Skip to main content

Martin L. King

King var føddur í Atlanta í Georgia í 1929. Hann var prestur og gjørdist gitin fyri røður sínar til frama fyri javnstøðu ímillum hvít og svørt. King var ávirkaður av Gandhi og fekk svartar amerikanarar at mótmæla friðarliga og virðiliga. Sjálvur var hann uppi í mongum mótmælisgongum og gjørdist tann navngitnasti og virðiligasti í borgararættindastríðnum. Hann varð myrdur í 1968; tað elvdi til harm og mikla vreiði, og ófriður brast á í 125 býum í USA.

Røður