Eiturkoppur - Næmingabók
Næmingabók
Útgávuár: 2010
ISBN: 978-99918-2-041-5
Næmingabókin er eins og undanfarnu bøkur í heimstaðarlærurøðini, Grindalokkur til 1. og Høgguslokkur til 2. flokk, uttan orð, men við nógvum myndum og tekningum. Lagt verður upp til, at næmingarnir ogna sær vitan út frá tí teir síggja á myndunum, vita frammanundan og fáa at vita frá læraranum, foreldrum og øðrum næmingum.
Næmingabókin er skipað í evnum. Hon hevur 25 opnur, sum viðgerða ymisk evni. Í 8 av opnunum verður arbeitt við oyggjunum í Føroyum. Ímillum opnurnar við oyggjum eru opnur, ið mynda sagnir frá teimum oyggjum, ið næmingarnir hava arbeitt við frammanundan.
Fremst í bókini er eitt árshjól, sum vent verður aftur til fleiri ferðir í skúlaárinum.
Eisini verður arbeitt við havbotninum, kortum, miðlum, minnisvarðum, kirkjum, samferðslu, dansi, høvuðsstaðinum og barnarættindum.
Ole Wich hevur teknað næmingabókina, sum eisini hevur nógvar fotomyndir.
Bókaheild
© 2010 Føroya Skúlabókagrunnur