SNAR.fo

Villini súgdjór í útnorðri

Villini súgdjór í útnorðri
Útgávuár: 1999
Bókasavnstal: 58.9
ISBN: 978-99918-0-189-6
Bókin er á høgum fakligum støði, og tilfarið er grundað á viðurkend granskingarúrslit, ið eru fingin til vega í altjóða høpi og í Føroyum. Bókin hevur fastan bygnað, so tað er lætt hjá lesaranum at finna upplýsingar, leita og samanbera í tekstunum. Myndateksturin er so háttaður, at hann saman við bókatekstinum og myndunum ger bókina nýtiliga á ymsum stigum í undirvísingini. Jenny Lydersen hevur skrivað myndatekstin.
Á bókini verða djórini lýst hvørt eftir annað, sum tey verða flokkað djórafrøðiliga, og øll djórini verða lýst og viðgjørd við 6 høvuðsspurningum. 1. Hvussu sær hann ella hon út? 2. Hvussu víða reikar hann/hon, og hvar heldur hann/hon til? 3. Hvørjum livir hann/hon av? 4. Lívsháttur. 5. Hvussu nørist og mennist hann/hon? 6. Stovnsmeting og veiða. Eftir inngangin til hvønn djóraflokk er eitt skipað yvirlit, har ið øll djórini í teimum ymsu djóraflokkunum í ÿtnorði eru tikin uppí. Aftast í bókini er eitt yvirlit við djóraheitum á føroyskum, latínskum, enskum, donskum, norskum, íslendskum og grønlendskum, orðalýsingar, styttingar og bókmentalisti.
Bókarøð: Annað
Rithøvundar
  • » Dorete Bloch
Tilfar:
  • » Bók

Bókaheild

 

Tú ert her:

  •  
  • Minka skrift
  • Vaksa skrift
  • Yvirlit
  • Upplestur
  • Prenta
  •  
  • RSS hald
  •  
 
  • Nám
  • Hoyvíksvegi 72
  • tel. 755150
  • fax. 755160
  • snar@snar.fo