Fyri børn og vaksin í heystfrítíðini

Fyri skúlaflokkar 18. - 22. oktober

Fáið Savnsfagnaðin við í ársætlanina

Í heyst verður – eins og undanfarin ár – Savnsfagnaður á teimum fýra stóru søvnunum í Havn:

Náttúrugripasavninum (Jarðfeingi)

Sjósavninum

Listasavninum

Fornminnissavninum

Í heystfrítíðini verður opið fyri almenninginum og í viku 42 eiga skúlarnir tíð 18. til 22. oktober. Tað eru aftur hesa ferð 4., 5. og 6. flokkarnir, sum høvuðsdenturin verður lagdur á. Tá ið flokkarnir koma at vitja framsýningarnar, fáa teir rundvísing, og uppgávur vera at loysa bæði sum flokkur ogsum einstaklingar.

Sum nakað nýtt er teknikapping til børn og filmskapping til ung útskrivað. Freistin at senda tekningar og filmar inn er 30. september 2010. Her er slóð til meira kunning um kappingarnar.

Í fjør vitjaðu gott 1000 skúlabørn í skúlavikuni, og vóru bæði lærarar og næmingar sera væl nøgd. Plakat at heingja upp í skúlunum kann heintast her

Tekning til savnsvitjanirnar fer fram tíðliga í heyst, stutt eftir skúlabyrjan, so tað ber til hjá lærarum at gera savnsvitjanina til ein part av ársætlanini.

Vitja hesi søvn
Aðrir fyrireikarar
Samband

Hevur tú ein fyrispurning, send ein teldupost til snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo

Undanfarin ár

Slóð til síðuna við tilfari til Savnsfagnaðin 2009

30/09-2009

Tilfar frá Listasavninum
 
 
  • Føroya Skúlabókagrunnur
  • Lützenstrøð 4
  • tel. 316100
  • fax. 318726
  • snar@snar.fo