Skygni 6 - lærarabók
Støddfrøði
Útgávuár: 2010
ISBN: 978-99918-2-076-7
Skygni 6 er ætlað undirvísingini í støddfrøði í sætta flokki. Bókaheildin leggur upp til næmingalagaða undirvísing. Eftir flestu kapittlar eru støðuroyndir, og við støði í teimum eru grønar síður og bláar síður, har evnið í kapitlinum verður viðgjørt á ymiskum torleikastigi. Á teimum reyðu síðunum eru blandaðar uppgávur.
Í læraravegleiðingini eru eisini tænastusíður og støðuroyndir at avrita. Tænastusíðurnar eru ætlaðar at lætta um, so næmingarnir ikki nýta so nógva tíð at tekna t.d. krossskipanir.
Aftast í vegleiðingini er svarlisti til støðuroyndirnar.
Bókarøð: Lærarabók
Rithøvundar
- » Benny Syberg
- » Edvard Olsen
- » Henry Schultz
- » Ivan Christiansen
- » Mortan Dalsgarð
© 2010 Føroya Skúlabókagrunnur