Skip to main content

Spógvi

Spógvin (lat. Numenius phaeopus L; da. Lille Regnspove) kemur vanliga seinna partin í apríl, og tá ið komið er út um krossmessu,  hoyra vit  hansara vakra bríkslandi  mál  í bø og haga. Hann eigur um somu leiðir sum tjaldur, men í vølli. Til reiður grevur hann sær eina kullu, sum hann oftast klæðir innan við deyðagrasi ella mosa. Seinna partin í mai verpur hann 4 — sjaldan 3 — og ger ongan dag millum hvørt eggið. Tey eru brúnlig-grøn við dimmum blettum. Tó at tey eru nógv størri enn tjaldursegg, bilar honum aldri at verma, tí hann dugir so væl at leggja tey í reiðrinum: trý tætt at hvørjum
øðrum við spíska endanum  inn móti miðjuni; tá gera tey sum ein ring við einum breiðum gloppi í, og í hetta gloppið leggur hann hitt fjórða eggið langvegin. Soleiðis løgd eru tey lættast at breiða seg útyvir, tí nú er víddin minst, og nakað smalri annan vegin. Tá ið fólk kemur nær, sker steggin í eitt bríksl, og bøgan skundar sær av, rennur ella flýgur tætt yvir jørðini, til hon er ivaleysa langt burtur.

Væl kenna tey fólk. Eitt summar gekk eg hvønn dag til eitt spósreiður, tí eg vildi mála bílæti av einum unga. Spógvin gjørdist so spakur, at hann fleyg ikki av, fyrr enn eg var sum tveir favnar frá. Tá ið fyrsti ungin var útkomin, tók eg hann í eina dós og fór heim við honum; spógvin elti við eymkiligum máli. Eg málaði skjótasta, eg kundi, og fór so aftur við honum. Stutt frá húsum var spógvin uppi yvir mær; og tá ið hin lítli hoyrdi málið á honum, svaraði hann aftur. So skjótt, eg hevði lagt hann í reiðrið, fór hin gamli at verma. Men í tvey summar eftir ræddist hann meg verri enn øll onnur fólk; hann lá í frið, um neytakonur gingu framvið stutt frá reiðrinum, men fleyg av, tá ið hann sá meg, um eg var meir enn 100 favnar burtur. Triðja summarið gekk eg dagliga til reiðrið, og so gjørdust vit vinir aftur.

23 ella 24 dagar eftir, at seinasta eggið er vorpið, kemur út. Ungarnir eru sera vakrir, bleikgulir við dimmbrúnum prikkum; oman á høvdinum hava teir ein avlangan svartan ring, sum eina krúnu um skallan; úr honum gongur ein svørt strika fram í nevið og onnur aftur í nakkan. — So skjótt, teir eru turrir, fara teir úr reiðrinum — altíð er ein, ofta tveir rýmdir, áðrenn hin seinasti er útkomin; og frálíka skjótt kunna teir renna. Kemur fólk har um vegir, so bríksla tey gomlu til ávaring, og teir trýsta seg slættar niður í vøllin. Tá eru teir ótrúliga ringir at fáa eyga á. Eg stóð hjá einum reiðri, tá ið fyrsti ungi fór rennandi úr tí. Sum ½ minutt hugdi eg burtur av honum, og í tí løtuni hevði hann lagt seg. Tó at grasið har var sera snøgt, og hvørki bakki ella nakað annað at krógva seg undir, og tó at eg leitaði leingi og væl, fann eg hann ikki.

Spósnevið er so neyðarsliga klænt og lint, at til verju dugir tað ikki. Men hin rádni er ikki fyri ongum. Kemur kjógvi ella likka nær, so rýkur hann við einum geyli eftir teimum, og snúiligur, sum hann er, berjir hann tey við vongknugvunum. Makin, sum hoyrir rópið, er skjótt hjá, og fíggindin skundar sær at flýggja. Er tað størri fuglur, ravnur ella bakur, samlast ofta fleiri spógvar til og reka hann burtur.
Tá ið ungarnir eru floygdir, koma bæði teir og hinir gomlu í bøin. Seinna partin í august fara teir at rýma, ungarnir nakað seinni enn teir gomlu, og onkur ungi kann síggjast til eftir mikkjalsmessu.1) — Um veturin sigast teir at vera í Suðurafrika.

1) 29. september.

Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.

 

Vaðfugladeildin

Vaðfuglarnir hava langar og klænar føtur og eru berir langt niðan um fótliðin. Baktáin er lítil, á summum eingin. Flestallir duga at svimja, tó at teir gera næstan einki av tí. Summir hava eisini eitt eiti av fitjum. Allir eru teir flytifuglar.

Vaðfugladeildin

Vaðfuglarnir hava langar og klænar føtur og eru berir langt niðan um fótliðin. Baktáin er lítil, á summum eingin. Flestallir duga at svimja, tó at teir gera næstan einki av tí. Summir hava eisini eitt eiti av fitjum. Allir eru teir flytifuglar.