Martin L. KingKing var føddur í Atlanta í Georgia í 1929. Hann var prestur og gjørdist gitin fyri røður sínar til frama fyri javnstøðu ímillum hvít og svørt. King var ávirkaður av Gandhi og fekk svartar amerikanarar at mótmæla friðarliga og virðiliga. Sjálvur var hann uppi í mongum mótmælisgongum og gjørdist tann navngitnasti og virðiligasti í borgararættindastríðnum. Hann varð myrdur í 1968; tað elvdi til harm og mikla vreiði, og ófriður brast á í 125 býum í USA. | ||
Svartir amerikanarar krevja javnrættindiÍ 1950-árunum herdu svartir amerikanarar stríðið fyri samfelagsligum, fíggjarligum og politiskum javnrættindum. Fleiri milliónir fólk vóru við í friðarligu mótmælistiltøkunum ímóti rasuskilnaði. T.d. noktau fólk í Alabama í eitt heilt ár (1955-56) at koyra við teimum bussum, sum høvdu serligar sessir til svørt og hvít. Fyri átakinum stóð baptistpresturin Martin Luther King. Í 1963 gingu King og viðhaldsfólk hansara dag um dag mótmælisgongu til ráðhusið í Birmingham í Alabama, tó at myndugleikarnir í býnum beittu hundar eftir teimum og spulaðu tey við brandslangum. Seinni sama ár fóru nøkur 100.000 borgararættindafólk mótmælisgongu til Washington. Tingið gav eftir, og í 1964-65 viðtók tað lógirnar um borgararættindi, sum bannaðu, at mannamunur varð gjørdur á svørtum og hvítum. | ||
Rasuófriður í Little RockÍ 1954 eydnaðist teimum, sum stríddust søk teirra svørtu at fáa hægstarætt at viðurkenna, at svørt og hvít børn skuldu ganga í sama skúla. Hvítar mannamúgvur løgdust á svørt børn, og í Mississippi var ein 14 ára gamal næmingur myrdur. Í Little Rock í Arkansas setti stats ovastin stats hirðina at halda skil á og vísti 9 svørtum næmingum úr skúlanum. Forsetin i USA sendi samveldisherdeildir til Little Rock at ansa eftir, at svartir næmingar sluppu í skúla. | ||
Javnrættindi - ein dreymurFleiri mió. svørt fólk fluttu til norðara og vestara part i USA í 1950- og 1960-árunum. Fá fingu gott arbeiði, og býarpartarnir, har tey búsettu seg, gjørdust fátækrabýlingar. Summi fóru í part við oddamonnum sum Malcolm X, ið mælti til, at tey svørtu skuldu taka handlar og skúlar, har ið tey búðu, og seta hart ímóti hørðum. Í nógvum býum varð ófriður (1965-1968), men lítið batti. Enn striðast svartir felagsskapir fyri javnrættindum. Eitt av krøvunum var, at føðingardagur Kings skuldi vera almennur hátíðardagur, og at øll minnast orð hansara "Eg droymi um, at henda tjóð einaferð stígur fram og av sonnum setur í verk viðtøku sína: "Vit halda tað vera sjalvsagt, at øll menniskju verða javnsett og hava fingið ávís ómissandi rættindi frá skaparanum."" | ||
Tekstur til talur
Niðanfyri standa nakrar av talunum hjá eitt nú Martin L. King og Malcolm X. | ||
Martin Luther King, jr.Give Us the Ballot (1957) Paul's Letter to American Christians (1958) I Have a Dreame (1963) Nobel Prize Acceptance Speech (1964) Beyond Vietnam (1967)
| ||
Malcolm XThe Chiskens Come Home to Roost (1963) Message To The Grass Roots (1963) The Ballot or the Bullet (1964) After the Bombing (1965) | ||
Meira YouTube | ||