Veðurlags orðabók á politiken.dk
Orðabókin er sera hent tá ið vit skulu fylgja við samráðingum og kjaki um veðurlag, har eitt virvar av styttingum og fremmandorðum verða nýtt.
Hettar er vendispæl við myndum frá føroysku søvnunum. Stuttligt hjá næmingunum at loysa eftir at hava vitjað søvnini. Tað ber til at taka tíðina og kanna, hvussu skjót/skjótur tú ert at para myndirnar. Tú fært eisini stig fyri avrikið.
Myndirnar eru frá Náttúrugripasavninum, Fornminnissavninum, Listasavninum og Sjósavninum. BergurNet við Bergi Dalsgaard hevur framleitt spælið. Spælið er ætlað sum íkast til Savnsfagnaðin, men kann sjálvandi spælast alt árið.
Datagrunnur, ið gevur innlit í tey ymsu tiltøk í ST skipanini í sambandi við veðurlagsbroytingar.
Danskt umhvørvisspæl. Les og svara rætt.
Læruspæl frá DONG-energy, har tú skalt útføra ymsar uppgávur í køkinum og saamstundis nýta so lítla sdtreymorku sum møguligt.
Tú ert valdur til orkumálaráharra og skal framleiða el til landið. Ansa eftir ikki at framleiða ov nógv ella ov lítið, samstundis sum tú skalt hugsa um at spara CO2. Lærauspæl frá DONG-energy.
Heimasíða um orkutøl frá KT-deplinum. Ætlan er, at heimasíðan skal vera ein hjálp í undirvísingini, t.d. í náttúru/tøkni og alis-/evnafrøði. Øll eru hjartaliga vælkomin at senda viðmerkingar og hugskot til heimasíðuna.
Evni, ið verða umrødd eru: lofthavið, hitajavnvág, veðurlagsgass, orkukeldur, styttingar, heiti, umrokningar, brennivirði og CO2 útlát. Heimasíðan hevur føroysk hagtøl og vísir til føroyskt undirvísingartilfar. Tilfarið verður dagført regluliga og er væl egnað til mið- og framhaldsdeild fólkaskúlans, men kann eisini brúkast í miðnámsskúlum.
Heimasíða á skulin.fo við kunning um First Lego League í Føroyum. Í 2009 er evnið Smart Move, og spurt verður m.a. um First Lego League kann broyta hugburðin til flutning? Góðar vegleiðingar eru at finna á heimasíðuni umframt hópin av kunnandi tilfari. Tilfarið er væl egnað til miðdeild og framhaldsdeild fólkaskúlans.
Norðurlendsku undirvísingarmálaráðharrarnir hava tikið stig til at varpa ljós á stóra umhvørvistrupulleikan – broytingin í hitajavnvágini á jørðini - og hava samtykt at skipa fyri einum norðurlendskum veðurlagsdegi, sum verður 11. nov. 2009.
Ætlanin er, at á heimasíðuni skal vera kunning um:
Undirvísingartilfar, norðurlendska samstarvið, tiltøk og virksemi í Norðurlondum, evnissíður, kappingar, teldutøkar undirvísingargongdir og ein webbloggur.
Tilfarið er ætlað fólkaskúla- og miðnámsflokkum.
Á danska undirvísingarportalinum, emu.dk, er temasíða har undirvísingartilfar um veðurlagsbroytingar er savnað og bólkað til fleiri málbólkar, sum t.d.:
fólkaskúlan, miðnámsskúlan, yrkisútbúgvingar og tvørgreinalig evni. Her kunnu allir málbólkar finna áhugaverd evni. M.a. er slóð til heimasíðu um stóra veðurlagsráðstevnuna sum verður í Keypmannahavn frá 30. november til 11. desember 2009.