Skygni 6 - avritsmappa
Støddfrøði
Útgávuár: 2010
ISBN: 978-99918-2-075-0
Skygni 6 er ætlað undirvísingini í støddfrøði í sætta flokki. Bókaheildin leggur upp til næmingalagaða undirvísing. Eftir flestu kapittlar eru støðuroyndir, og við støði í teimum eru grønar síður og bláar síður, har evnið í kapitlinum verður viðgjørt á ymiskum torleikastigi. Á teimum reyðu síðunum eru blandaðar uppgávur.
Í avritsmappurni eru umframt avritssíður, nøtir, fimisrokning, tippa 13 og svarlisti. Avritssíðurnar eru knýttar at næmingabókini og eru tískil partur av tilfarinum til støddfrøðiundirvísingina í 6. flokki. Avritssíðurnar kunnu verða nýttar so hvørt, sum næmingabókin verður gjøgnumgingin, men tær kunnu eisini verða nýttar sum uppafturtøka ella til næmingalagaða undirvísing.
Bókarøð: Annað
Rithøvundar
- » Benny Syberg
- » Edvard Olsen
- » Ivan Christiansen
- » Henry Schultz
- » Mortan Dalsgarð
Tilfar:
- » Ringbind við avritssíðum
Bókaheild
© 2010 Føroya Skúlabókagrunnur