Skygni 1B - Næmingabók
Næmingabók
Útgávuár: 2006
Bókasavnstal: 51
ISBN: 978-99918-0-405-7
Hetta er nýggj roknibók til 1. flokk. Stórar broytingar eru gjørdar í mun til fyrru roknibókina til 1. flokk. Uppgávurnar eru umskipaðar, nýggjar tekningar eru í litum, og haraftrat er eitt støddfrøðiævintýr um fryntarnar í Fryntavík. Ævintýrið stimbrar innlæringina og talfatanina hjá børnunum.
Umframt næmingabókina eru avritsørk at koyra í Avritsmappuna og ein Læraramappa.
Nýggja roknibókin er onnur bókin í eini nýggjari dagførdari røð av roknibókum til fólkaskúlan, har føroyski gerandisdagurin er grundstøðið, tá børnini skulu læra talfatan, talfimi og støddfrøðilig hugtøk. Til báðar bøkurnar, sum eru ætlaðar fyrsta flokki, eru læraramappa og avritsmappa. Mortan Dalsgarð og Edvard Olsen, lærarar, hava týtt úr donskum og lagað til føroysk viðurskifti. Edward Fuglø, Leif Jeppesen og Ingi Joensen hava myndprýtt bókina við litføgrum og frágreiðandi myndum, m.a. um flaggsøguna og um veður og vind.
Støddfrøðin er ikki bara eitt amboð at brúka í gerandisdegnum. Hon hevur eisini sín egna heim eins og t.d. skaldskapur, tónleikur, málningalist og ítróttur. Á hesum støddfrøðiheimi fara næmingarnir at ferðast tíðum. Nýggja tilfarið leggur eisini upp til at arbeiða við ymiskum tilfari, t.d. ítøkiligum lutum, spølum og avritssíðum. Haraftrat verður lagt upp til samskifti og spurdómar um støddfrøðilig evni. Børnini skulu eggjast til at undrast og til sjálv at koma við hugskotum til loysnir, sum tey síðani kunnu royna og at enda greiða flokkinum frá.
Bókarøð: Annað
Rithøvundar
- » Ivan Christiansen
- » Henry Schultz
- » Benny Syberg