
Heystsuita 2006 - bók 63.63
Fotografiskt myndverk við svørtum og hvítum myndum um skurðfjøll og fletting, sæð við barnaeygum. Á síðuni yvir av myndini standa smáir tekstir, sum vísa til tað, sum fer fram á myndini
Staðanøvn uttangarðs í Skálavík og litir á seyði 2003 - bók 89.548
Seyðamaður og granskari - sjónband 63.63
Byggir á miðvísa arbeiðið hjá einum ídnum seyðamanni, Helga í Brekkunum, at fáa meira burtur úr seyðinum.
Ein fjalldagur 2003 - sjónband 63.63
Á fjalli við Gulaki Nýggjagarð, bónda í Innistovu í Hvannasundi. Sjónvarpið fylgir fjallfólkinum frá tí, at borðreitt verður við morgunmati kl. 5 á borgni og til teir heimaftur kominir eftir langan dag kunnu sessast við døgurðaborðið á kvøldi, áðrenn farið verður undir at fletta og krovini eru komin upp at hanga.
Andala og Sofiannguaq. Nybyggerliv i Grønland 2002 - sjónband 63.63
Andala og Sofiannguaq hava búsett seg í suður Grønlandið og liva av seyðahaldið. Filmurin fylgir við teirra seyðahaldið alt árið.
Ull & spuni 2001- sjónband 67.7
Hvørt land hevur egna siðvenju, alt eftir hvørji ráevni tey hava havt at arbeiða við. Í Føroyum hevur tað verið seyðurin og í hesum føri ullin. Á sjónbandinum verður við orðum og myndum greitt frá, hvussu ullin hevur verið handfarin og spunnin.
63.63 Undir Beinisvørði 1996
Farið verður við sumbingum í feitilendi og skorar undir Beinisvørði við veðrum og lombum. Farið varð seinast í mai og fyrst í juni mánað, alt eftir veðrið og gróðuri. Um somu tíð var eisini vanligt at taka lomvigaregg og í samband við upptøkurnar fingu sumbingar loyvi at ræna nøkur egg. Albert Djurhuus og Andreas Thomsen siga frá.
63.63 Teir røktu grunnar, bjørg og røkur 1994
Hvalbiareiði hevur havt stóran týdning hjá hvalbingum og øðrum suðuroyingum. Haðani varð róð út og fuglabjørgini vestanfyri vóru væl røkt. Í sendingini greiðir Evald Norðberg frá bjargarøkt, útróðri og øðrum arbeiði á Eiðinum
63.63 Seyðasýning í Klaksvík 1994
Í heyst (1993) varð skipað fyri seyðasýning í Klaksvík, har gomlu sýningarmenninir hittust. Í sendingini hittir Zacharias Hammer yngri og eldri røktingarmenn. Eisini støkkur hann inn á gólvið í Skálanum, har stór veitsla varð hildin, og farið varð upp á gólv.
63.63 Í seyðaskor við vestmenningum 1994
Vestmenningar hava tríggjar skorar oman fyri Vestmannabjørgini, har seyður gongur alt árið. Í dag verður farið eftir heystskurðinum í Seyðaskor sum er í kenning.
63.63 Í rygsskorð 1993
Sjónvarpið var við miðvingum, tá teir í vár fóru í skorina vestanfyri við seyði, og aftur um heystið tá teir tóku. Vit fylga teimum á ferðini fram við Fjallavatni og norður á Urðargjógv. Gjógvin er stórsligin við fleiri drangum og djúpum kleyvum og torført er at koma niður í sjálva skorina.
64.1 Matur og matgerð 10. garnatálg 1991
64.1 Matur og matgerð 4. krov verður sundurlimað
68.86 At barka roð 1991
Sólveig Isfeldt greiðir frá hvussu hon barkar roð, og hvat ið ber til at evna burturúr roði.
63.63 Børn á fjalli í Kaldbaksbotni (Barnaløtan)
Barnasending frá 80-unum fyriskipað av Zachariasi Hammer, har ein 2. flokkur við lærarum úr einum skúla í Havn eru á fjalli við bóndanum í Kalbaksbotni og fylgja við, meðan flett verður, eru við til upptøku av heystinum og gera eina máltíð úr seyðaúrdráttum, sum tey eisini sleppa at smakka