Til pedagogar og lærarar - kunningarskriv

Fyri at skapa áhuga fyri eygleiðing útskrivar Savnsfagnaðurin tvær kappingar undir heitinum “Eygleið og gev víðari!”.
Tað snýr seg í báðum kappingunum um at hyggja at gerandisdegnum. Lata eyguni upp og vera forvitin. Heimurin er fullur av stuttligum lutum, merkisverdum tilburðum og løgnum fyribrigdum. Eygleið tey, filma og tekna tey og gev tey víðari. Fyrsta stig móti list og vísindi er tá longu tikið!
Les meria um kappingarnar í kunningarskrivinum.