SNAR.fo

Náttúra og tøkni 2 - Arbeiðsbók

Náttúra og tøkni 2 - Arbeiðsbók
Útgávuár: 2010
ISBN: 978-99918-2-012-5
Arbeiðsbókin til náttúru og tøkni í 5. flokki er ein nýggj utgáva, har nakrar av uppgávunum í arbeiðsbókini frá 2001 eru tiknar við, tær eru tó í flestu førum broyttar eitt sindur. Sólgerð Andreassen hevur gjørt nýggju uppgávurnar og mest sum allar tekningarnar í nýggju bókini.

Evnini í arbeiðsbókini fylgja evnunum í næmingabókini, men uppgávurnar eru ikki gjørdar beinleiðis til næmingabókina. Í arbeiðsbókini eru 52 arbeiðsuppgávur, har næmingarnir sjálvir kunnu kanna, eygleiða, gera ymiskar royndir og soleiðis fáa størri innlit í lívsgrundarlagið hjá plantum, djórum og menniskjum, umframt innlit í samspælið millum menniskju og náttúru. Til ber at skriva kanningarúrslit beinleiðis í arbeiðsbókina.

Janus Dam Guttesen hevur teknað permuna.
Bókarøð: Arbeiðsbók
Rithøvundar
  • » Sólgerð Andreassen
Tilfar:
  • » Einnýtisbók
 

Tú ert her:

  •  
  • Minka skrift
  • Vaksa skrift
  • Yvirlit
  • Upplestur
  • Prenta
  •  
  • RSS hald
  •  
 
  • Nám
  • Hoyvíksvegi 72
  • tel. 755150
  • fax. 755160
  • snar@snar.fo