SNAR.fo

Ritstjórnin á Snar

Nám

á Hjalla 7b

(til 1. februar 2012)

Postrúm 3084

110 Tórshavn

Tlf: +298 755150

Teldupostur: snar@snar.fo

 

Telefontíð

Mánadag-Fríggjadag 10.00 - 15.00

Søgan um Snar

Tann 23. oktober  í 2006 gjørdu Kommunusamskipan Føroya og Føroya Kommunufelag øðrumegin og Mentamálaráðið  hinumegin samstarvsavtalu um at menna ein føroyskan undirvísingarportal.

Sambært samstarvsavtaluni útvega kommunurnar í kommunufelagskapunum  og Mentamálaráðið fígging til undirvísingarportalin, sum Føroya Skúlabókagrunnur skuldi menna og reka. Føroya Skúlabókagrunnur setti eitt portaltoymi at arbeiða við menningini av Snar. Í hesum portaltoymi  vóru  frá 1. oktober 2008 fýra fólk, tilsamans 3,5 ársverk. 

Eisini var settur ein verkætlanarbólkur, sum alla tíðina er við í arbeiðinum at menna snar.fo.  Í hesum bólkinum vóru umboð fyri Fróðskaparsetri, KT-depilin og LMS. 
Harafturat er ein tilvísingarbólkur, sum er mannaður við fólki úr skúlaverkinum, serliga lærarum.  Hesin bólkur verður kunnaður um arbeiðið við snar.fo og kemur annars við góðum hugskotum.

Á sumri 2010 vóru Føroya Skúlabókagrunnur, LMS og KT-depilin lagdir saman í nýggjan stovn, nevndur Nám. Síðan hevur Nám havt ábyrgdina av undirvísingarportalinum Snar.

Endamál
Snar.fo verður ein opin undirvísingarportalur,  sum hevur til endamáls at gera tað lættari hjá lærarum, undirvísarum, næmingum og øðrum  at finna fram tilfar, tænastur og tíðindi, sum eru ætlað skúla og undirvísing.

Tilfar, tænastur og tíðindi skulu so vítt gjørligt vera frítt atkomulig hjá brúkarunum.  Upphavsrættur og annað kann kortini í ávísum førum avmarka atkomuna.

Stórur dentur verður lagdur á, at tilfar, tænastur og tíðindini eru í miðdeplinum á snar.fo. Sostatt er snar.fo ikki ein heimasíða, sum hevur til endamáls at varpa ljós á einstakar stovnar.  Ymiskir stovnar koma bara inn í myndina í tann mun, teir eru viðkomandi fyri tilfar, tænastur ella tíðindi á snar.fo.

Vísjón
At útvega lærarum og næmingum dygdargóðar, fjølbroyttar og tíðarhóskandi lærulutir (útgávur, samvirkið tilfar, tænastur v.m.) til allar lærugreinir og øll aldursstig í fólkaskúla og miðnámsskúla. Lærulutirnir skulu vera fakliga, námsfrøðiliga og málsliga væl viðgjørdir og í tráð við lesiætlanir og regluverk annars.

 

Tú ert her:

  •  
  • Minka skrift
  • Vaksa skrift
  • Yvirlit
  • Upplestur
  • Prenta
  •  
  • RSS hald
  •  
 
  • Nám
  • Hoyvíksvegi 72
  • tel. 755150
  • fax. 755160
  • snar@snar.fo