SNAR.fo

Fyri almenninginum í heystfrítíðini

Fyri skúlaflokkum 19. - 23. oktober

Evnið í ár er orka

Almenni savnsfagnaðurin er nú byrjaður. Søvnini hava opið frá kl. 11 til 16 hvønn dag til og við 16. oktober. 

Evnið í ársins Savnsfagnaði er orka. Fyrireikararnir heita tí á tey vitjandi um at lata bilin standa fyri at spara orku. Í hesum sambandi er ókeypis bussur settur at koyra millum tey fýra søvnini allar fimm dagarnar almenni Savnsfagnaðurin er. Sí ferðaætlanini.

Savnsfagnaðurin fyri skúlaflokkar verður í vikuni eftir, frá 19. - 23 oktober. Neyðugt er hjá skúlunum at tekna seg. Her er slóð til kunning um, hvat søvnini hava at bjóða børnum og ungum.

Evnið í ár er ORKA, og tað skal síggjast sum yvirordnað uppskot/tema í breiðum samanhangi útfrá náttúru, søgu, list og samfelagsligum sjónarmiði.

Heystfagnaðurin verður í ár víðkaður til at vera ein savnsfagnaður, sum eftir ætlan skal halda fram komandi árini.

 

Vitja hesi søvn
Aðrir fyrireikarar
Samband

Hevur tú ein fyrispurning, send ein teldupost til snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo

30/09-2009

Tilfar frá Listasavninum
 
  •  
  • Minka skrift
  • Vaksa skrift
  • Yvirlit
  • Upplestur
  • Prenta
  •  
  • RSS hald
  •  
 
  • Føroya Skúlabókagrunnur
  • Lützenstrøð 4
  • tel. 316100
  • fax. 318726
  • snar@snar.fo