SNAR.fo

Norðurlendskur Veðurlagsdagur 11. november 2011

Fríggjadagurin 11.11.11 er norðurlendskur veðurlagsdagur. Evnið í ár er matur og veðurlag.

Endamálið við tiltakinum er at menna norðurlendskt skúlasamstarv og at geva lærarum og næmingum íblástur og áhuga í veðurlagi og veðurlagsspurningum.

Norðurlendski veðurlagsdagurin er eisini knýttur at norðurlendsku málherferðini, sum hevur til endamáls at menna grannamálsfatan í norðurlondum, tískil er alt samskifti viðvíkjandi veðurlagsdegnum á norskum, svenskum og donskum.

Undirvísingartiltøk og kappingar eru fyri alt skúlaverkið, og virðislønir verða latnar. Í ár verður m.a. møguleiki at senda uppskriftir inn til eina norðurlendska kókibók.

 

 
  •  
  • Minka skrift
  • Vaksa skrift
  • Yvirlit
  • Upplestur
  • Prenta
  •  
  • RSS hald
  •  
 
  • Nám
  • Hoyvíksvegi 72
  • tel. 755150
  • fax. 755160
  • snar@snar.fo