Skip to main content

Dólghanus

Dólg-Hanus.

tech startup business plan example synopsis of thesis in phdInni í landinum var ein gamal garður, og í honum var ein gamal harramaður, ið átti tveir synir, ið høvdu slíkar gávur, at máti skuldi vera við; teir vildu biðja sær kongsins dóttur, og tað tordu teir, tí hon hevði gjørt kunnugt, at hon vildi taka sær hann til mann, ið best dugdi at tala fyri seg.

Teir roksaðust nú í átta dagar, tað var út í tað longsta, men tað var nóg mikið, tí teir høvdu framíhjálærdóm, og hann er hentur. Annar dugdi uttanat alla ta latínsku orðabókina og ávísina í býnum trý ár ígjøgnum og tað bæði frammanfrá og aftanfrá; hin hevði gjørt seg kunnugan við allar gildisskráir, og hvat hvør gildismeistari átti at vita; so dugdi hann at leggja uppí um stjórnarmál, helt hann; haraftrat hevði hann gott lag at seyma mynstur í selar, tí hann var handfimur og hegnigur.

”Eg fái kongsdóttrina!” søgdu teir báðir, og so gav pápi teirra teimum hvørjum sín vakra hest; hann, sum dugdi orðabókina og ávísirnar, fekk ein kolsvartan, og hin, sum var gildismeistarafróður og seymaði mynstur, fekk ein mjøllhvítan, og so smurdu teir seg í kinnklovunum við livralýsi, at teir kundu vera meira smidligir. Alt húsfólkið var úti í túninum at síggja teir stíga í saðilin, og í sama bili kom triði bróðirin, tí tríggir vóru, men tað var eingin, ið metti hann sum bróður, tí hann hevði ikki slíkan kunnleika sum hinir báðir, og hann rópti tey bert Dólg-Hanus.

”Hvar ætla tit tykkum, síðani tit eru í stásklæðunum?” spurdi hann.

”Til hóva at tala okkum kongsdóttrina til! hevur tú ikki frætt, hvat trumman gongur um yvir tað heila land?” og so søgdu teir honum tað.

”Pílar og skot, so er best, at eg fari við!” segði Dólg-Hanus, og brøðurnir flentu at honum og fóru av stað ríðandi.

”Pápi! lat meg fáa ein hest!” rópti Dólg-Hanus. ”Eg havi fingið ein sovorðnan hug til at gifta meg. Tekur hon meg, so tekur hon meg, og tekur hon meg ikki, so taki eg hana kortini.”

”Tvætl í teg!” segði pápin. ”Tær gevi eg ongan hest. Tú dugir jú ikki at tala fyri teg! Nei, brøðurnir, teir eru valadreingir!”

”Fái eg ongan hest,” segði Dólg-Hanus, ”so taki eg geitarbukkin, hann eigi eg sjálvur, og hann ber meg ringan!” og so gleivaði hann upp á geitarbukkin, setti hælirnar í liðina á honum og setti ferð á eftir landavegnum; hui! sum hann spelaði. '

”Her komi eg!” segði Dólg-Hanus, og so sang hann, so tað gelti eftirí.

Men brøðurnir riðu púra svinnir frammanundan, teir talaðu ikki orðið, teir máttu hugsa um øll tey góðu hugskotini, teir ætlaðu at bera fram, tí tað skuldi nú vera so óføra besnissað.

”Halló!” rópti Dólg-Hanus, ”her komi eg, hygg hvat eg fann á landavegnum,” og so vísti hann teimum eina deyða kráku, hann hevði funnið.-

”Dólgur!” søgdu teir, ”hvat ætlar tú at gera við hasa?”

”Eg fari at geva kongsdóttrini hana!”

”Ja, gev so!” søgdu teir, flentu og riðu so víðari.

”Halló! her komi eg! hygg hvat eg nú fann, slíkt finnur tú ikki hvønn dag á landavegnum!”

Og brøðurnir vendu við aftur at vita, hvat tað var. ”Dólgur!” søgdu teir, ”hatta er jú ein gomul tufla, sum leðrið er av farið! Skal kongsdóttirin eisini eiga hana?”

”Tað skal hon!” segði Dólg-Hanus; og brøðurnir flentu, og teir riðu, og teir komu langt framum.

”Halló! her eri eg!”, rópti Dólg-Hanus; ”nei, nú gongur tað av skriðuni, halló, tað er forskel uppá!”

”Hvat hevur tú nú funnið?” søgdu brøðurnir.

”Oh!” segði Dólg-Hanus, ”eg fái ikki orðið fram! Sum hon verður fró, kongsdóttirin!”

”Tví!” søgdu brøðurnir, ”hetta er jú slýggj, ið er skumpað upp úr veitini!”

”Ja, tað er tað!” segði Dólg-Hanus, ”og tað er tað fínasta slag, eg fái ikki hildið tí!” og so fylti hann fikkuna.

Men brøðurnir fóru ríðandi, alt tað teir vóru mentir, og so komu teir ein heilan tíma frammanundan og steðgaðu við bíggjarliðið, og har varð fingið tal á biðlunum, so hvørt sum teir komu, og teir vórðu settir á rað, seks í hvørjum raði og so tætt saman, at teir ikki fingu lyft armarnar, sum betur var, tí annars høvdu teir skrætt klæðini av hvørjum øðrum, bert fyri at vera fremstir.

Allir hinir landsins íbúgvar stóðu rundan um kongsborgina heilt upp at gluggunum at síggja kongsdóttrina fagna biðlunum, og rætt sum ein teirra kom innar í stovuna, gekk talugávan fyri hjá honum.

”Ikki batar!” segði kongsdóttirin. ”Út!”

Nú kom tann av brøðrunum, ið dugdi orðabókina, men hana hevði hann heilt gloymt av at standa á rað, og tað ríkti í gólvinum, og loftið var av spegilsglasi, so hann sá seg sjálvan øvutan, og við hvønn gluggan stóðu tríggir skrivarar og ein gildismeistari, ið hvør skrivaði upp alt, hvat ið sagt varð, at tað straks kundi koma í ávísina og verða selt fyri tveir skillingar á geilarhorninum, tað var ræðuligt, og so høvdu tey koyrt í ovnin, so hann var reyður í bulinum.

”Tað er ein óførur hiti, her er inni!” segði biðilin.

”Tað er, tí at pápi mín steikir hanungar í dag!” segði kongsdóttirin.

Mæ! har stóð hann, slíka talu vardi hann ikki; ikki eitt orð visti hann sær at siga, tí okkurt skemtiligt hevði hann ætlað sær at bera fram. Mæ!

”Ikki batar!” segði kongsdóttirin. ”Út!” og so mátti hann fara av stað. Nú kom hin bróðirin.

“Her er ein ræðuligur hiti!” segði hann.

”Ja, vit steikja hanungar í dag!” segði kongsdóttirin.

”Hvat si- ha?” segði hann, og allir skrivararnir skrivaðu: Hvat si- ha!

”Ikki batar!” segði kongsdóttirin. ”Út!”

Nú kom Dólg-Hanus, hann kom ríðandi á geitarbukkinum beint innar í stovuna.

”Tað er ein gløðandi hiti!” segði hann.

”Tað er, tí eg steiki hanungar!” segði kongsdóttirin.

“Tað var lagamannin!” segði Dólg-Hanus, ”so hevði eg mestur fingið stokt mær eina kráku!”

”Ja, tað er gaman í!” segði kongsdóttirin, ”men hava tygum nakað at steikja hana í, tí eg havi hvørki pott ella pannu.”

”Men tað havi eg!” segði Dólg-Hanus. ”Her er kókiílat við tinspong!” og so dró hann ta gomlu tufluna fram og setti krákuna mitt í hana.

”Hatta er ein heilur mansverður,” segði kongsdóttirin, ”men hvaðani fáa vit fløt?”

”Tað havi eg í fikkuni!” segði Dólg-Hanus. ”Eg havi so ivaleyst, at eg kann stoyta burtur,” og so stoytti hann eitt sindur av slýggi úr fikkuni.

”Hetta dámar mær væl!” segði kongsdóttirin, ”tú dugir at svara fyri teg! og tú kanst tala, og teg vil eg hava til mann! men veitst tú, at hvørt orð, vit siga og hava sagt, verður skrivað upp og kemur í morgin í ávísina? Við hvønn gluggan sært tú tríggjar skrivarar og ein gamlan gildismeistara standa, og gildismeistarin er verstur, tí hann hevur ikki fult skil!” Og tað segði hon bert fyri at ræða hann. Og allir skrivararnir gneggjaðu og slettu ein blekkdropa á gólvið.

”Hetta man vera húsbóndafólkið!” segði Dólg-Hanus, ”so má eg geva gildismeistaranum tað besta!” og so vendi hann fikkuni við og gav honum slýggið beint í skonina.

”Har vart tú knáur!” segði kongsdóttirin, ”hatta hevði eg ikki dugað, men eg hugsi, eg man fara at læra tað!”

Og so gjørdist Dólg-Hanus kongur, fekk eina konu og eina krúnu og sat á eini trónu, og tað hava vit beint úr ávísini hjá gildismeistaranum - og hon er ikki at fara eftir.

Upprunaheiti: H.C. Andersen: ”Klods-Hans”, ”Historier”, 1855.

Christoffur Lützen (1891-1981) týddi. H.C. Andersen: ”14 ævintýr”, Egið forlag 1953.