Umhvørviseitur ávirkar heilsuna hjá Føroyskum børnum
Pál Weihe, Yvirlækni, Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu (06-06-2007)
Dálkingin av høvunum hevur havt við sær, at eisini
føroyingar, sum eta grind og spik, havi fingið rættuliga stórar nøgdir av eiturevnum í seg. Fyri at kanna um hetta hevur nakran týdning fyri heilsuna, hevur Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu seinastu stívliga tjúgu árini kannað stórt tal av børnum. Pál Weihe, yvirlækni, greiðir í fyrilestrinum frá kanningarháttum og kanningarúrslitum.