Føroyski búskapurin - eitt sindur øðrvísi
Magni Laksafoss, cand.polit. Granskari. Fróðskaparsetur Føroya (14-03-2007)
Í almenna kjakinum verður ofta sagt, at føroyska búskapurin er øðrvísi – men sjálvdan verður komið nærri inn á júst hvussu hann er øðrvísi. Í framløguni kemur Magni Laksáfoss inn á munin millum føroyska búskapin og vanligu lærubøkurnar í búskaparfrøði. Harafturat leggur hann fram nýggjastu granskingarúrslitini, ið vísa hvussu dynamikkurin í
føroyska búskapinum hevur broytt seg gjøgnum tíðina og hvørjar avmarkingar eru fyri búskaparvøkstri.