Veðurlag og hav
Bogi Hansen, havfrøðingur, leiðari á Umhvørvisdeildini á
Fiskirannsóknarstovuni (14-11-2007)
Veðurlagið í heiminum er í ferð við at broytast. Jørðin hitnar; høvini fløða, og nógvar aðrar broytingar eru á veg. Fyri okkum í Føroyum er tann mest týðandi spurningurin helst, hvussu hesar broytingar fara at raka havið kring okkum, tí bæði veðurlag og øll okkara livilíkindi eru bundin at havinum. Í fyrilestrinum verður greitt, hvussu viðurskiftini í føroyskum havøki eru bundin at veðurlagi, og hvørjar broytingar kunnu
væntast.