Rura
Rørslumenning og sansaskipan hjá føroyskum børnum
Útgávuár: 2010
ISBN: 978-99918-0-214-5
RURA er um børn, sum hava linan kropp, orka illa og eru óstortslig og klombrut. Annars heilt vanlig børn við
góðum skili og evnum, men sera truplum gerandisdegi í skúla og spæli.
Í hesari bókini verður nomið við tey og gerandisdag teirra við tí kropsligu menningini í huga. Umrøtt verður hvussu heilsuverk, skúli, dagstovnar og foreldur kunnu
lofta teimum í felag og greiða teimum leiðina fram í lívið.
Bókin er ætlað foreldrum, lærarum, námsfrøðingum, læknum, sjúkrarøktarfrøðingum, ljósmøðrum, terapeutum og øllum øðrum, sum eru við til at menna børn, ansa teimum og stuðla.
RURA sipar til uppruna okkara. Har er ferð, rútma, og tað er bleytt og fjálgt. Høvundurin, Þóra Þóroddsdóttir, er fysioterapeutur. Hon hevur arbeitt síðstu tretivu árini í føroyska heilsu-, almanna- og undirvísingarverkinum.
Umrøtt verður, hvussu heilsuverk, skúli, dagstovnar og foreldur kunnu lofta teimum í felag og greiða teimum leiðina fram í lívið. Bókin er ætlað foreldrum, lærarum, pedagogum, læknum, sjúkrasystrum, ljósmøðrum, terapeutum og øllum øðrum, sum fáast við at menna børn, ansa teimum og stuðla.
Føroya Skúlabókagrunnur 2010