Skip to main content

At skyna á klokku

Spæl

Á hesum spæli lærir barnið at skyna á klokku og lærir at knýta ymsu tíðirnar á degnum at sínum egnu ítrivum. Spælið er vælegnað at spæla heima, kann nýtast í frálæruni í yngstu flokkum fólkaskúlans, í barnagørðum, dagrøkt og frítíðarskúla. Spælið er stimbrandi og mennandi.

Spælið stimbrar eisini málið og minni, og barnið lærir at hugsavna seg. Talan er um sonevnt Educa spæl, sum er spanskt dygdarspæl, ið verður framleitt á óteljandi málum og til heimsmarknaðin. Nú eru fleiri Educa spøl á fyrsta sinni á føroyskum og úr føroyska umhvørvinum. Spølini eru seks í tali, hini eru: Mær dámar at rokna, Minnisspæl, Øvut, Ord og mynd og Myndaspæl. Spølini eru slitsterk, fittlig og liggja væl í hondunum.

At skyna á klokku
At skyna á klokku