at hoyra hjá mær?” Og tað helti seg inn móti vegginum og stóð har og hugsaði og tonkti. - Og góða tíð hevði tað, tí har fóru dagar og nætur. Ongin kom upp á loftið, og hendi tað seg, at onkur kom, so var tað bara til at seta onkran stóran, tóman kassa í krókin, og endin var, at træið stóð púra fjalt, so at tað sá ikki mætari út, enn at øll høvdu gloymt tað.

”Nú er vetur úti!” hugsaði træið. ”Jørðin er fryst og undir í kava. Nú ber ikki til hjá menniskjunum at seta meg niður. Tí er tað, at eg standi her og kroki, til várið kemur. Tað er væl gjørt av teimum. Menniskjuni eru góð, tað má eg siga! - Bara her hevði ikki verið so myrkt og einsligt - ikki so frægt sum ein hara at síggja. - Tá var tað nógv betri úti í skógini, tá ið kavin lá, og harurnar hoppaðu uttan um meg. Ja, sjálvt tá ið haran leyp bukk upp um meg, men tá dámdi mær tað onki. Her uppi eri eg ræðuliga einsamalt!”

”Pi, pi!” hvein ein lítil mús og kom krúpandi, og so kom ein aftrat. Tær snoddaðu at trænum og krupu inn millum greinarnar.

”Her er ræðuliga kalt!” søgdu tær smáu mýsnar. ”Men annars er her gott at vera! Heldur tú ikki tað, tú gamla grannatræ?”

”Eg eri onki gamalt,” segði træið, ”tað eru nógv, sum eru nógv eldri enn eg!”

”Hvaðani kemur tú?” spurdu mýsnar, ”og hvat veitst tú at siga okkum?” Tær vóru so ógvuliga forvitnar. ”Sig okkum eitt sindur frá tí vakrasta stað á jørðini! Hevur tú verið har? Hevur tú nakrantíð verið í kovanum, har sum ostar liggja á hillunum, og fleskasíður hanga uppi undir loftinum, og tálgaljósini liggja so tøtt, at tú mást traðka á tey. Tú ert rak, tú fert inn, men kemur feit útaftur!”

”Nei, hatta veit eg onki um!” segði træið, ”men skógina veit eg um at siga, har sólin skínur, og fuglarnir syngja!” Og tað fortaldi mýsnum frá øllum, sum hent var, meðan tað var úti í skógini, og tær smáu mýsnar sótu so kúrrar og lurtaðu, og tær søgdu: ”Nei, sum tú veitst nógvum at siga frá. Tú manst hava verið ógvuliga lukkuligt!”

”Eg!” segði grannatræið og fór at hugsa um, hvat ið tað hevði sagt fyri músunum. ”Ja, satt at siga, so vóru tað hugnaligir dagar!”

Men so fór tað at siga frá jólaaftan, tá ið tað var pyntað við kakum og ljósum.

”Á!” søgdu mýsnar, ”sum tú manst hava verið eydnuríkt, tú gamla grannatræ!” ”Eg eri als ikki gamalt!” segði træið, ”tað var jú í vetur, at eg kom úr skógini. Eg eri enn í bestu árum, men eg eri bara steðgað í vøkstrinum!”

”Sum tú dugir væl at siga frá!” søgdu mýsnar, og náttina eftir komu tær aftur saman við fýra øðrum músum, sum vildu sleppa at hoyra træið siga frá, og tess meira tað segði frá, tess betur mintist tað til alt, sum tað hevði upplivað, og tað hugsaði: ”Tað vóru satt at siga ógvuliga stuttligar tíðir! Men tær kunna altíð fara at koma aftur, ja, tær koma. Klumpi-Dumpi datt niður ígjøgnum trappurnar og fekk prinsessuna, og kann vera, eg eisini fái eina prinsessu,” og so hugsaði tað um eitt so ógvuliga fitt bjørkatræ, sum vaks úti í skógini, tað var fyri grannatrænum sum ein fitt prinsessa.

”Hvør er Klumpi-Dumpi?” spurdu mýsnar. Og so segði grannatræið frá søguni um Klumpi-Dumpa. Tað mintist hvørt tað einasta orð, og tær smáu mýsnar vóru so hugtiknar og glaðar, at tær høvdu bestan hugin at leypa upp í toppin á trænum av berari frøi. Næstu nátt komu uppaftur fleiri mýs, og sunnudagin komu eisini tvær rottur. Men tær søgdu, at søgan var onki stuttlig, og tá kom ringt lag á mýsnar, tí nú hildu tær heldur ikki, at søgan var nakað serligt.

”Dugir tú bara hasa einu søguna?” spurdu rotturnar.

”Ja, bara hasa!” segði træið, ”hana hoyrdi eg eydnuríkasta kvøld í mínum lívi, men tá hugsaði eg ikki um, hvussu eydnuríkt eg var!”

”Hatta er ein ógvuliga vánalig søga! Dugir tú onga um flesk og tálgaljós? Onga spískamarsøgu?”

”Nei!” segði træið.

”Ja, so takka vit fyri okkum!” Og so fóru tær krúpandi inn í holu sína.

Tær smáu mýsnar hvurvu eisini, og tá suffaði træið: ”Tað var nú bara hugnaligt at hava tær sitandi uttan um seg, hasar smidligu mýsnar, og lurta eftir, meðan eg segði frá. Nú er tað eisini yvirstaðið! Men eg skal minnast til at hugna mær, tá ið eg einaferð sleppi útaftur hiðani!”

Men nær mundi tað fara at verða?

Jú, so var tað ein morgun, at fólk komu at rudda uppi á loftinum. Tey fluttu kassar og tóku træið úr krókinum. Tað varð tveitt heldur harðliga út á gólvið, og beinanvegin dró ein húskallur tað yvir ímóti trappuni, har dagslýsið sást.

”Nú fer lívið at byrja av nýggjum!” hugsaði træið. Tað kendi kyling av frískari luft og sá tann fyrsta sólargeislan, - og so lá tað úti í túninum. Alt gekk so skjótt fyri seg, at træið gloymdi at hyggja at sær sjálvum, tí har var so mangt at síggja allastaðni.

Tætt við túnið var ein urtagarður, og har stóð alt í besta blóma. Rósurnar angaðu so vælsignað, og lindatrøini blomstraðu, meðan svalurnar flákraðu í ring og lótu: ”Kvirri-virri-vitt, nú er maður mín komin!” Men tað var ikki grannatræið, sum tær meintu við.

”Nú skal eg liva!” sang tað og breiddi greinar sínar út. Men gakk, tær vóru allar følnaðar og gular, og tað varð tveitt í ein krók millum notur og annað burturkast. Gullpappírsstjørnan sat enn á toppinum og skygdi í sólskininum.

Í túninum spældu nøkur av teim glaðu børnunum, sum dansaðu um træið, og sum gleddu seg so nógv um tað. Eitt av teim minstu fór og skræddi stjørnuna av tí.

”Hygg hvat ið enn situr á toppinum á hasum gamla jólatrænum!” segði tað og traðkaði á greinarnar, so at tað brakaði í teimum.

Og træið hugdi at øllum blómuvakurleikanum og frískleikanum í urtagarðinum, og tað hugdi at sær sjálvum, og tað ynskti, at tað enn hevði staðið í tí myrka krókinum uppi á loftinum. Tað mintist á sín fríska ungdóm í skógini, mintist tann stuttliga jólaaftan og tær fittu mýsnar, sum so hugagóðar sótu og lurtaðu eftir søguni um Klumpi-Dumpa.

”Liðugt, liðugt!” segði neyðars træið. ”Bara eg hevði dugað at glett meg, meðan eg kundi! Liðugt, liðugt!”

Og húskallurin kom og høgdi træið til pinnabrenni, tað var ein fullur handakriki, og væl logaði tað undir tí stóra bryggjaraketlinum. Og tað suffaði so tungliga, og hvørt suff ljóðaði sum eitt skot. Tí komu børnini, sum spældu uttanfyri, inn og settu seg framman fyri eldinum og stardu inn í logan, meðan tey róptu: ”Piff, paff!” Men hvørja ferð ein brestur hoyrdist, sum var eitt suff frá trænum, hugsaði tað um ein summardag úti í skógini, ella eina vetrarnátt har úti, tá ið stjørnurnar lýstu. Tað hugsaði um jólaaftan og Klumpi-Dumpa, einasta ævintýr, tað hevði hoyrt og dugdi at siga frá, - og so var træið útbrent.

Dreingirnir spældu í túninum, og tann minsti gekk við gullstjørnuni í bringuni, henni, sum træið hevði havt á toppinum eydnuríkasta kvøld, sum tað hevði livað. Nú var alt liðugt, og træið var burtur, og søgan liðug: Liðug, liðug, og tað er endin á øllum søgum!

Upprunaheiti: H.C. Andersen: ”Grantræet”, ”Nye eventyr. Første bind, anden samling”, 1845.

Marius Johannesen (1905-1986) týddi. H.C. Andersen: ”12 ævintýr”, Bókaforlagið Grønalíð 1982.