Skip to main content

Dólghanus

Ein gomul søga fortald umaftur

literature review service oriented architecture buying a dissertation 2 months example of executive summary for business plan opening coffee shop business planÚti á landinum var ein gamal harragarður, og í honum búði ein gamal harramaður. Hann átti tveir synir, sum vóru so orðsnildir, at tað var ótrúligt. Teir ætlaðu at fríggja til kongsins dóttur, og tað tordu teir, tí hon hevði kunngjørt, at hon ætlaði at hava tann mannin, sum best dugdi at tala sína sak.

Teir báðir fyrireikaðu seg so í átta dagar, tað var tað longsta, teir høvdu, men tað var eisini nóg mikið, tí teir høvdu forkunnskap, og hann er hentur. Annar dugdi uttanat alla ta latínsku orðabókina og blaðið har í býnum fyri trý tey seinastu árini og tað bæði frammanífrá og aftanífrá. Hin hevði sett seg inn í allar grannastevnuviðtøkurnar og visti alt, sum ein sýslumaður eigur at vita. Hann dugdi eisini at tosa um statsviðurskifti, helt hann, og so dugdi hann eisini at brodera selar, tí hann var fittur í hondunum.

”Eg fái kongsdóttrina!" søgdu teir báðir tveir, og so gav pápi teirra teimum hvør sín hest. Hann, sum dugdi orðabókina og bløðini, fekk ein kolasvartan, og tann, sum var sýslumansklókur og broderaði, fekk ein mjólkarhvítan, og so smurdu teir seg við livralýsi í kinnklovunum fyri at gerast munnfimir.

Bæði húskallar og arbeiðskonur vóru úti í túni at siga teim báðum farvæl. Tá kom triði bróðirin, tí teir vóru tríggir, men ongin roknaði hann uppí, tí hann var ikki so lærdur sum teir, og hann róptu tey bara Dólghanus.

”Hvar ætla tit tykkum, tit eru so fínir?" spurdi hann.

”Til hovið at práta okkum kongsdóttrina til. Hevur tú ikki hoyrt, hvat ið boðað er um alt landið?" og so søgdu teir honum tað.

”Pílar og skot! So má eg sleppa mær við!" segði Dólghanus, og brøðurnir flentu at honum. Og so fóru teir av stað.

”Pápi, gev mær eitt ross!" rópti Dólghanus. ”Eg havi fingið sovorðnan giftingarhug. Sigur hon ja, so sigur hon ja, og sigur hon nei, so fari eg við henni kortini!"

”Hatta er tvætl!" segði pápin, ”tú fært onki ross. Tú dugir ikki at tosa! Nei, brøðurnir, tað eru menn!"

”Fái eg onki ross," segði Dólghanus, ”so fari eg við geitarbukkinum, hann eigi eg sjálvur, og hann stendur væl undir mær!" Og so setti hann seg upp á bukkin, setti hælirnar í síðurnar á honum og dreiv av stað út eftir landavegnum. Har var ferð á. ”Her komi eg!" segði Dólghanus, og so sang hann, so tað gelti í. Men brøðurnir skundaðu sær ikki. Teir lótu ikki munnin upp, tí teir máttu hugsa um alt, sum teir ætlaðu sær at siga, tí tað skuldi vera so væl umhugsað.

”Hálahoy!" rópti Dólghanus, ”her komi eg! Hyggið, hvat ið eg fann á landavegnum!" Og so vísti hann teimum eina deyða kráku, hann hevði funnið.

”Dólgur!" søgdu teir, ”hvat skalt tú gera við hana?"

”Eg fari at geva kongsdóttrini hana!"

”Ája, ger tú tað!" søgdu teir, flentu og fóru víðari fram.

”Hálahoy! Her komi eg! Hyggið, hvat ið eg nú havi funnið, tað finnur tú ikki hvønn dag á landavegnum!"

Og brøðurnir vendu við fyri at vita, hvat ið tað var. ”Dólgur!" søgdu teir, ”Hatta er jú ein gomul tufla við skrøddum leðri! Skal kongsdóttirin eisini hava hana?"

”Tað skal hon!" segði Dólghanus. Og brøðurnir flentu, og teir riðu, og teir komu langt framum.

”Hálahoy! Her komi eg!" rópti Dólghanus. ”Tað verður alt betri og betri! Hálahoy. Hetta er makaleyst."

”Hvat hevur tú nú funnið?" spurdu brøðurnir.

”Oys!" segði Dólghanus, ”eg fái ikki sagt frá tí! Ikki kann eg ætla, hvussu glað hon verður, kongsdóttirin!"

”Púff!" søgdu brøðurnir, ”hatta er tann bera runa, onkur hevur skumpað upp úr veitini!"

”Ja, júst so!" segði Dólghanus, ”og hetta er fínasta runuslag, tú fært ikki havt tað í hondini!" Og so fylti hann lummarnar við runu.

Men brøðurnir riðu, og nú skundaðu teir sær, so teir komu langt fram um hann og steðgaðu við býargrindina.

Har fingu fríggjararnir nummar, sum teir komu, og vórðu so settir í rað, seks í hvørjum rað og so tætt saman, at teir fingu ikki rørt ein fingur, og tað var fyri neyðini, tí annars høvdu teir gjørt seg inn á tann, sum stóð frammanfyri, bara av øvund, tí hann var komin fyrr.

Alt fólkið í landinum stóð uttan um slottið heilt upp móti vindeygunum fyri at síggja kongsdóttrina taka ímóti fríggjarunum, og ein var ikki komin meir enn inn um gáttina, so misti hann talugávurnar.

”Dugir onki!" segði kongsdóttirin. ”Burtur!"

Nú kom tann av brøðrunum, sum dugdi orðabókina, men hann hevði gloymt alt av at standa so leingi á rað, og tað brakaði í gólvinum, og loftið var av spegilsglasi, so at hann sá seg standa á høvdinum, og við hvørt vindeyga sótu skrivarar og ein sýslumaður, sum skrivaðu alt upp, sum sagt varð, at tað kundi koma í blaðið og verða selt úti á gøtuni fyri tveir skillingar. Tað var ræðuligt, og so høvdu tey lagt so nógv í ovnin, at hann stóð glóðheitur.

”Tað er ræðuligt, sum her er heitt inni!" segði fríggjarin.

”Tað er, tí pápi steikir hanungar í dag!" segði kongsdóttirin.

Hø! Har stóð hann, slíka talu hevði hann ikki væntað. Ikki eitt orð visti hann at siga, tí okkurt stuttligt skuldi tað verið. Mø!

”Dugir ikki!" segði kongsdóttirin. ”Út!" og so noyddist hann at fara. So kom hin bróðirin.

”Ræðuligur varmi, ið her er!" segði hann.

”Ja, vit steikja hanungar í dag!" segði kongsdóttirin.

”Hva si-hvat?" segði hann, og øll bløðini skrivaðu: ”Hva si-hvat!"

”Dugir ikki," segði kongsdóttirin. ”Út!"

Nú kom Dólghanus.

Hann reið á geitarbukkinum heilt inn í stovuna. ”Ónatúrligur hiti, ið her er!" segði hann.

”Tað er, tí eg steiki hanungar!" segði kongsdóttirin.

”Tað var frálíkt!" segði Dólghanus, ”so kann eg kanska fáa stokt eina kráku?"

”Tað er gaman í!" segði kongsdóttirin, ”men hava tygum nakað at steikja hana í, tí eg eigi hvørki pott ella pannu."

”Men tað eigi eg!" segði Dólghanus. ”Her eru kókigreiður við tinhonk!" og so kom hann við tufluni og setti krákuna mitt í hana.

”Hatta er ein heil máltið!" segði kongsdóttirin, ”men hvaðani fáa vit sósina?"

”Sósina havi eg í lummanum!" segði Dólghanus. ”Og eg havi so nógv, at eg kann stoyta niður!" og so helti hann nakað av runu burtur úr lummanum.

”Hatta dámar mær væl!" segði kongsdóttirin, ”tú dugir at svara, og tú dugir at tala, og teg vil eg hava til mann! Men veitst tú, at hvørt orð, sum vit siga og hava sagt, verður skrivað upp og kemur í blaðið í morgin? Við hvørt av vindeygunum, sært tú, sita tríggir skrivarar og ein sýslumaður, og sýslumaðurin er ringastur, tí hann fatar einki!" Og hatta segði hon fyri at loypa ótta á hann. Og allir skrivararnir gneggjaðu og slettu blekk á gólvið.

”Hatta man vera harrafólkið!" segði Dólghanus, ”so má eg geva sýslumanninum tað besta!" og so vendi hann lummunum og tveitti rununa í andlitið á sýslumanninum.

”Hatta var væl gjørt!" segði kongsdóttirin, ”hatta hevði eg ikki dugað, men eg kann læra tað!"

Og so gjørdist Dólghanus kongur, fekk eina konu og eina krónu og sat á eini trónu, og hetta hava vit lisið í blaðnum hjá sýslumanninum - og tað er onki eftirfarandi!

Upprunaheiti: H.C. Andersen: ”Klods-Hans”, ”Historier”, 1855.

Marius Johannesen (1905-1986) týddi. H.C. Andersen: ”Ævintýr – eitt úrval”, Bókadeild Føroya Lærarafelags 2005.