SNAR.fo

Eiturkoppur - Lærarabók

3. flokkur

Eiturkoppur - Lærarabók
Útgávuár: 2010
ISBN: 978-99918-2-2-042-2
Í lærarabókini til Eiturkoppin eru uppskot um, hvussu arbeiðast kann við hvørjari einstakari opnu. Í lærarabókini verður víst á, hvat til ber at práta um bæði í bólki og í flokkinum. Lærarabókin leggur upp til, at næmingarnir bæði práta tveir og tveir, í smáum bólkum ella allur flokkurin saman. Víst verður eisini á lærustrategiir at brúka, so sum hugarok og samanberingardiagramm.

Í lærarabókini stendur, hvussu næmingarnir kunnu arbeiða í arbeiðsbókini, og víst verður eisini til aðrar aktivitetir í flokkinum.

Í lærarabókini eru ymisk fakta um evnini, ið atbeitt verður við. Faktateksturin er til læraran, sum so sjálvur velur, hvussu hann brúkar hann.

Avritssíður til onkrar av uppgávunum í arbeiðsbókini eru aftast í lærarabókini.
Bókarøð: Lærarabók
Rithøvundar
  • » Gunnvá Dam
  • » Ole Wich

Bókaheild

 

Tú ert her:

  •  
  • Minka skrift
  • Vaksa skrift
  • Yvirlit
  • Upplestur
  • Prenta
  •  
  • RSS hald
  •  
 
  • Nám
  • Hoyvíksvegi 72
  • tel. 755150
  • fax. 755160
  • snar@snar.fo