Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur lýst árið 2011 at vera kostár, og í hesum sambandi eru fleiri tiltøk, sum hava við kost at gera, eisini innan skúlagátt.
Fólkaheilsaráðið hevur skipað undirvísingartilfar og heitir á skúlar um at skipa fyri eini temaviku um kost nú til heystar. Árligi savnsfagnaðurin, sum verður í heystfrítíðini, hevur eisini kost sum tema í 2011.
Í norðurlendskum høpi verður eisini dentur lagdur á kost í 2011, og Norðurlendski veðurlagsdagurin hevur í 2011 valt kost og veðurlag sum tema. |