Skygni 3B - Læraramappa
Støddfrøði
Útgávuár: 2007
ISBN: 978-99918-0-485-9
Læraramappa til Skygni 3B. Í læraramappuni eru viðmerkingar og hugskot til næmingabókina. Hjá næmingunum verður sjónligasta broytingin við Skygni 3, at ongar fryntasøgur eru. Í Skygni 3 er meiri tekstur í uppgávunum, og tí er týdningarmikið, at næmingarnir megna at lesa og skilja uppgávur og hugtøk í støddfrøði. Í Læraramappuni eru dømi um ársætlan og eina fakliga hugleiðing um gongdina frá 1. til 3. flokk.
Aftast í læraramappuni eru avritssíður til ymist virksemi og ein svarlisti til næmingabókina.
Bókarøð: Lærarabók
Rithøvundar
- » Benny Syberg
- » Henry Schultz
- » Ivan Christiansen
Tilfar:
- » Ringbind við avritssíðum
Bókaheild