Skip to main content

Villdunna

Villdunnan (lat. Anas platyrhyncha L; da. Stokand, alm. Vildand) er hjá okkum alt árið, men lítið er til av henni. Steggin er mestu tíðina á ári av litfríðastu fuglum. Høvd og hálsur hava ein glitrandi grønan lit, snøgt avmarkaður við einum hvítum ringi niðast um hálsin. Bringan er brúnlig. Annars er hann fínt rondutur ella skjómutur, brúnskjómutur omaná, gráskjómutur í neðra. Mitt á vonginum er ein glitrandi bláur fýrhyrntur litur, kallaður »spegilin«, avmarkaður við einari svartari og einari hvítari striku. Seint á sumri líkist hann dunnuni, uttan tað, at hann hevur bleikari nev. Dunnan hevur líka vakran spegil sum steggin, men annars er hon mest brún- og svartflekkut.
 
Fyri tað mesta eigur hon tætt við eina á ella eitt vatn, ofta undir vatnbakkanum; har sum nógv fólk gongur, eitt nú at fiska síl, fer hon oftast longur burtur at finna sær eitt fjalt stað. Eggini eru vanligá 8—10. Tá ið hon fer av, breiðir hon oftast dún aftur yvir tey, so tey skulu vera verri at fáa eyga á. Eftir 4 vikum koma ungarnir út, mest gráir omaná, í neðra gulir. So skjótt teir eru turrir, fer mannan við teimum at vatninum, og tað er ótrúligt, hvussu kvikir teir eru til fóts. Teir verða skjótt vaksnir og eru tá so líkir dunnuni, at tað skal vera kønur maður, ið kennir tey at.

Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.

 

Antarsløgini

Antarsløgini kennast frá gásunum av tí, at tey eru smærri á vøkstri og meira lágføtt. Á øllum teimum eru steggin og bøgan mestu tíðina á ári sera ólík á liti; men í klekingartíðini og eitt sindur longur út kunna tey vera so lík, at tey kennast ikki at.

Fitjufuglar

Soleiðis eru teir kallaðir, tí teir hava fitjur, tað er húð, sum er millum tærnar og ger fótin góðan at svimja við. Og øllum fitjufuglum dámar væl á blotanum; summir halda seg helst á vøtnum og í áum, men teir flestu liva sína mestu tíð á sjónum. Fjøðurin er tøtt, og teir smyrja hana við feitum, so vatn rínur ikki við hana. — Til er eitt ótal av sløgum, og til at lætta yvirlitið á teimum verða tey her sett sundur í bólkar og ættir.

Gásasløgini, svanasløgini og antarsløgini hava yvirhøvur flatt nev við rípum innaní og verða tí sett saman í en bólk, sum vit kunna nevna rípunevini. Tey sutla javnt og samt niðri á botni, og smákykt heftist tá eftir millum rípurnar, meðan evjan skolast burtur.